Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar 70 ára føðingardagur Ingibjørg Midjord, Tórshavn, fylti 70 ár 29. apríl. Dagurin verður hildin 3. mai frá kl. 12 Undir Gráasteini 28. Brúdleyp Hósdagin 17. juli giftast Heidi Heinesen, Leirvík og Janus Vang, Glyvrar. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14.00, og veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum. kunnu tekna seg við at ringja ella senda eini boð til 264212 (Heidi) ella mail: heidiogjanus@ gmail.com, innan 22 juni. Brúdleyp Í ævintýrinum fáa prinsurin og prinsessan altíð hvønannan og tað gera vit eisini tann 25 juli 2014. Kærleiksveitslan verður hildin í Dansifrøi í Havn kl 18.30, og er tú ein av teimum heldigu, sum kenna okkum og vil verða við, so er at kontakta annan av okkum (eftir kl 16). Sigmund tlf 575753, Eyð-Britt tlf 504393. Freistin er 10. juni 2014. Aldursmark 14 ár. Sigmund & Eyð-Britt 70 ára føðingardagur 17. mai verður Sonja Hammer, Syðrugøtu, 70 ár. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv 17. mai kl. 17. Øll eru vælkomin. 50 ára føðingardagur 5. juni fyllir Ingun Poulsen 50 ár. Føðingardagurin verður hildin fríggjakvøldið 30. mai kl. 19.00 í VB – húsinum. Øll, ið vilja hátíðarhalda dag­in saman við mær, eru hjarta­ liga vælkomin at boða frá á telefon 59 09 95 ella 37 31 12, áðrenn 20. mai. Ingun 80 ára føðingardagur Sunnudagin 25. mai verður Sigrid Olesen, Sandvík. 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Ranhøll í Sandvík leygardagin 24. mai frá kl. 12.00 til 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Týsdagin 6. mai fyllir Hanus Petersen við Norðskála 75 ár. Dagurin verður hildin á Rættagarðar 10 við Norðskála, Leygardagin 10. mai, frá kl. 18:00. Øll eru vælkomin. Brúdleyp Leygardagin tann 24. Mai giftast Poulina Poulsen og Chris Chung. Vígslan verður í Sjóvar kirkju kl. 14.00. Tey ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum eru vælkomin til opið hús í bygdarhúsinum á Strondum kl 17.00. Gullbrúdleyp Sunnudagin hin 18. mai, hava hjúnini Erling og Julia í Kálvalíð í Miðvági gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin SÍF-húsinum í Sandavági kl. 16.00. Tey, sum vilja gleða gullbrúðarparið, kunnu ringja til Tórfríð á tlf 210144 ella Marjun á tlf 237335 áðrenn 5.5. Vit skulu giftast :) Leygardagin 5. juli 2014 fara Annika Meena Martinsdóttir úr Funningi og Vilmund Djurhuus av Argjum at giftast. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 14:00, og kalt borð verður í Róðrarnestinum á Argjum kl. 18:00. Tey sum vilja gleðast um dagin saman við okkum, eru vælkomin at melda seg til, hjá Alis Højsted tlf. 268419 ella hjá Harriet Djurhuus tlf. 254432/319126 áðrenn 1. juni. Vit gleða okkum at síggja tykkum! Meena og Vilmund