Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Ger Løgtingið sum fólkið vil, so verða »fremmandu« stav­ir­ nir CWQZ og X við lóg partur av før­oyska stavraðnum. Lóðir hevur hevur gjørt eina kann­ing, har 535 fólk eru spurd, um tey taka undir við at stavir sum c. w, x, z verða tiknir við í føroyska stav­raðið? Svarið í kanningini er ógv­uliga sannførandi ja, tí 64 pro­sent av teimum spurdu siga ja, meðan 26 prosent siga nei. 10 prosent siga seg ikki vita. Løgtingið hevur fyrr givið til kenn­ar, at tingfólk vilja hava hesar stavir, ið summi kalla »fremmandar« starvir, við í før­oyska stavraðið. Men hó­ast tað, so vildi løgtingið ikki gera tað við lóg, men lat upp­gávuna upp í hendi hjá Mál­ráð­num. Tá Málráðið fór til verka, gjørdu tað av, at hes­ ir stavir skulu ikki við í før­ oyska góðkenda stavraðið. Men tann støðan sam­ pakk­ar so ikki við tað, sum før­oy­ing­ar halda, sambært hesi velj­ar­a­kanning. Fleiri menn eru ímóti Kanningin vísir eisini, at tað í størri mun eru menn, sum vilja hava hesar stavirnar upp í stav­raðið. Tí 70 prosent av monn­u­num hava svarað ja, meðan 59 prosent av kvinn­unum hava svarað ja. Av teimum, sum eru ímóti, eru 24 prosent av monnunum og 27 prosent av kvinnunum. 7 pro­sent av monnunum vita ikki, meðan tann parturin av kvinn­unum er tvífalt so stór­ u­r, 14 prosent. Fleiri eldri enn ung eru ímóti Hyggja vit eftir ald­urs­být­i­ num­, so síggja vit, at jú eldri fólk eru, fleiri eru tey, sum vilja hava hesar umstríddu stav­ir­nar upp í stavraðið. Av teimum, sum eru mill­ um 60 og 75 ár eru tað 74 pro­ sent, sum halda, at stavirnir skulu upp í stavraðið, meðan 20 pro­sent eru ímóti. Av teimum millum 45 og 59 ár eru tað 69 prosent, sum eru fyri, meðan 24 prosent eru í­móti. Hjá teimum millum 30 og 44 ár eru 67 prosent fyri og 25 pro­sent ímóti. Hjá teimum ungu, mill­um 15 og 29 ár er støðan eitt sind­ ur øðrvísi, umenn meirilutin er sann­før­andi, so eru »bert« 47 pro­sent fyri og 33 ímóti. Meira um málið á síðu 8 Fólkið sigur ja til CQWX og Z Ein stórur meiriluti av Føroya fólki vil hava »fremmandu« stavirnar, C, Q, W, X og Z inn í føroyska stsdgasdfdafavraðið. Sambært kanning, Ein av ídnastu talsmonnum fyri at fáa c, q, w, x og z inn í føroyska stavraðið er Regin Eikhólm í Havn. Hann hevur fingið hesar stavirnar á nummarplátuna Løgtingið skal í hesi vikuni taka støðu til, um »fremmandu« stavirnir við lóg skulu setast inn í føroyska stavraðiði