týsdagur 6. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orðingin
hjá
mentanar
nevnd Løgtingsins í sam
bandi við at skipa málráð
var soljóðandi:
»Nevndin er samd um, at
stavraðið eigur at vera tað
sama frá skúlabók til skúla
bók og frá skúla til skúla.
Og nevndin heldur, at hetta
stavrað eigur at endurspegla
tann veruleika, at stavirnir
CWQZ og X verða nógv
nýttir í Føroyum, og tað
koma støðugt fleiri orð og
heiti inn í dagliga málið,
sum stavast - og bara kunnu
stavast - við hesum bókstav
um.
Nevndin
heldur
tað
eisini vera ein fyrimun at
hava hesar stavir til at taka,
tá altjóða orð og heiti verða
føroyskað og lagað til før
oyskar málreglur.
Um stavraðið ikki hýsir
hesum bókstavum, fer ein
støðugt størri partur av tí
máli, sum brúkt verður í
Føroyum, at liggja uttan fyri
okkara egna stavrað.
Spurningurin um stav
raðið er ikki bara málfrøði
ligur, men eisini politiskur.
At ein avmarkað útgáva
av stavraðnum var partur
av grundarlagnum undir
navnalógini hevði t.d. avger
andi týdning fyri hesa lóg.
Ein óheppin avleiðing var, at
óneyðuga mong nøvn fullu
uttan fyri tað, sum góðkent
verður.
Samanumtikið
heldur
nevndin, at 1) Føroyar bara
eiga at hava eitt stavrað, 2)
at hetta stavrað skal vera
autoriserað, og 3) at tað skal
hýsa stavunum CWQZ og X
eins og stavrøðini í nærum
øllum
teimum
málum,
føroyskt er skilt við.«
Vilja hava CWQZ og X við í stavraðið
Eirikur Lindenskov
Tað er Henrik Old, løgtings
maður, sum hevur lagt upp
skot fyri tingið um at, at før
oyska stavraðið skal skipast
við løgtingslóg, og at stavir
nir C, Q, W, X og Z skulu vera
partar av stavraðnum.
Sambært
uppskotinum
skal føroyska stavraðið er
skipað í hesar bókstavir: A,
Á, B, C, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K,
L, M, N, O, Ó, P, Q, R, S, T, U, Ú,
V, W, X, Y, Ý, Z, Æ, Ø.
Lógin skal koma í gildi
dagin eftir, at hon er kunn
gjørd.
Henrik Old sigur í við
merkingum til uppskotið,
at tá lógin um Málráðið var
til viðgerðar í tinginum í
2012, varð dentur lagdur á at
skriva álit, har full undirtøka
skuldi vera fyri málinum.
Mentanarnevndin skjeyt
m. a upp at strika ásetingina
í lógaruppskotinum, at nið
urstøðurnar hjá Málráðnum
skuldu fylgjast.
– Hinvegin varð dentur
lagdur á, at Málráðið skal
skapa eitt positivt huglag
millum manna, tá um før
oyskt skrift- og talumál ræð
ur, sigur Henrik Old.
Hetta var orðað
soleiðis í álitinum:
»tað er týdningarmikið, at
tilráðingarnar frá Málráðn
um verða fylgdar. Hetta fer
at seta størri krøv til Málráð
ið at koma við uppskotum,
sum verða vird og fáa sín
sjálvsagda lut í orðaskjáttu
num millum manna. Henda
mannagongd fer væntandi
at fremja vaksandi tign fyri
Málráðnum. Fær Málráðið
uppiborna virðing í sínum
gerandisvirki, sum ger, at
tilmæli frá Málráðnum bera
ávøkst og ikki enda í ósemj
um, er nógv vunnið føroyska
málinum at frama.«
– Lógin um Málráðið viðger
ikki stavraðið. Kortini var
greitt, at spurningurin um
stavraðið fór at verða ein
sjálvsagdur partur av arbeiði
Málráðsins. Serstakliga tí at
Málráðið skal greiða úr hond
um móðurmálsorðabók, sum
landsstýrismaðurin skal løg
gilda, sigur Henrik Old.
Viðvíkjandi stavraðnum
samtykti Løgtingið í 2009
eitt uppskot til samtyktar,
har Løgtingið heitir á lands
stýrið um at fyrireika og
leggja fram lógaruppskot um
at skipa eitt málráð, har ym
iskar málpolitiskar fatanir
verða umboðaðar, og sum
fær myndugleika at gera av
spurningar av málsligum
slagi.
Mentanarnevndin
var
fullsamd um, at klassiska lat
ínska alfabetið eigur at verða
bulurin í okkara stavraði.
Nevndin vildi kortini sleppa
undan at lóggeva um máls
ligar spurningar, og skrivaði
tí í staðin eina orðing um at
skipa málráð, sum sæst aðr
astaðni her á síðuni.
Henrik Old vísir á, at meir
ilutin í Málráðnum vil hava,
at bókstavirnir c, q, w, z og x
verða hildnir uttanfyri.
– Meirilutin ásannar, at
hesir bókstavir eiga sín lut í
føroyskum – men vil kortini
halda teir uttan fyri almenna
stavraðið. Meirilutin ásannar
eisini, at skerda stavraðið í
mongum førum als ikki kann
nýtast, og mælir tí til, at vit
skulu hava tvey stavrøð.
Meirilutun skrivar, at »tá ið
vit stavraða (alfabetisera) í
eitt nú orðabókum og tele
fonbókum og á bókasøvnum,
nýta vit, umframt føroyska
stavraðið, modernaða lat
ínska stavraðið, t.e. enska
stavraðið.«
Henrik Old dugir við sín
um besta vilja ikki at síggja,
hvussu hetta kann gagna før
oyskum máli.
– Tvørturímóti skaðar
tað hugsanina um føroyskt
almikið, at skúlanæmingar
læra eitt føroyskt stavrað
í føroyskum – men mugu
brúka eitt annað. Hetta
skapar ta fatan millum skúl
anæmingar, at føroyskt er
ov trongt. At føroyskt røkk
ur ikki. Í roknitímanum má
næmingurin fara út um før
oyskt. Tað má hann eisini, tá
hann hevur alis- ella evna
frøði. Og tá hann hevur tón
leik. Og tá hann leitar á neti
num, vísir Henrik Old á.
Hann sigur, at eitt gamalt
málpolitiskt stevnumið er,
at føroyskt skal eiga pláss
á øllum rókum. Við mál
politisku kósini, sum meiri
lutin í Málráðnum mælir
til, verður farið øvuta vegin
– vit taka føroyskt av fleiri
rókum.
– Eg haldi heldur ikki, at
stavraðið skal føra til ein
tronga í gerandisviðurskiftu
num, men vera hurðin til vit
an og lærdóm.
– Stavraðið skal ikki vera
tjóðskaparligt ella partapol
iskt mál, men eitt praktiskt
amboð í samskiftinum í sam
felagnum.
– Tað fer einki av føroysk
um, um vit hava c, q, w, z og x
við í stavraðnum. Skerja vit
okkara stavrað, avmarka og
skaða vit hinvegin føroyskt,
sigur Hendrik Old.
Vil hava C, Q, W, X og Z stavraðið
ABC ELLA AÁB Stavraðið skal ikki vera tjóðskaparligt ella partapoliskt mál, men eitt praktiskt
amboð í samskiftinum í samfelagnum, og tað fer einki av føroyskum, um vit hava c, q, w, z
og x við í stavraðnum. Skerja vit okkara stavrað, avmarka og skaða vit hinvegin føroyskt,
sigur Hendrik Old, sum við lóg við hava »fremmandu« stavirnar inn í stavraðið
TÍÐINDI