Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2014 · Nr. 51 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 verður í Bygdarhúsinum í Hósvík 9. og 10. mai Landsfundur 2014 Meira fæst at vita á www.j.fo ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Áki Bertholdsen - Hetta var bæði óneyðugt og ófyrigeviligt. - Men tað var ikki dráps­ roynd. Tað sigur Jógvan Páll Las­sen, verji hjá manninum, sum er ákærdur fyri dráps­ roynd í Norðdepli tann 14. juli í fjør. Hetta var bæði skítbýtt og tápuligt at gera, leggur hann afturat. Málið er liðugt viðgjørt í rættinum og tey teknisku prógv­ini eru løgd fram. Mánadagin og í gjár hava verjin og ákærin tikið saman­um málið. Ikki drápsroynd, men harðskapur Sum tað sæst á síðu fýra í blaðnum í dag, roynir ákær­ in at málað eina mynd eini ill­gerð, sum bæði var til­ ætlað og fyrireikað. Men verjin er grund­leggj­ andi ósamdur. Hann heldur, at eingin ivi er um, at tað er tann ákær­ di, sum hevur framt hesa ill­gerðina. Hann heldur eisini, at tað er sannlíkt, at hann brúkti knív. Men talan er ikki um dráps­roynd. Talan er um harð­skap, ella harðskap og lik­ams­løst av serliga ráum og grovum slagi sigur verjin. Hann sigur, at einki prógv er fyri drápsroynd yvir­høvur. Hann nevndi nógvar dóm­ar, har fólk vórðu særd við knívi bæði í hálsin og í búkin, uttan at nakar er ákærd­ur fyri drápsroynd. Skal harðskapur sum hesin, við knívi, dømast sum dráps­roynd, høvdu vit havt nógvar drápsroyndir. Í hesum sambandi vísir hann á, at hetta skal takast sum fýra harðskapsmál fyri seg, og ikki samanhangandi. Jógvan Páll Lassen held­ ur, at øll vita, at allur harð­ skap­ur kann elva til lívs­van­ da, eisini tá ið knígvur er á lofti. Men talan er ikki um dráps­roynd fyri tað um offr­ ini eru í lívsvanda. Men fyri at talan skal vera um drápsroynd, skal ákærdi hava gjørt sær tað greitt frammanundan, at enda­málið er at drepa og hann skal vera til reiðar at góð­taka avleiðingarnar. Men tað var hetta ikki, hetta er óskipaður og óum­ hugs­að­ur harðskapur, held­ ur hann. Hinvegin legði verjin nevn­ing­unum eina við, at teir kundu bara døma mann­in eftir tí, sum er farið fram og ikki eftir tí, sum kun­di verið hent. - Tað er gerðin sum telur, legg­ur hann dent á. Vit skulu vita og ikki gita, sigur hann. Tað eru rættiliga nógv iva­mál í hesum føri, leggur hann afturat. Jógvan Páll Lassen held­ ur, at var veruliga ætlanin at drepa, hevði hann dripið. Tað var einki, sum forð­ aði honum í at drepa, var tað tað, hann vildi. At hann hevur stungið frá hond, merkir ikki tað sam­an, sum at ætlanin er at drepa, tí tað skal nógv meiri til. Hann vísir eisini á, at rætt­ar­læknar hava sagt, at í fleiri at stingunum er ikki vist, at so nógv megi er brúkt. Men var ætlanin at drepa, hví verður so ikki stung­ið við fullari megi, spur­di verjin. Hann endurgav eisini ein polit­ist fyri at siga, at nógv av sárunum vóru ikki annað enn ”tøsestik”, sum hann mál­bar seg. Meiri á síðu 4 Óneyðugt og ófyrigeviligt Hetta var skítbýtt og tápuligt, men tað var ikki drápsroynd sigur verjin hjá manninum, sum er ákærdur fyri at hava roynt at drepa fýra fólk - Eg eri ómetaliga keddur av tí, eg havi gjørt. Tað sigur maðurin, sum er ákærdur fyri dráps­roynd ímóti fýra fólk­um í Norðdepli. Við­ gerð­in í rættinum end­aði á miðdegi í gjár og málið verður nú latið upp í hendurnar á nevn­ing­un­ um at taka støðu til. Í morgin er frídagur, so tað verður hósdagin, at nevn­ingarnir fara undir ta uppgávuna. Men áðrenn viðgerðin í rættinum endaði, fekk ákær­di maðurin høvi til at fá orðið, hevur hann nak­ að upp á hjartað, áðrenn nevn­ingarnir fara at taka mál­ið til viðgerar. Og tað høvið brúkti hann at siga, at hann var ómeta­liga keddur um tað, hann hevði gjørt og hann bað um umbering fyri alt, hann hevði gjørt. Bað um umbering Ætlanin var ikki at drepa, tí so hevði hann dripi, sigur verjin hjá manninum, sum nú er í Føroya Rætti, ákærdur fyri drápsroynd