Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góða Omma Nú er eitt ár liðið, síðan tú andaði seinastu ferð. Hóast eg visti, at tú skuldi doyggja, so dugdi eg so illa at siga tær farvæl. Ein skansi vart tú, sum eg altíð kundi líta á. Saknurin í tær er stórur. Tú livir nú í minninum. Eg minnist enn tína rødd. Eg minnist enn angan av tínum klæðum. Eg minnist enn títt gongulag. Eg minnist tín­ar hendur, sum smurdu varra­ stift á varr­ar­nar, sum sták­ aðust í køk­inum, sum reins­ aðu plettar úr klæðunum, sum settu plástur á sárið og kíndu mær, tá ið eg hevði ilt. Eg minnist enn vælveruna av at balla meg undir puffutar dýnur við stroknum seingja­ klæðum. Eg minnist óteljandi nógvar góða løtur saman við tær, Omma. Ótelj­andi nógv klemm. Ótelj­andi nógv­ar bil­túrar. Ótelj­andi nógv­ar út­ferðir. Ótelj­andi nógv sól­ bað á altanuni. Ótelj­andi nógv­ar te­munnar við breyði og skerpikjøti. Ótelja­ndi nógv­ar smákøkur. Ótelj­andi nógv bomm. Eg mungi enn eftir tínum sunnu­dags­døg­ verð­um við ommusa sós. Eg mungi enn eftir heima­ gjørd­um kakao og mikro­ ovns­hitaðum ommu­boll­um. Tú hevði altíð tíð. Tú vart altíð til reiðar við eini hjálp­ andi hond. Saknurin í tær er stórur, Omma. Eg goymi teg í minninum. Ommubarn Jenny Kragesteen (1927-2013) Her á fold skjótt lívið út man renna, Hvør kann siga, góð man vera tíð, Hvør man tal á lívsins døgum kenna? Brátt sítt síðsta slag tín klokka slær. Fari at royna at skriva nøkur orð um teg, góða Mása. Deyðin er hin síðsti fíggindini er sagt, og so er. Tú hevði verið sjúk eina tíð, men tað mundi fara at verða betur. Men so var ikki. Lívið var liðugt. Jógvan sat hjá tær. Stillisliga og róliga slapp tú burtur. Hvat kann vera betur? Eg fari nú nøkur ár aftur, til tá vit rættiliga komu at kennast. Mása var í handlinum á Stongum. Mása og hinar í handlinum prátaðu við meg og spurdu, hvar eg hevði verið. Eg segði í Árnafirði. Mása forstóð seg ikki uppá, hvat har var. Jú, beiggi hennara Torleif var har, og hann bleiv seinni maður mín. Ja, gott at eiga góð minnir. Vit eru komin nógv á gátt í tykkara heimi, hjartalig og blíð bæði tvey. Vit vóru ofta samdar í okkara práti. Tú var eisini so gávumild, skuldi altíð okkurt. Tú fórst ongantíð út aftur við ongum. Gud elskar ein glaðan gevara. Deyðin kemur altíð óvæntað, halda vit. Men gott at sleppa so stillisliga heim til hin Harra Jesus, okkara frelsara, sum elskar okkum við sínum æviga kærleika. Tú leið nógv av at tú ikki sá so væl longur, men álíkavæl royndi tú at binda, so tað vóru ikki so fá hosupør tilsamans. Fleiri vóru tey, ið fingu eitt par frá tær. Tað vóru ríkar løtur í tykkara heimi, tá Jógvan sat við orglið og Mása sang. Góða Mása, tú verður nógv saknað, tí tú fylti so nógv, men vit unna tær hvíldina heima í hinum ævigu bústøðum. Bústðaur er hin ævigi Gud, og her niðri hinir ævigu armar. Máttu hesir armar hildið tykkum uppi í komandi døgum, tit børn og barnabørn, Jógvan, Gerhard, Elfin, Maria, Eileen. Vit hugsa um tykkum. Takk og Gud at tú frelsti meg, takk at blóð títt rann fyri meg, takk at Harran Jesus tú gav, takk fyri náðinnar djúpa hav. Heilsan frá okkum øllum. Torleif og Nicolina Minningarorð um ThomasiuTróndheim, Klaksvík f. 31. juli 1930 – d. 7. apríl 2014