hósdagur 8. mai 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Edmund Joensen
tíðargrein síða 11
1.303
dagar í
heingi
koyggju
Anna Katrin Matras
Eygamálið síða 10
Gløgt
er gestsins
eyga
Politiska skipanin er ikki altíð so
løtt at skilja. Sagt verður javnan, at
politikkur er at vilja broyting. Allir
politikarar eru politikarar, tí teir
vilja skapa okkum øllum eitt betri
samfelag.
Men tað eru kortini aðrar bind
ingar í politikki, har tað at skapa
eitt betri samfelag ikki altíð kemur
í fremstu røð. Summir politikarar
fara enntá so langt, at teir atkvøða
fyri at gera eitt verri samfelag, tí at
ávísir persónar eiga uppskotið.
Tað gav at bíta hósdagin, tá løg
tingið atkvøddi í málinum um at
fáa skipini hjá Strandferðsluni at
sigla allar dagar í árinum.
Samgongutingmenninir í Sand
oynni, Gerhard Lognberg og Brand
ur Sandoy, brúktu á páskum al
mennar skattakrónur at leiga skip,
so siglandi varð um Skopunarfjørð
bæði langafríggjadag og páskadag.
Hetta málið hevði so stóran týdning
fyri oynna, at teir máttu gera alt,
sum stóð í teirra makt fyri at fáa
málið framt.
Hetta søgdu teir, vitandi um, at
tveir aðrir útjaðarapolitikarar, Sirið
Stenberg og Páll á Reynatúgvu,
høvdu eitt uppskot liggjandi í ting
inum um tað sama.
Tá atkvøtt var hósdagin atkvøddi
Brandur Sandoy ímóti við teirr
grundgeving, at hann var partur av
eini samgongu – og at hann kundi
ikki taka undir við einum andstøðu
uppskotið, hvørs endamál bara var
at stinga samgonguni neisir. Ger
hard Lognberg fór av tingi og at
kvøddi als ikki.
Annað mál er málið um at loyva
samkyndum at gifast borgarliga.
Kanska meiriluti er fyri tí á tingi
– eins og tað er fólkinum sambært
kanning hjá Lóðri, men tað slapp
tingið ikki at taka støðu til, tí løg
maður helt fast við, at talan er
um samgongumál sum ikki skuldi
samtykkjast. Løgmaður »traðkaði í
karakter« og álegði tingfólkum sín
um at atkvøða í móti.
Men í málinum um at kanna Eik
Grunnin hevði løgmaður ikki sama
vilja og ikki somu gjøgnumslags
kraft. Jú, hann hevur rópt á tingsins
røðarapalli um, at hvør steinur skal
vendast í málinum. Kortini noktaði
hansara samgonga at játta neyðugu
pengarnar til endamálið.
Var sami vilji her hjá løgmanni
at sláa ígjøgnum, so hevði hann
helst funnið pengarnar. Tað lovar
hann nú at gera kortini. So fáa vit
at síggja.
Men tað hugstoytt at síggja, at
tingið fellir møguliga konstruktiv
uppskot við teirri grundgeving, at
andstøðan bara spælir hund.
ymisk eru fyrilitini
Tað var ein stór søga á pásk
um, at teir báðir sandoyar
tingmenninir hjá samgonguni
ikki kundu liva við, at einki
ferðasamband var við Sand
oynna
langafríggjadag
og
páskadag.
Tí tóku teir – fyri skatta
borgaranna rokning – og leig
aðu ein bát at siga hesar dag
ar. Helst fyri at koma hinum
triða sandoyartingmanninum
í oynni í forkeypið, sum saman
við ørðum útjaðarapolitikara
hevði lagt uppskot fyri tingið
um tað sama.
Men nei. Nú kunnu hvørki
Gerhard
Lognberg
ella
Brandur Sandoy taka undir
við, at Strandferðslan skal
sigla allar dagar í árinum.
Brandur Sandoy var bank
aður upp á pláss av sam
gonguna at atkvøða ímóti,
meðan Gerhard Lognberg
ikki var maður at møta upp í
tinginum.
Aðrir útjaðarapolitikarar
úr samgonguni hildu seg
eisini burtur – heldur enn at
atkvøða ímóti.
Spurningurin er so, um tað
bara vóru lótir, at Brandur
Sandoy og Gerhard Lognberg
brúktu skattakrónur soleiðis
á páskum. Var tað fyri koma
sær sjálvum fram? Tí málið
um at fáa skipini at sigla ligg
ur so ikki fremst hjá teimum
báðum,
Tey tingfólk, sum eru fyri,
at Strandferðslan skal sigla
allar dag, eru hesi:
1. Sirið Stenberg
2. Páll á Reynatúgvu
3. Gunvør Balle
4. Bjørt Samuelsen
5. Kristina Háfoss
6. Høgni Hoydal
7. Eyðgunn Samuelsen
8. Henrik Old
9. Aksel V. Johannesen
Tey tingfólk, sum eru ímóti
at Strandferðslan skal siga
allar dagar, eru hesi:
1. Jógvan á Lakjuni
2. Edva Jacobsen
3. Jóna M. Mortensen
4. Helgi Abrahamsen
5. Alfred Olsen
6. Reimund Langgaard
7. Rósa Samuelsen
8. Bárður Nielsen
9. Brandur Sandoy
10. Rodmundur Nielsen
11. Bjarni Djurholm
12. Janus Rein
13. Vinjard Johansen
14. Bill Justinussen
Onnur »útjaðaratingfólk«
sum ikki møttu upp til hend
an tingfundin, vóru Kristin
Michelsen, Jákup Mikkelsen
og Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttir.
Staðfestast kann, at málið
um at fáa Strandferðsluna
at sigla allar dagar als ikki
hevur áhuga hjá tinginum
– og serliga lítlan áhuga hev
ur tað millum tingfólk úr
útjaðaranum,
Atkvøðuneytini á Sandoynni
At tað er gott at hava onkr
an at skylda uppá, tá tað
gongur knapt so væl, tað
kenna øll.
Tað kenna vit eisini úr
okkara politisku skipan,
har vit í meira enn hundrað
ár hava brúkt danir til slíka
skjótiskivu, tá tað gongur
illa.
Síðsta stóra dømið var
Eik Banki. Heldur enn at
fokusera upp á allar feilir
nar, vit sjálvi gera, so skeld
aðu og leikaðu vit í um Fin
ansiel Stabilitet – danska
bankabjargingarsystemið
– heldur enn at hyggja inn
eftir, taka í egnan barm og
spyrja, hvussu tað bar til, at
føroysku eftirlitsmyndug
leikarnir góvu nøkrum fá
um persónum átta ár koyra
meira enn 175 ára gamla
Sparikassan á heysin við
skilaloysi.
Nú um dagarnar hevur
avlurtingar
pakkin hjá
løgmanni
verið til
viðgerð
ar í tingi
num.
Ikki fyrr enn fjølmiðlar
fóru at grava í honum, eru
politikarar farnir at ressast
við, um hetta nú er so neyð
ugt, sum politiið og onnur
vilja vera við.
Greitt er, at tað kostar
nógvar pengar til teknikk
at seta pakkan í gildi. Men
tað hevur ikki so stóran
týdning fyri politikararnar,
sum eru vanir at arbeiða við
»other people's money«. Tað
skuldu telefeløgini sjálvi
gjalda.
Men tú er tað heldur
ikki so gott, tí tey eru farin
at leika í.
Hvat er so til ráða at
taka? Politikarar halda ikki,
at tað er rímuligt at senda
rokningina
til
føroysku
skattgjaldararnar. Jú, sjálv
andi skulu danskararar be
tala, danskir skattgjaldarar!
Politiið er danskt – og vupsi,
um danskarar fáa rokning
ina, so eru øll glað. Sjálvt
tey, sum skulu yvirtaka og
gjalda alt...
– Ein løgin hug
burður,
má
sigast...
Sjálvandi skulu
danskarar betala
Tá politikkur snýr seg um
vinna neisur, er tað ikki gott
Tað var ikki meint í álvara, tá borgarstjórar í Sandoynni á
páskum brúktu nógvar skattakrónur at leiga skip at sigla
fyri Strandferðsluna. Teir eru als ikki fyri, at løgtingið
skal fáa Strandferðsluna at sigla allar ársins dagar