Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 P / F D u t y F r e e F A E V á g a F l o g h a v n 3 8 0 S ø r v á g u r F a r o e I s l a n d s T e l . 3 5 4 4 0 0 Hevur tú hug, evni og áhuga at arbeiða innan sølu og tænastu, so bjóðar nýggi tollfríi handilin í nýggju farstøðini á flogvøllinum í Vágum tær eitt sera spennandi og avbjóðandi starv sum handils- og sølufólk. Søkt verður eftir fólki M/K at arbeiða fulla tíð umframt fólki at arbeiða sum avloysarar. Arbeitt verður skiftandi arbeiðstíðir. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í einum spennandi altjóða umhvørvi, har okkara uppgáva verður at veita teimum ferðandi, ið ynskja at keypa tollfítt, eina góða og skjóta tænastu. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, fleksibul og hevur hug og hegni at veita kundum okkara góða tænastu og at taka eitt eyka tak, tá á stendur. Tú skal vera fyrikomandi og duga væl við fólki og hava førleika at samskifta á enskum og skandinaviskum. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur útbúgving og/ella royndir innan handil og sølu og at tú hevur kunnleika til vørur, ið verða seldar í Duty Free handlum, so sum smyrsl, lyktilsi, vín og rúsdrekka, góðgæti v.m. Fyrsta uppgávan verður at hjálpa til við at byggja handilin upp og fáa handilin kláran, áðrenn nýggja farstøðin letur upp í juni 2014. Um so er at starvið sum handils- og sølufólk í Duty Free FAE er nakað fyri teg, so er bara at senda eina umsókn við CV og mynd til okkum á jonny@dutyfreefae.fo innan 12. mai 2014 kl. 12.00 Um so er at tú hevur spurningar til starvið, so ert tú vælkomin at senda ein teldupost til Jonny Müller Prisco, leiðara, á jonny@dutyfreefae.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði Starvsfólk til nýggja Duty Free handilin á flogvøllinum Duty Free FAE er eitt sjálvstøðugt partafelag og sjálvstøðugt brand, sum Vága Floghavn og Atlantic Airways eiga í felag. Felagið leigar handilsøki á flogvøllinum frá Vága Floghavn. Nýggja farstøðin og handilin lata upp í juni 2014.