Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014 2 VIKUSKIFTI Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eitt nýtt – og heldur øðrvísi – tónleika­ tiltak verður fyrstu ferð hildið tann 12. juli. Tá verður skipað fyri tónleikatiltaki á Oyrabakka – við brúnna um Streym­ in. Tiltakið hevur fingið heitið »Við brúnna« og skal bjóða føroyskan tón­ leik, hugna og undirhald. Fleiri enn 15 føroyskir tónleikabólkar og einstaklingar fara at framføra á úti­ palli, sum verður í gongd frá kl. 15.00 seinnapart til út á miðja nátt. Eitt tjald verður sett upp og skal eisini hýsa liv­ andi tónleiki. Eydnan á Oyrabakka skal eisini brúkast til tiltakið, og har verður eitt nú dansur og felagssangur á skránni. Tey, sum skipa fyri, siga, at ætlanin við konsertdegnum er at geva fólki eina góðar summaruppliving og skapa eitt umhvørvi, har ung og eldri kunnu hugna sær. Børnini fáa eisini undirhald við tón­ leiki, upplestri, skemti og spølum. Fyrireikararnir siga, at tey fyrstu tón­leika­nøvnini, sum fara at spæla »Við brúnna« verða kunngjørd í næstu viku. Hans Oliver Joensen er samskipari av tiltakinum. Smakur er altíð persónligur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Conchita Wurst / Mynd: Polfoto klumman Miðskeiðis í juli mánaði verður nýtt tónleika­ tiltak hildið við brúnna um Streymin Tá eg havi hoyrt um ella sæð myndir av barna­garðsbørnum, sum vitja á heimum, har gomul og veik búgva, havi eg ofta undrast á, hvør motivatiónin man vera. Skal nakar undir­haldast: tey á heimunum, sum sjálvsagt eru heima hjá sær sjálvum, ella børnini! Børnini syngja, eta matpakkar, fáast við jóla- ella páskapynt o.a. Hvør veit, kanska liggur onkur faklig meining aftanfyri. Spurdi eina vinkonu, um henni hevði dámt at fingið nøkur barnagarðsbørn at komið heim til sín at sungið »Góðan morgun, ketta mín« fyri henni ein dag, tá hon var illa fyri og ikki orkaði til arbeiðis. – Nei, takk, tað hevði eg ikki tímað, var svarið. Eg haldi ikki, at tað er tengt at tínum árum, hvønn tónleik tær dámar. Um tú sum 30 ára gomul dámar Sting, Leonard Cohen, Oslo Gospel Choir ella føroyskan kórsang, er lítið sannlíkt, at tú sum 60, 70 ella 80 ára gomul velur barnagarðssang framum. Tey gomlu eru ikki ein einsháttaður bólkur, heldur enn nakar annar. Smakur er nakað persónligt. Hann er líka ymiskur hjá eldri og gomlum, sum hann er frá barni av og upp gjøgnum lívið. Tað er jú tað eina­ stand­andi við lívinum. Sum ger tað litfagurt og fjølbroytt. Ymiski smakurin ella áhugin fyri klæðum, innbúgvi, tónleiki, átrún­aði, ítrótti, bilum, hondarbeiði, ja øllum møgu­ ligum, er saman við persónligheitini við til at gera hvønn einstakan til nakað serligt. Eg kann taka eitt dømi úr talentkapping, har sjey ára gomul genta m.a. hevði valt sær løgini »Gloomy Sunday«, sum Billie Holiday sang í fýrati/fimmtiárunum, og »Bang Bang«, sum Nancy Sinatra sang í sekstiár­ unum. Gentan, Angelina Jordan, tulkaði hesar sangir so heilhugað, at dómarar og áhoyr­arar sótu rúnabundin og táraðu. Víst er henda gentan vælsignað við serligum gávum. Men við tí einfaldu uppfatanini av aldri og tón­leika­smaki, so høvdu fleiri væntað, at gentan heldur valdi sær onkran sang hjá Rihannu ella Beyoncé at syngja. Tað vísir, at tú ikki kanst taka nakað sum givið. Tí ynski eg, at tá tað viðvíkur gomlum og veikum, at í ongum viðurskiftum verður skorið yvir ein kamb. Men at vit alla tíðina og til seinastu løtuna síggja tað einstaka og serliga menniskjað. Og tað hendir tíbetur okkurt nýtt og spenn­andi. Um eina viku verður parkerings­ økið við Eysturoyar Røktar- & Ellisheim í Runavík karmur um ein tónleikafagnað. Hetta ljóðar sum eitt sera gott hugskot. Tey tólv nøvnini, sum verða at hoyra, eru so mikið ymisk, at har verður nakað fyri øll. Fyri­reik­arar­nir eiga stóra tøkk uppborna. Kann ímynda mær, at stákanin dagarnar framm­an undan setur sín ser­liga dám á í heim­inum. Vónandi og helst koma onnur við góð­um hugskotum, so komið verður til teirra, sum eru bundin av hjálp og stuðli frá øðrum. So segði hann... Skulu syngja og spæla við brúnna – Í alt ov langa tíð hevur flokkurin verið alt ov semjusøkjandi, og tí hevur hann hug at missa fótafestið Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú flokkurin fær dygt slag í nýggjari veljarakanning Simona Weihe Mitt í juli verður tónleikatiltak við brúnna um Streymin