Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 99 - 27. mai 2004 Nr. 99 - 27. mai 2004 3 Høgni í Snar- skivuni Í dag, hósdagin, letur upp framsýning við vatnlits- myndum hjá Høgna W. Larsen í forhøllini í Snar- skivuni á Vaglinum í Havn. Seinastu árini hevur lista- maðurin og arkitekturin Høgni W. Larsen serliga lagt seg eftir at mála býar- myndir og gøtumyndir úr Havnini. – Eg haldi, at enn eiga vit fleiri vakrar gøtur í Havn- ini, sum kanska um nøkur fá ár eru farnar í søguna. Tað, sum eyðkennir hesar gøtur og ger tær livandi og spennandi, er fyrst og fremst allir litirnir og í góðum sólarljósi skugga- spælið á húsaveggjum og á smølu vegunum, sigur listamaðurin Høgni W. Larsen. Tað er mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu, sum skipar fyri listafram- sýningini. Á framsýningini, sum letur upp í dag klokkan 16, hevur Høgni umleið 40 vatnlitamyndir í glasi og rammu. 25 myndir eru nýggjar og til sølu, og hinar eru ogn. Mest øll mynd- evnini eru býarmyndir og gøtumyndir úr Havn, men eisini eru nakrar náttúru- myndir úr Kvívík, Koltri og Gjógv, umframt fýra úr vísuni Vaagen. Snarskivan, har framsýn- ingin er, hevur opið frá mánadegi til fríggjadag frá klokkan 9 til klokkan 16, og hósdag til klokkan 18. -hkm Høgni W. Larsen letur í dag upp framsýning á Snarskivuni Astri í Lista- skálanum Í dag, hósdagin klokkan 16, letur upp stakfram- sýning í Listaskálanum í Havn. Tað er Astri Luihn, sum vísir fram sína list, ið fyllir gamla skálan, forhøllina og pyramiduna innanfyri. Malan Marn- ersdóttir, nýtilnevndur professari, letur fram- sýningina upp, og Petra Iversen syngur. Astri Luihn sýnir fram 44 málningar, ið eru gjørdir á linoleumsplátur, har hon sker, málar og nýtir ymsar grafiskar teknikkir í eini og somu mynd. Myndirnar hava støði í Brynhildartátti. Fram- sýningin er opin frá 27. mai til 18. juli 2004. - hkm Tosar um kjarnan Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfe- lag skipa fyri almennum fyrilestri í Ovastovu í kvøld, hóskvøld, klokkan 20. Tað er Einar Sol- heim, evnafrøðingur, sum heldur fyrilestur um nýggja stóra gransk- ingarkjarnan í Bergen, sum kostaði eina milliard krónur og sum stóð liðugur í fjør. Granskingarkjarnin PROBE, sum hann er nevndur, er ein bran- nýggjur tjóðar protein- granskingarkjarni við Universitetið í Bergen. Bygningurin hevur ta nýggjastu og mest fram- komnu tøkniligu útgerð- ina, ið finst á marknað- inum. PROBE er fíggjað av UiB og FUGE-ætlan- ini, (FUGE: Funksjonell Genomforskning) og fekk 20 milliónir norskar krónur játtaðar til keyp av útgerð. Kjarnin luttek- ur í altjóða samstarvs- verkætlanum um protein- gransking. Einar Solheim, sum í løtuni hevur farloyvi frá 1. amanuensis-starvi á Instituttinum fyri Farma- kologi, er starvsettur á PROBE. Hann fer í fyri- lestri sínum at umtala henda granskingarkjarn- an, tøkniligu framkomnu analysu-útgerðina og uppgávur, sum kjarnin dagliga arbeiðir við. hkm Seinasti fyrilesturin Hóskvøldið tann 27. mei klokkan 19.30 verður almennur fyrilestur á Margarinfabrikkini. Fyri- lesturin ber heitið Sjálvs- mynd-Ímynd-Fyrimynd. Tað er Kári Leivsson, sálarfrøðingur, ið fer at greiða frá og hugleiða um sjálvsmynd, ímynd, og fyrimynd, sum hava nógv at týða í ungdóms- árunum. Fyrilesturin er ætlaður ungdómum, foreldrum, pedagogum, lærarum og øðrum áhugaðum. Fyri- lesturin er ókeypis, og hann er tann seinasti fyri- lesturin á Margarin- fabrikkini áðrenn summ- arsteðgin. - hkm DJ-Show Leygarkvøldið verður stórt DJ-Show við »DJ- Switch« í Eydnuni á Oyrarbakka. – Tann besti Dj’arin í Føroyum í løtuni fer at pumpa húsið, siga fyri- reikararnir. Skipað verð- ur fyri ókeypis bussi úr Havn og úr Eysturoynni til tess at bøta um trygd- ina hjá teimum ungu, sum á náttartíð ferðast í privatbilum. - hkm Froskar í Eysturoynni Mikudagin tann 26. mai, í gjár, varð nýtt frosk- mannafelag sett á stovn. Nýggja felagið heldur til í Eysturoynni, og tað eit- ur Eysturoyar Frosk- mannafelag. Limir í Tórshavnar F r o s k m a n n a f e l a g greiddu frá teirra virk- semi á stovnandi aðal- fundinum hjá Eysturoyar Froskmannafelag. hkm Edmund Jacobsen, best kendur sum sangari í Chase, hevur saman við øðrum stovnað bólkin Super Sonic. Nýggi bólk- urin spælir rock av tí harða slagnum. Bólkar sum Black Sabbath, Soundgarden, Alice In Chains, Monster Magnet og Audioslave hava givið íblástur til løgini hjá Super Sonic. – Tann harði rockurin hevur altíð verði mín tón- leikur. Eg havi roynt at skrivað pop og bleytari tónleik, men havi nú ásanna, at eg dugi best at skriva løg av tí buldruta slagnum. Tað er stuttligari, sigur Edmund Jacobsen. Edmund hevur síðani 1992 verði búsitandi í Dan- mark, og hevur øll hesi árini verði virkin innan tón- leik. Fyri tað mesta hevur hann spælt tónleik til veitslur og á smærri spæli- støðum. Og nú vil hann aftur royna seg við egnum løgum saman við nýggja bólkinum, sum hevur heim- stað í Esbjerg. – Tað er ikki nøktandi bert at spæla tónleik, sum onnur hava gjørt. Eg havi altíð smíða løg, men havi mangla teir røttu tónleikar- arnar. Bólkurin Super So- nic er tann heilt rætti fyri meg, sigur Edmund Jacob- sen. Í løtuni er Super Sonic í venjingarhølunum fleiri ferðir um vikuna, og ætl- anin er at innspæla eina stakfløgu seinni í ár. Bólk- urin spælir fyrstu konsert- ina í Esbjerg tann 11. juni. – Eg vóni, at tað verður møguligt at koma til Før- oya at spæla innan alt ov langa tíð, sigur Edmund Jacobsen, stovnari av nýggjum rockbólki. Tey flestu munnu kenna Edmund best sum sangara í bólkinum Chase, sum gav fløgur út í 1992 og 2001. hkm Stovnar rockbólk í Danmark Super Sonic: Frá vinstru Edmund Jacobsen, sang; Simon F. Melsen, guitar; Matthew Anyanwu, trummir; og Thomas Petersen, bass. Mynd: Paul van Zijl 20 ár Hvítusunnudag verður Fuglafjarðar kirkja 20 ár. Henda dagin verður hátíð- argudstænasta klokkan 11 í kirkjuni. Fuglafjarðar Sangkór syngur, og sóknar- presturin, Uni Næs, præ- dikar. Seinnapartin hvítu- sunnudag klokkan 15 verð- ur sanggudstænasta í kirkj- uni. Kirkjukórið í Vest- manna kirkju syngur. Grundarsteinurin til nýggju kirkjuna í Fugla- firði varð lagdur 12. juni 1983 og kirkjan varð vígd hvítusunnudag 10. juni 1984. Tað er danski arki- tekturin Holger Jensen, sum hevur teknað kirkjuna, og Sveinbjørn á Horni, byggimeistari, stóð fyri arbeiðinum. - hkm Í seinastu viku varð nýggj OECD kanning almannakunngjørd, og úrslitið var ein skelkandi avdúking av, at danski fólka- skúlin hevur álvar- som sjúkueyðkenni og er eftirbátur á økinum í europeiskum høpi. Danska lærarafelagið stendur fyri skotum frá politikarum og serfrøðingum KANNING Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Sum flestum kunnugt er danska fólkaskúlaskipanin galdandi í Føroyum, og tí er tað hugvekjandi fyri okkum føroyingar, at spildurnýggj OECD kanning avdúkar álvarsamar trupulleikar í danska fólkaskúlanum. Eftir 10 ár sum bleyt millumvøra í altjóða kann- ingum kastaði danska blað- ið Berlingske Tidende í seinastu viku ljós á trupul- leikan, eftir at døpru úr- slitini vórðu almannakunn- gjørd av OECD, sum er ein felagsskapur fyri fíggjarlig- um og menningarligum ar- beiði. Úrslitið av kanning- ini var, at Danmark er eftir- bátur í europeiskum høpi hvat góðsku í fólkaskúlan- um viðvíkur, og ein høv- uðsniðurstøða er, at donsk børn eru sera illa fyri við vantandi fakligum førleika samanborið við restina av Europa. Lesið meiri um ítøkiligu sjúkueyðkennini í danska fólkaskúlanum aðrastaðni á síðuni í við- talu, sum Berlingske Tidende hevur gjørt við danskan professara. Kanada og Finland fremst Fleiri positiv viðurskifti eru eisini at finna í danska skúlaverkinum sambært kanningini, men niðurstøð- an er, at danska fólka- skúlaskipanin, sum vit eis- ini nýta í Føroyum, als ikki er nøktandi og er ikki á jøvnum føti við fólkaskúl- an í teimum londum, Dan- mark vanliga samanber seg við. Kanada og Finland vóru OECD londini við besta fólkaskúlanum, meðan danir endaðu mitt á listan- um saman við meiri tilaft- urskomnum londum og nakað aftanfyri onnur fram- komin vælferðarsamfeløg. Kanningin um danska fólkaskúlaverkið byggir á granskingararbeiði hjá ein- um serfrøðingaliði undir OECD leiðslu við onglend- inginum Peter Mortimore á odda. Mortimore er fyrr- verandi stjóri á útbúgving- arskrivstovuni á University of London. Enska serfrøð- ingaliðið hevur vitjað og kannað danskar skúlar, stovnar, foreldur, lærarar, næmingar, kommunal-pol- itikarar, landspolitikarar o.s.fr. OECD rapportin um danska skúlaverkið skal viðgerast á ráðstevnu 9-10 juni í Keypmannahavn, har øll OECD londini luttaka. Umframt hetta verða lær- arafeløgini og lands- og kommunalpolitikarar við á stevnuni. Ein møguleiki, føroysku myndugleikarnir skuldu umhugsa at luttikið á. Lærarafelagið stendur fyri skotum Undirvísingarmálaráðharri n úr Venstre, Ulla Tørnæs, er sera glað fyri kanning- ina, og hon vil beinanvegin kasta ljós á og betra um trupulleikarnar í danska skúlaverkinum. Hon vil innføra fleiri royndir, hægri krøv og fleiri eftirmetingar í fólkaskúlanum. – Vit skulu hava fleiri diagnostiskar royndir í fólkaskúlanum, sum skulu vísa og avdúkað støðið. Vit skulu innføra eina lesi- roynd í 2. flokki, eina dansktroynd í 4. flokki og eina rokniroynd í 7. flokki, sigur undirvísingarmála- ráðharrin Ulla Tørnæs, sum finst at danska lærarafel- agnum fyri vantandi ný- hugsan. Undirvísingar- málaráðharrin vil sostatt skapa eina nýggja evaluer- ingsmentan. Fleiri aðrir danskir polit- ikarar og serfrøðingar hava tikið orðið í sambandi við nýggju kanningina, og ser- liga verður kanónin vend móti danska lærarafelagn- um. Stóra fakfelagið verður lagt undir at vera stívt og tungt at dansa við, og hvassastu atfinningarnar higartil komu frá Louise Frevert úr Dansk Folke- parti. – Høvuðsorsøkin til trup- ulleikarnar í danska fólka- skúlanum er danska lærara- felagið. Felagið er stívt og konservativt og forðar fyri eini og hvørjari menning. Limirnir og leiðslan tosa altíð um umstøður lærar- ans, men eg leggi líka í lær- ararnar, so leingi teir ikki fyrst og fremst hugsa um, hvat er best fyri næming- arnar, sigur Louise Frevert. OECD uppsangur til danska fólkaskúlan – Við hægri krøvum, fleiri royndum og meiri eftirmetingum skulu vit menna danska fólkaskúlan, sum er á alt ov lágum støði, sigur danski undirvísingarmálaráðharrin Ulla Tørnæs úr Venstre eftir avdúkandi OECD kanning Mynd: Scanpix – Ein stórur partur av donskum ungdómi eru funktionellir analfebatar eftir níggju ára skúla- gongd, fleiri og fleiri fáa serundirvísing, vit eru ódugnalig at integrera tilflytarar og vit duga als ikki at bróta niður sosiala arvin. Hetta sigur danski professarin á Danmarks Pædago- giske Universitet, Niels Egelund, eftir nýggju OECD kann- ingina KANNING Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í seinastu viku var OECD kanningin um danska fólkaskúlan almannakunn- gjørd, og úrslitið hevur veruliga sett gongd á kjakið um lága støðið og sjúku- eyðkennini, danskir næm- ingar sambært kanningini líða undir. Ein, sum við egnum orðum hevur »rópt og skrála« í mong ár, er danski professarin á Dan- marks Pædagogiske Uni- versitet, Niels Egelund. Berlingske Tidende hevði eftir OECD kanningina prát við professaran, sum ikki sparir uppá krútið við hvøssum atfinningum mót- vegis danska fólkaskúlan- um. Sambært danska profess- aranum eru fýra sjónligir og álvarsamir høvuðstrup- ulleikar í danska fólkaskúl- anum, sum ikki eru at finna í eins stóran mun í granna- londunum hjá Danmark. – Ein stórur partur av donsku børnunum eru funktionellir analfebatar eftir níggju ára skúlagongd, fleiri og fleiri fáa serundir- vísing, vit eru ódugnalig at integrera tilflytarar, og vit duga als ikki at bróta niður sosiala arvin, sigur Niels Egelund, sum í fleiri ár hev- ur funnist at donsku fólka- skúlaskipanini. 18% duga ikki at lesa Hann heldur, at lyklaorðið fyri framgongd er støðug evaluering (eftirmeting) og hægri krøv til næmingarn- ar. Við hægri krøvum og øktum eftirmetingum hevði undirvísingin sambært Niels Egelund verið tillaga hvørjum einstøkum næm- ingi sær. – Úrslitið sambært OECD kanningini vísir, at 18% av donsku fólkaskúla- næmingunum duga ikki at lesa, tá teir fáa fólkaskúla- prógvið, og umframt hetta er øll vitan, upplýsing og kunning á einum ov vána- ligum støði, slær profess- arin fast. Hann heldur tað vera al- neyðugt at fáa eina uppgerð í lag við donsku sjálvs- fatanina av, at »vit eru so dugnalig og framkomin«, og metir Niels Egelund eitt høvuðseyðkenni í danska fólkaskúlanum vera rein- dyrkað leti (dovinskapur). – Einki annað land í heiminum hevur fólka- skúlalærarar, sum nýta so lítla tíð saman við sínum næmingum. Donsku lærar- arnir hava árliga bert 6-700 tímar saman við børnunum, og tað er einfalt ov lítið, vísir professarin frá Dan- marks Pædagogiske Uni- versitet á. Víðari vísir Ege- lund á, at undanførslurnar als ikki halda. – Donsku skúla-myndug- leikarnir hava verið alt ov dovnir at seta krøv. Vit skulu seta krøv, sum noyðir allar næmingar at avrika maksimalt hvønn einasta dag í skúlanum, sigur Niels Egelund. Í løtuni lena lær- ararnir sambært professar- anum seg afturá og siga, at børnini ikki kunnu læra nakað, tí tey koma frá sosialstætt nummar fimm, tí foreldrini ikki eru donsk, ella tí móðirin býr einsa- møll. – Hesin hugburður er ikki nøktandi, og tíðin er komin til evaluering av inn- satsinum hjá bæði lærarum og næmingum í danska skúlaverkinum, slær Niels Egelund fast í kjalarvørrin- um av avdúkandi OECD kanningini. Í næstu útgávu verður roynd gjørd at fáa viðmerking frá føroysku myndugleikunum, tí sum kunnugt eru vit undir somu fólka- skúlaskipan sum danir. Um danskir fólka- skúlanæmingar eru so illa fyri, er áhugavert at vita, hvussu stendur til við føroyskum fólkaskúlanæmingum. hís Danski fólkaskúlin fostrar analfabetar - Í løtuni lena donsku lærararnir seg afturá og siga, at børnini ikki kunnu læra nakað, tí tey koma frá sosialstætt nummar fimm, tí foreldrini ikki eru donsk, ella tí móðirin býr einsamøll, men hetta eru bíligar undanførslur, sigur danski professarin Niels Egelund eftir nýggja OECD kanning Mynd: Scanpix C M Y K 3 2