Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tvær tær nýggjastu veljara­kann­ ing­ar, sum eru gjørdar um somu tíð í apríl mánaði og kunngjørdar nú í mai mánaði vísa, at samgongan ikki hevur undirtøku í fólkinum long­ur. Samgongan missir í báðum kann­ing­um seks tingsessir til and­ støð­una. Stóru tapararnir eru Fólk­ a­flokk­ur­in og Sambandsflokkurin – og í hesi síðstu eisini Mið­flokk­ ur­in. Tilsamans missa sam­gong­ u­flokk­ar­nir 11 prosentstig í mun til tað, sum teir tríggir flokkarnir fingu á val­i­num 29. oktober í 2011. Tað merkir, at um talan var um løg­tings­val, so hevði samgongan lagt frá sær. Aksel V. Johannesen hevði fingið uppgávuna frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni at skipa nýggja samgongu. Aksel V. Johannesen hevði havt tveir møguleikar. Annar var at skipa sam­gongu saman við Tjóð­ veldi og Fram­sókn. Hendan sam­ gong­an hevði havt 18 tingsessir aft­an fyri seg. Javn­að­ar­flokkurin hevði fingið løg­mann og tveir lands­stýr­is­sessir, Tjóð­veldi tríggjar lands­stýr­is­sessir og Fram­sókn ein lands­stýrissess. Hin møguleikin hjá Aksel V. Jo­ hann­e­sen hevði verið at skip­að sam­gongu saman við Sam­bands­ flokk­i­num og Fram­sókn ella hin­ um báðum smáu flokkunum, sum sam­bært hesi kanning høvdu fing­ ið ein tingsess í part. Tað verður helst ov trupult at arbeiða við eini sam­gongu við fýra flokkum, harav tveir, Sjálv­stýrslokkurin og Mið­flokk­urin høvdu havt ein í part. Tí er ein slík sam­gonga valla hugs­andi. Ein triði møguleiki er, at skip­ að verður ein breið samgonga við Javn­að­ar­flokk­i­num, Sam­bands­ flokk­i­num og Tjóð­veld­i­num. Hetta hevði uttan iva verið ein ar­beiðs­ før sam­gonga, sum kundi funnið semju um nógv stór­mál, bæði fiski­vinnupolitikkin og skatta­poli­ tikk­in. Tað hevði sjálvandi kravt, at Tjóð­veldi og Sambandsflokkurin løgdu stríðsøksina um ríkis­rætt­ ar­ligu støðuna. Hóast Tjóðveldi valla kann samstarva við Fólka­ flokk­i­num næstu tíðina, so hevði ein slík samgonga helst smakkað tjóð­veld­is­velj­arum illa. Tí er hon meira teo­ret­iskt enn realistisk. Báðar hesar kanningarnar benda á, at Fólkaflokkurin fær eitt time-out í politikki. Flokk­urin verður settur uttanfyri, tí Javn­að­ ar­flokkurin ikki vil samstarva við hann. Landsfundur floksins hevur júst kon­fir­merað hesa avgerð, sum tí er enda­lig. Telvingin hjá Aksel V. Jo­hann­ e­sen við Framsókn fer tí helst at gera av, um tað verður Tjóðveldi ella Sam­bandsflokkurin, sum verð­ ur hin stóri flokkurin í eini nýggj­ ari sam­gongu. Javnaðarflokkur, Samband og Framsókn mest sannlíkt So verður Aksel løgmaður Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi Síða 24-25 Frigg'in frálíkt á Frigg Tíðindi síða 23 Før­ oy­ing­ar ala tara í Grønlandi Løgtingsmaðurin Bárður Niel­sen er tann tingmaðurin, sum hevur størstu fráveruna í ting­setuni 2013. Nú tingsetan 2013 er av sæst í gerðabók løgtingsins, hvussu væl tingfólk hava møtt upp teir 89 fundirnir, sum verið hava í tingsetuni 2013, sum er tingsetan, sum byrjaði á ólavsøku, og sum endar á ólavsøku í summ­ar. Tingið er farið til hús, men kann altíð kallast sam­an­ aftur. Soleiðis er talið á ting­ fundin ikki endaligt enn. Men til teir 89 ting­fund­ ir­nar, sum verið hava, vísir gerð­a­bókin, at Bárður Niel­ sen er tann tingmaður, sum hev­ur verið burtur festar ferð­ir. Bárður hevur ikki møtt á 11 av fundum. Tá hann so­leiðis verður skrivaður fyri »skult«, so er tað tí, at hann ikki hevur havt varamann fyri seg á hesum fundum. Men tað hevur sæð verri út við uppmøting. Í fjør kundu vit skriva søgu um, at Kristin Michelsen hevði ver­ ið burtur 38 prosent av ting­ fund­u­num. Hann lovaði tá at taka annað skinn um bak – og tað hevur hann gjørt, hó­ast hann framvegis hevur stóra fráveru. Løgtingið loyvir ting­fólk­ um, sum eru limir í Norð­ur­ land­a­ráð­num­, at verða burtur frá ting­ar­beiðinum tá fundur er í Norð­ur­landaráðnum. Tí sæst á list­a­num nið­anfyri, at Helgi Abrahamsen og Høgni Hoy­dal hava verið burtur á trim­um tingfundum í hesum sam­bandi. Listin niðanfyri vísir upp­møt­ing­ina hjá tingfólki í ting­set­uni 2013. Bárður Nielsen hevur størstu fráveru Aksel V. Johannesen, Alfred Ol­sen, Eivin Jacobsen Gunvør Balle, Helgi Abra­ ham­sen, Kári P. Højgaard, Krist­ina Háfoss, Páll á Reyna­ túgvu, Rósa Samuelsen og Sir­ið Stenberg. Hesi tíggju fólkini eru tey, sum møta best upp til ting­ fundir. Summir tingmenn úr út­j­að­ar­anum hava fyrr gramt seg um vánaliga ferða­sam­band­ið, tá teir eru skrivað­ir fyri ov nógvar frá­ verur. Men hesi 10 fólkini, sum altíð møta til arbeiðis, koma ymsastaðni frá. Tann sum hevur longstan veg til ar­beiðis á Vaglinum í Havn man vera Sirið Stenberg, sum býr í Vági. Páll á Reynatúgvu skal eisini um Skopunarfjørð, tá hann kemur av Sandi. 10 møta á hvørjum fundi Samanborið við onnur tingár, so sær ikki so galið út hjá tingfólki við uppmøting. Bara tveir tingmenn forsøma meira enn 10 prosent av tingfundunum: Ikki so galið við uppmøting 1 Bárður Nielsen: 12,5 2 Kristin Michelsen: 10,2 3 Bjarni Djurholm: 8,0 4 Rodmund Nielsen. 6,8 5 Poul Michelsen: 5,7 6 Jákup Mikkelsen: 5,7 7 Reimund Langgaard: 5,7 8 Joen Magnus Rasmussen: 5,7 9 Edva Jacobsen: 4,5 10 Brandur Sandoy: 4,5 11 Bjørt Samuelsen: 4,5 12 Elsebeth Mercedis Gunnleygs.: 3,4 13 Høgni Hoydal í Norðurlandar.: 3,4 14 Helgi Abrahamsen í Norðurlandar.: 3,4 15 Janus Rein: 2,3 16 Jenis av Rana: 2,3 17 Helena Dam á Neystbø: 2,3 18 Gerhard Lognberg: 2,3 19 Eyðgunn Samuelsen: 2,3 20 Henrik Old: 2,3 21 Rigmor Dam: 2,3 22 Hanus Samró: 2,3 23 Bill Justinussen: 2,3 24 Jógvan á Lakjuni: 1,1 25 Hanna Jensen: 1,1 26 Jóna Mortensen: 1,1 27 Høgni Karsten Hoydal: 1,1 28 Aksel V. Johannesen: 0,0 29 Alfred Olsen: 0,0 30 Eivin Jacobsen: 0,0 31 Gunvør Balle: 0,0 32 Helgi Abrahamsen: 0,0 33 Kári Páll Højgaard: 0,0 34 Kristina Háfoss: 0,0 35 Páll á Reynatúgvu: 0,0 36 Rósa Samuelsen: 0,0 37 Sirið Stenberg: 0,0