Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 99 - 27. mai 2004 Nr. 99 - 27. mai 2004 5 Fiskamarknaður Føroya: Umsetningurin minkaður við 150 mió kr. – Seinasta árið hevur givið eitt lítið hall, men Fiskamarknað- urin er kortini hampiliga væl kon- solideraður við eini eginogn, sum er út við 20 miljónir krón- ur, sigur John Niel- sen, stjóri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár klokkan 16 helt Fiskamarknaður Føroya ársaðalfund. Á skránni var eitt nú val av nevnd, og á hvørjum ári stendur øll nevndin fyri vali. Í gomlu nevndini var Óli Jacobsen nevndarformaður, og stjóri í Fiskamarknaði Føroya er John Nielsen. Eftir aðalfundin skipar nevndin seg, men blaðið var farið til prentingar, áðr- enn fundurin í gjár varð settur. Á skránni til aðalfundin var eisini eitt uppskot hjá nevndini um umskipan av Fiskamarknaði Føroya, so- leiðis at søluliðið og land- ingarparturin verða tvey ymisk feløg. Í eina tíð hevur verið uppá tal at umskipa felagið, men málið hevur higartil ikki vunnið frama, og tí eru hesar broytingar enn ikki framdar í verki. Lítið hall John Nielsen, stjóri og dag- ligur leiðari á Fiskamarkn- aði Føroya, sigur, at úrslitið hjá felagnum í farna ári er munandi verri enn seinastu undanfarnu árini. – Eg kann siga, at vit hildu 0-punktið í fjør – ella rættari; vit høvdu eitt lítið undirskot. Hann vísir á, at drúgva verkfallið á arbeiðsmarkn- aðin seinasta ár, og lágu fiskaprísirnir eru høvuðs- orsøkin til, at tað ikki gekst so væl sum undarfarnu árini. – Vit hava havt fleiri pos- itiv ár á rað, men soleiðis er ikki í farna ári, tá ið um- setningurin var einar 150 miljónir krónur minni enn árið fyri. John leggur tó dent á, at Fiskamarknaður Føroya er hampiliga væl konsolider- aður við einari eginogn, sum er út við 20 miljónir krónur. Upp og niður Tað verður altíð skiftandi uppgongd og niðurgongd í vinnuni. – Vit hava verið lastaðir fyri at taka ov nógv í okkara part, men tjena vit ikki pening og konsolidera okkum, tá ið alt gongur væl, er torført at ímynda sær, hvussu vit skulu fáa tað at bera til, tá ið tað ikki gongur so væl. John vísir á, at Fiska- marknaður Føroya hevur nógv viðskiftafólk, og tí kann eisini roknast við, at atfinningar stundum verða vendar móti felagnum. – Vit hava roynt at sett gjøldini, soleiðis sum vit halda tey vera mest rættvís, men hetta verður altíð ein metingarspurningur. Hann sigur, at útróðrar- menn ofta halda seg gjalda ov nógv fyri sína tænastu, men tað, sum goldið verð- ur, er ein avspegling av, hvat tað kostar at reka eina slíka fyritøku. John Nielsen ásannar, at tað er lutfalsliga dýrari at avgreiða tær smærru nøgd- irnar enn tær stóru nøgd- irnar. – Vit royna at gera okkara besta, men tað er torført at gera øllum til vildar sam- stundis, sigur stjórin í Fiskamarknaði Føroya. "Ein toskur og ann- ar", plaga vit onkun- tíð skemtandi at taka til, men hvussu stórur er tann størsti veru- ligi toskurin, sum menn vita um er veiddur NOREG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Manningin á norska línu- bátinum, Haldis, helt seg fyrr í ár hava fingið heims- ins størsta tosk, tá ið teir drógu ein tosk, sum vísti seg at viga 94 pund, inn um lúnningin. Men Finnmark Dagblad veit tó at siga, at onkur toskur er áður fingin, sum er størri enn hesin. Í 1964 hevði blaðið grein og mynd av toski, sum veiddur varð í 1930- árunum. Hesin vigaði 95 pund. Forsøgan til tíðindini í Finnmark Dagblað í 1964 var, at ein trolari tá hevði fingið ein tosk, sum vigaði 94,2 pund. Manningin helt, at hetta mundi vera heims- met. Men so var ikki. Sambært blaðnum í Finnmørkini, er størsti toskur, menn vita um, veiddur í 1960-árunum. Tað var ein fiskimaður í Gildeskål, sum tá fekk ein tosk, ið vigaði heili 104 pund. So, hetta var ein rætti- ligur toskur, má sigast. Heimsins størsti toskur Størsti toskurin, sum menn vita um er veiddur, vigaði 104 pund – Vit hava roynt at sett gjøldini, soleiðis sum vit halda tey vera mest rættvís, men hetta verður altíð ein metingarspurningur. Tað er lutfalsliga dýrari at avgreiða tær smærru nøgdirnar enn tær stóru, sigur John Nielsen Mynd: Vilmund Jacobsen Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur sett fyrrverandi maknaðarleiðaran á Føroya Tele at leiða Fornminnissavnið fyribils LOYSNIN Edvard Joensen Steffen Stumman Hansen er lækkaður í tign. Arne Thorsteinsson er endaliga farin úr starvi. Og fyrrver- andi marknaðaleiðari á Før- oya Tele er fyribils settur sum stjóri á Føroya Forn- minnissavni. Soleiðis gjørdist loysnin, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum legði fram á tíðindafundi í Mentamála- ráðnum fyrrapartin miku- dagin. Loysnin á trætumálinum, sum hevur verð á Føroya Fornminnissavni, er endað við, at bæði Steffen Stumman Hansen, lands- fornfrøðingur, og Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsfornfrøðingur, hava seg seg úr størvum sínum. Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður, váttar, at upp- leggið til loysnina kom úr Mentamálaráðnum. Út frá tí kann skiljast, uttan at landsstýrismaðurin vil siga tað, at menninir báðir hava fingið boð um, at soleiðis verður málið loyst. Skiftir starv Steffen Stumman Hansen verður verandi í starvi á Føroya Fornminnissavni í sløk fýra ár afturat. Hetta er tíðin, sum eftir er av setan- arskeiði hansara, sum var fimm ár. Hesa tíðina fer hann at virka sum vanligur savnavørður á Fornminnis- savninum. Men hann fer framvegis at fáa somu løn, sum hann eftir setanarsátt- mála sínum fekk sum landsfornfrøðingur. Arne Throsteinsson er frá mikudegnum at rokna loystur úr starvi á Førya Fornminnissavni og fer beinanveg av stovninum. Eisini hann fær tó fram- haldandi løn frá Føroya Fornminnissavni. – Arne Thorsteinsson er komin ta til árs, at honum restar eitt ár í pensións- aldur, og gjørt er av, at hann fær løn til ta tíð, sigur Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður. Til at hava leiðsluna á Føroya Fornminnissavni komandi tíðina hevur landsstýrismaðurin við mentamálum sett Poul Henrik Poulsen. Dentur verður lagdur á, at talan er um eina fyribils starvsset- an. Poul Henrik Poulsen er 38 ára gamal og útbúgvin cand. merc. Hann hevur royndir sum marknaðar- leiðari á Føroya Tele. Eisini hevur hann arbeitt í Noreg, eins og hann hevur havt egna fyritøku. Nýggi stjórin á Forn- minnissavninum hevur frá Mentamálaráðnum fingið tríggjar til seks mánaðar at fáa stovnin á rætkjøl aftur, sigur landsstýrismaurin. Tá tað er gjørt, verður tað, sum Mentamálaráðið kallar »ein vanlig leiðsla« aftur sett á stovninum. Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður, sigur, at tað er ikki vist, at tað verður ein fornfrøðingur, sum verður settur sum stjóri á stovnin- um. Men hann útihýsir heldur ikki møguleikanum fyri, at tað kann gerast tað. Gamlir trupulleikar Trupulleikarnir á Føroya Fornminnissavni gjørdust almannkunnugir, tá Steffen Stumman Hansen fyri einum góðum ári síðan varð settur sum landsforn- frøðingur. Við tíðini hevur málið mestsum ment seg til at gerast eitt persónsstríð millum hendan nýggja mannin og fólk, sum frammanundan vóru á stovninum. Millum annað hava starvsfólkini á stovninum klagað hann til landsstýris- mannin, eins og hann sjálv- ur hevur sent klagur um onkrar av sínum starvsfel- øgum. Sum skilst á landsstýris- manninum er ikki óvist, at tað eisini fyrr hevur verið eitt ávíst stríð á stovninum, uttan at hann kortini vil útgreina tað. Men við hesi loysnini, sum nú er vald, kennir hann seg sannførdan um, at friður verður. Hóast tað kann tykjast, at starvsfólkini á Fornminnis- savninum hava fingið sín vilja og fingið landsforn- frøðingin riknan úr starvi, sigur Jógvan á Lakjuni, at soleiðis skal málið ikki skiljast. – Eg vil gera heilt greitt, at talan verður ikki um, at starvsfólk á einumhvørjum stovni, sum í framtíðini kanska gerast ónøgd við leiðsluna, bara kunnu senda bræv til Mentamálaráðið og so fáa stjóran avsettan, sigur Jógvan á Lakjuni. Líta frameftir Landsstýrismaðurin sigur, at tað kennist sum ein lætti, at heta málið nú er avgreitt. Tí greitt er, at hetta hevur fylt nógv í gerandisdegnum hjá landsstýrismanninum seinnu tíðina. – Hetta er nú farið, sigur hann, og nú líta vit fram- eftir. Nýggi stjórin hevur nú fingið sína tíð at fáa gongd á aftur gerandisdagin á stovninum. Og so fáa vit at síggja, um tað verður longri ella styttri enn tann ásetta tíðin. Vit taka ta tíð, tað tek- ur, sigur Jógvan á Lakjuni. Poul Henrik Poulsen, fyribils settur stjóri á Før- oya Fornminnissavni, sigur, at hann fer til arbeiðis í næstu viku. Og hann fer at vera fysiskt til staðar á Før- oya Fornminnissavni hesa tíðina, hann skal leiða stovnin. Marknaðarmaður skal fáa skil á Poul Henrik Poulsen er settur fyribilsstjóri á Føroya Fornminnissavni. Hann er 38 ára gamal og útbúgvin cand. merc Mynd: Jens Kristian Vang Jógvaná Lakjuni boðaði á tíðindafundi frá, at lands- fornfrøðingurin hevur sagt seg úr starvi Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4