mánadagur 12. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Gongst tað Javnaðarflokk
inum so nøkulunda, sum
veljarakanningar
seinastu
tíðina benda á, so eitur næsti
løgmaður ikki Kaj Leo Jo
hannesen, men Aksel V. Jo
hannesen.
Síðsta mánadag prentaðu
vit eina kanning, sum Gallup
Føroyar hevði gjørt fyri ting.
fo, sum vísti, at samgongan
hevði mist seks tingsessir.
Størstu afturgongdina í teirri
kanningini fekk Sambands
flokkurin.
Nýggjasta kannignin, sum
varð kunngjørd um
vikuskiftið, og sum
Lóður hevur gjørt fyri Sjúrð
Skaale, fólkatingsmann, vísir
sama
úrslit:
Samgongan
missir seks tingsessir.
Men hesaferð gongur
tað ikki so hart út
yvir Sambands
flokkin, sum
í hinari
kann
ingini.
Hesaferð
missir
Sam
bands
flokkurin
»bara«
4,2
prosenststig,
sum kortini er ein stór
afturgongd.
Sambands
flokkurin fær í kanningini
20,5 prosent. Á valinum í 2011
fekk flokkurin 24,7 prosent.
Sambandsflokkurin
missi tveir tingessir
- men kortini bert
ein í mun til valið
seinast.
Hann
hevur síðani val
ið fingið Gerhard
Lognberg
úr
Javnaðarflokk
inum upp í Sam
bandsflokkin.
Bara tvær ferðir
áður í 108 ára longu
søguni hjá Sambands
flokkinum,
hevur
flokkurin klárað
seg verri enn í
hesi
kann
ingini. Fyrra ferðin var í 1974,
eftir at flokkurin hevði sitið
tvey skeið í samgongu saman
við Javnaðarflokkinum og
Sjálvstýrisflokkinum.
Seinna ferðin var eftir
at Edmund Joensen hevði
verið løgmaður í 1998. Tá fekk
flokkurin ringasta valúrslið,
flokkurin
higartil
hevur
fingið.
Seinasta veljarakannigin
gav Kaj Leo Johannesen
eitt enn verri úrslit, enn tað
hjá Edmundi Joensen. Men
hendan kanningin bøtir eitt
sindur um skaðan, tí flokk
urin fær 5,2 prosentstig
fleiri í hesi kanningini í mun
til hina hjá Gallup – hóast
afturgongdin framvegis er
sera stór, 4,2 prosent.
Størstu
afturgongdina
fær Fólkaflokkurin. Hann
gongur 5,1 prosentstig aftur
úr 22,5 prosentum niður í 17,4
prosentstig. Fólkaflokkurin
missir tríggjar tingsessir í
mun til manningina í dag,
men tveir í mun til valið. Eins
og hjá Sambandsflokkinum,
so hevur Fólkaflokkurin fing
ið ein tingmann afturat síðani
valið, Janus Rein, sum frá at
verða framsóknarmaður er
vorðin fólkafloksmaður.
Hin samgonguflokkurin,
Miðflokkurin, hevur eisini
lutvíst
stóra
afturgongd.
Flokkurin fer úr 6,2 prosent
um á valinum í 2011 niður
í 4,6. Tað er ein afturgongd
upp á 1,6 prosentstig, og tað
kostar
flokkinum
annan
tingsessin.
Stóri sigursharrin í hesi
kanningini
er
Javnaðar
flokkurin – sum fær eitt
hálvt prosentstig meira, enn
hann fekk í seinastu kanning.
Hetta gevur flokkinum tveir
tingsessir
afturat
–
ella
tríggjar fleiri, enn flokkurin
hevur nú, síðani Gerhard
Lognberg varð koyrdur úr
flokkinum.
Á seinasta løgtingsvalið
fekk Javnaðarflokkurin 17,8
prosent. Framgongdin hesa
ferð er 7,8 prosentstig, sum
gevur flokkinum 25,6 pro
sent av atkvøðunum og átta
tingsessir.
Sambært hesum báðum
seinastu
veljarakanning
unum, so vinnur Javnaðar
flokkurin aftur støðuna sum
størsti flokkur í Føroyum.
Eina støðu, sum flokkurin
hevur havt í mong ár. Frá
1958 til 1978 var hann størsti
flokkur og hevði løgmann
hetta tíðarskeiðið, burtursæð
frá sjálvstýrislandsstýrinum
frá 1963-67.
Á løgtingsvalinum í 1984
var Javnaðarflokkurin aft
ur størstur og skipaði sam
gongu. Men í 1998 var tað
Fólkaflokkurin,
sum
var
størstur og skipaði sam
gongu. Á valinum í 1990
fekk Javnaðarflokkurin eitt
sera gott valúrslit við 27,5
prosentum og tíggju ting
fólkum. Men á katastrofuval
inum fyri Javnaðarflokkin í
1994 misti flokkurin helmingin
av tingmanningini. Síðani er
flokkurin ikki komin fyri seg
– fyrr enn nú júst 20 ár seinni,
nú veljarakanningarnar aftur
eru blíðar við Javnaðarflokkin
og benda á, at flokkurin aftur
kann skipa samgongu sum
størsti flokkur.
Tjóðveldisflokkurin
hevur eisini framgongd í
hesi kanningini. Men hon
er ikki eins stór og í hini
kanningini. Flokkurin fer
úr 18,3 prosentstigum upp
í 20,8. Ein framgongd upp á
2,5 prosentstig, sum gevur
flokkinum ein tingsess aftur
at. Flokkurin fær átta fólk á
ting.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur eina lítla afturgongd.
Hann fekk 4,2 prosent av
atkvøðunum seinast, með
an hann fær 3,4 hesaferð.
Flokkurin nærkast sperru
markinum, men varðveitir í
hesi kanningini tingsessin.
Framsókn klárar seg væl
í hesi kanningini. Seinasta
kanningin gav honum eisin
sama tingmannatal, sum á
valinum seinast. Men tað er í
veruleikanum ein framgongd,
tí at Janus Rein, sum varð
valdur fyri Framsókn seinast,
er farin upp í Fólkaflokkin.
veljarakanning
Aksel hólvar sa
VELJARAKANNING Samgongan hevði milt sagt farið í spønir, um løgtingsval var í dag. Tað vísir enn ein
veljarakanning, sum gevur samgonguni risastóra afturgongd og bara 14 tingsessir í mun til 20 í dag
Løgtingsvalið okt 2011
29-10-2011
22,5
24,7
17,8
4,2
18,3
6,3
6,2
8
8
6
1
6
2
2
19
14
Gallup desember 2011
30-11-2011
19,2
24,9
20,2
2,7
18,9
5,9
8,4
7
8
7
0
6
2
3
17
16
Gallup februar 2012
21-02-2012
19,0
24,4
20,2
3,3
20,8
4,9
7,4
6
8
7
1
7
2
2
17
16
Gallup juli 2012
03-07-2012
15,7
22,2
23,1
2,9
22,1
7,2
6,8
5
8
8
0
8
2
2
15
18
Gallup november 2012
09-11-2012
19,6
23,5
20,8
2,7
21,8
5,8
5,9
7
8
7
0
7
2
2
17
16
Gallup februar 2013
25-02-2013
19,3
21,7
22,5
2,6
22,0
6,9
5,1
7
7
8
0
7
2
2
16
17
Gallup september 2013
16-09-2013
17,2
22,1
21,7
4,5
23,6
5,3
5,7
6
7
7
1
8
2
2
15
18
Gallup mai 2014
5/11/14
17,8
15,7
25,1
4,1
23,0
7,7
6,5
6
5
8
1
8
3
2
14
19
Lóður mai 2014
17.4
20.5
25.6
3.4
20.8
4.6
7.7
6
7
8
1
7
1
3
14
19
Undirøtka í mun til valið
-5.1
-4.2
7.8
-0.8
2.5
-1.7
1.5
Fólkaflokkurin
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýrisflokkurin
Tjóðveldisflokkurin
Miðflokkurin
Framsókn
Fólkaflokkurin
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýrisflokkurin
Tjóðveldisflokkurin
Miðflokkurin
Framsókn
Samgongan tils.
Andstøðan til s.
Kelda: Lóður
Aksel Johannesen,
formaður
Javnaðarfloksins