Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ein veljarakanning gevur altíð høvi til eftirrationaliseringar og spek­u­ lat­i­ón­ir. Soleiðis er eisini við teimum báð­um kann­ingum, sum hava verið kunn­gjørd­ar seinastu dagarnar. Sjálvandi skal ein veljarakanning ikki tak­st fyri meira enn tað, hon er. Hon er ein støðumynd beint nú. Hon merkir ikki, at soleiðis fara fólk at atkvøða um eitt ár, men soleiðis er støðan beint nú við teimum stat­ ist­isku frávikunum, sum kunnu vera í eini slíkari kanning. Taka vit tær átta velja­r­a­kann­ing­ a­r­nar, sum hava verið gjørdar síð­ani seiansta løgtingsval, so vísa tvær tær fyrstu aftan á valið, at sam­ gong­an hevði varðveitt meirilutan. Tann fyrta er longu gjørd í des­em­ ber 2011. Onnur kanningin, sum er gjørd tríggjar mánaðir seinni vísir á leið sama úrslit. Triðja kann­ing­ in var gjørd í juli 2012, og hon vísir stóra afturgongd – og sam­bært henni miss­ir samgongan meir­i­lut­ an. Síðani var aftur ein kann­ing í nov­em­ber, sum vísir, at at sam­gong­ an knógv­ar upp aftur á 17 tingfólk og fær meiriluta. Allar hinar kanningarnar vísa, at sam­gong­an hevur mist meirilutan. Talan er um eina støðuga aftur­ gongd frá 57,8 prosentum í oktober 2011 – sum nú gevur samgonguni 42,5 prosent. Hóast vit sjálvandi ikki kunnu stað­festa nakað valúrslit, so er boð­ini greið: Fólkið vil hava aðra sam­gongu. So er tað spurningurin, um velj­arin kann gera so nógv við tað. Gamaní kann eitt løgtingsval flyta nakrar løgtingssessir millum flokk­ar. Men veljarin hevur ikki ánlisi fyri, hvønn hann fær í Ting­ anes, fyri tað um hann velur hend­ an ella handan flokkin. Tað ein­asta, sum er greitt nú er, at Javn­að­ar­ flokk­urin fer ikki í samgongu við Fólka­flokk­in. Hetta er tað ein­asta, sum sæst av skipaðum blokk­pol­i­ tikki. Hóast góðu úrslitini hjá ser­ liga Javn­aðarflokkinum, men eis­ini hjá Tjóðveldi og Framsókn í velj­ar­ a­kann­ing­unum, so megna hesir flokk­ar ikki at siga, at »vit eru eitt al­tern­a­tiv til fólkfloks-sam­bands­ pol­i­tikkin, sum verður rikin í løt­ uni. Hóast Javnaðarflokkurin verð­ ur størstur, so kann hann sakt­ans enda í andstøðu, um Fólk­a­flokk­ urin og Tjóð­veldi finna saman í eina fullveldissamgongu við teim­ um smáu. Tí Tjóðveldi kann ikki sum Javnaðarflokkurin av­nokta Fólkaflokkin. Javn­að­ar­flokk­ur­in kann heldur ikki av nokta Sam­ bands­flokk­in – ella Tjóð­veld­is­ flokk­in, tí tað hevði – eins og hjá Tjóð­veldi – kostað atkvøður. Støðan er gruggut. Menn tað kann blíðka hjá hugaðum fólkum. Men tað hevði gagnað fólk­a­ræð­i­ num­, um veljarin hevði eitt veruligt val, áðrenn hann næstu ferð skal seta krossin. Veljarin fær onga ávirkan á samgongumøguleikarnar Embætisførslan hjá Johan Dahl, lands­stýrismanni í vinn­u­málum í sambandi við fíggj­a­rligu við­ur­skift­ini hjá Strand­ferðsl­uni, skulu nú kann­ast út í æsir Tað samtykti lands­stýr­ is­mál­a­nevnd­in g­jára­ morgunin. Talan er um fíggjarligu við­ur­skift­ini hjá Strand­ ferðsl­uni í fjør, har játtanin ikki helt og har endin var, at stjór­in fór úr starvi. Grannskoðararnir hjá løg­tin­ginum hava eisini við­ gjørt mál­ið, og teir høvdu lemj­andi at­finn­ing­ar. Í kjalarvørrinum á tí hava allir fýra and­støð­u­ flokk­ar­nir, Javn­að­ar­flokk­ u­rin, Sjálv­stýr­is­flokk­u­rin, Tjóð­veldi og Fram­sókn, klag­að em­bæt­is­førsluna hjá lands­stýr­is­mann­i­num í hes­um føri, fyri lands­stýr­is­ mál­a­nevndina. Og á fundi í morgun hev­ur lands­stýr­is­mál­a­ nevnd­in sam­tykt at taka málið upp til við­gerðar. – Johan Dahl fær nú klag­una til hoyringar, og so fær hann tvær vik­ur at svara, sig­ur Sirið Sten­berg, for­kvinna í lands­stýr­is­ mál­a­nevnd­ini­. – Løg­tings­grann­skoð­ ar­ar­nir á­tala hvassliga, at lands­stýr­is­mað­ur­in ikki kunnaði Løg­ting­ið ella bað Løgtingið um eyk­a­játtan, hóast hann visti, at ját­t­anin til stovnin ikki fór at halda, siga teir fýra and­støð­u­ flokk­ar­nir í kær­u­ni. – Teir átala eisini hvass­ liga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa við­ u­r­skift­ini í rættlag, tá ið ráð­ ið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strand­fara­skip­um Lands­ ins, og at ráðið hóast tað góð­kenn­ir grein­a­rokn­skap­ irn­ar utt­an viðmerkingar. – Løg­tings­grann­skoð­ ara­r­nir halda heldur ikki, at játt­an­ar- og fíggj­ar­við­ ur­skift­ini hjá Strand­far­ a­skip­um Lands­ins eru hand­far­in nøkt­andi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og lands­stýr­ is­manninum. Kanna Johan Fáa ikki tann vit velja Framstig á almanna­ økinum Annika Olsen kjak á síðu 16 Ný­skip­ an í fisk­i­ vinnuni Thormund johannesen kjak á síðu 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Senni í ár ber til at leita í øll­ um føroysku bløðnum síðani 1877 á internetinum. Hósdagin 8. mai skriv­ aðu Søvn Landsins og Stats­ bi­bli­o­teket í Århus undir sátt­mála um talgilding av mikr­o­f­ilmunum av føroysku bløð­unum­, sum eru á goymslu á Lands­bókasavninum. Endamálið at talgilda mikro­film­ar­nar er fyrst og fremst at varðveita teir betur fyri eft­irtíðina. Við at talgilda mikro­fil­m­ ar­nar verður tað nú gjørligt at lesa talgildu bløðini á teldu, og møguleiki verður eis­ini at leita í prentaða til­far­i­num. Bløðini verða nógv brúkt í ar­beiðnum hjá teimum, sum skriva greinir og bøkur um eitt nú skip, bygdasøgu og í­trótt. Í bløðunum eru nógvir upp­lýsingar um fólk, tíðindi og greinir um samfelag og poli­tkk umframt alt kjakið í lesar­a­brøvunum. Og gomlu lýs­ing­arnar siga ivaleyst eis­ini eitt sindur um tíðina, ið var. Tað verða talgild 18 bløð í hesi verkætlanini. Hetta eru bløð, sum eru úkomin frá 1877 til 1999, teirra millum øll tey stóru bløðini so sum Dimm­a­lætt­ing, Sos­i­al­urin,­ Dag­blað­ið, 14. Sep­tem­ber, Norð­lýsið, Oyggja­tíð­indi og Ting­akrossur. Talgildingin kemur í tøk­ um tíma, tí gomlu mikro­film­ ar­n­ir eru slitnir, og lesitólini eru gomul og krevja ábøtur. Sjálv talgildingin fer fram longu í vár, og so er eftir at gera tilfarið teldutøkt. Talgildu bløðini verða at­ kom­u­lig hjá al­menn­ing­inum í 2014, og kostnaðurin fyri alla verk­æt­lan­ina at talgilda mikro­film­arnar av føroysku bløð­u­num fer at vera umleið 800.000 kr. Landsbókasavnið hevur framm­anundan talgilt fleiri av eldru føroysku bløðunum. Hetta er gjørt í verkætlanini tíð­arrit.fo (www.tidarrit.fo/) Hig­ar­til eru 23 bløð talgild í hesi verk­ætlanini. Hesi eru: Arbeiðið (1934), Bú­n­að­ar­ bløð (1903-1904),Búreisingur (1902), Dúgv­an (1894-1925 og 1941-1942), Fjarðbúgvin (1970-1975, Fríu Før­oy­ar (1942-1948), Fróð­skap­ar­rit (1952-2010), Fugla­frami (1898- 1902), Fær­in­ge­tid­ende ­(1852), Færøernes Kund­gør­e­lse­ ssamling/Før­oya Kunng­erð­a­ savn (1940-1947 og 1948-2002), Færøsk Kirketidende/Kirkj­ u­tíðindi (1890-1906), Fær­øsk lovregister/Lov­regist­er for Færøerne (1965-2011, Før­ing­a­ tíð­indi (1890-1906),Kristeligt Ung­doms­blad for Færøerne (1908-1918),Norð­lýs­ið (1915- 1920), O­yggj­ar­nar (1905-1908), Ólavs­øku-teiti (1892-1943), Tíð­ inda­blað­ið (1974-1975), Tímin (1943-1946), Ungu Føroyar (1907-1915) Sum einasta blað í Før­ oy­um hevur Sosialurin eina slíka talgilda skipan í nøkur ár. Øll bløðini hjá Sosialinum frá ár 2000 eru teldutøk og verða løgd í hesa skipan. Í dag ber til at leita aftur til november 2009. Men seinni í ár, tá talgildingin hjá Lands­ bóka­savni­num eisini er liðug, fer at bera til at leita í øllum útgávum av Sosialinum, sum komnar eru út síðani fyrsta blaðið kom á gøtuna 24. mai í 1927. Talgilda nú tey føroysku bløðini Talgilda útgávan av Sosi­al­ i­num er tøk á www.sos.fo