Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var tann 18. januar í fjør, at tveir menn komu til il­nar, eftir at hava ballast ein stór­ an part av degnum. Teir vóru farnir til aðra bygd at eta og drekka øl, og tá teir so komu til húsa aft­ur, endaðu teir inni hjá órætt­ aða. Ákærdi maðurin greiddi frá, at órættaði byrjaði at briks­la ákærda gamalt agg. Hann greiddi frá, at órætt­ aði lovaði at ringja eftir politinum, um ákærdi ikki slapp sær til dørs við tað sama. Teir fara út í gongina, har teir halda fram við at skeld­ast, og órættaði hvur slík­an skund at fáa ákærda út, at hann fær næstan ikki tíð at lata seg í skógvarnar. Ákærdi sigur, at hann á veg út gjøgnum hurðina fær eitt dygt slag í ryggin, og hann heldur, at órættaði hev­ ur sligið seg av makt í ryggin við tel­e­fonini, og at tað er tí, hon er brotnað. Ákærdi greiddi frá, at tað var týðiligt merki í rygginum, sum hann hevði víst mammu síni. Hann segði, at hevði hann vitað, at sovorðið stríð stóðst av, hevði hanntikið mynd av merkinum í ryggi­ num. Telefonin í veggin Órættaði segði, at teir vóru kom­nir upp at kjakast, men hann segði seg ikki minnast, hvat teir skeldaðust um. Órættaði ringdi til politiið upp á eitt tíðspunkt, men hann var ikki púra vísur í, um hann var inni í kamarinum ella úti í gongini, tá tað hendi. Hann segði, at ákærdi still­aði seg í hurðina við ryggi­num inn í gongina, og órætt­aði royndi at skumpa ákær­da út. Men ákærdi ven­ di sær og skumpaði aftur ímóti, og trýsti órættaða inn í gong­ina. Órættaði greiðir síðani frá, at hann fór innar í kamar­ið eftir fartelefonini fyri at ringja eftir politinum fyri aðru ferð. Hann heldur, at telefonin lá inni í kamarinum, og tá hann tók hana fyri at ringja eftir politinum, tók ákærdi far­tele­fonina og smekkaði hana í veggin í gongini. Tá politiið kom á staðið, vildi hann ikki melda fyri her­verk, men vildi bara hava tele­fon­ina gjørda aftur. Hann hevði fingið far­tele­ fon­ina gjørda aftur, og tað kostaði 1.883 krónur. Treytaðan dóm Eitt annað vitni var til staðar hetta kvøldið og hann helt, at teir vóru báðir líka góðir um skeldarí­ið, og teir østu seg báðir meira og meira. Hesin hevði verið við hin­ um báðum alt kvøldið, og hann greiðir eitt sindur øðr­ vísi frá hendingini. Hann sigur, at tá skeldarí­ ið byrjaði inni í kamari­num hjá órættaða, reistust teir báð­ir seg, og ákærdi tók órætt­aða í hálsin og helt eina løtu. Teir fóru so út í gongina, og ákærdi letur seg í skógv­ ar­nar, og letur so úthurðina upp, men stendur í hurða­ gloppi­num. Órættaði roynir at skumpa ákærda út, men hes­in vendir sær og skumpar mót­sattan veg. Ákærdi slær tá órættaða í høvdið, og tá hesin ætlar at ringja eftir politinum, tek­ur ákærdi telefonina og smekk­ ar hana í veggin. Vitnið helt, at órættaði hevði havt telefonina í hond­ ini frá tí, hann brúkti hana fyrstu ferð. Ákærin, Camilla Dahl, mælti til fongsulsrevsing á 7 til 14 dagr í útgangsstøði, men revsingin kundi gerast treytað við tilvísing til sam­ felags­tænastu. Verjin, Fríða Patursson, mæl­ti til frídøming, í øðrum lagi eina treytaða revsing á 7 til 14 dagar. Hon segði eisini, at ákærdi var sinnaður at frem­ja samfelagstænastu. Dómurin ljóðaði upp á 14 dagar treytaða fongslus­ revs­ing, og dómarin segði, at maðurin skuldi ikki gera sam­felagstænastu. Maðurin bað um um­hugs­ ing­ar­tíð. Leo Poulsen Tað skuldi havt verið ein so­nevnur telefonfundur í Før­oya Rætti í morgun, týs­dag, men fundurin mátti avlýsast, tí tann eini luttakarin dugdi ikki at koma ígjøgnum. Talan var um ein sak­ førara av gamla skúla­ num, og hóast hann royndi í út við ein hálv­an tíma, eydnaðist tað hon­ um ikki at koma ígjøg­ num. Endin var tí, at dóm­ arin, Henrik Møller, ong­ a­n annan møguleika hevði, enn at biða danska sakføraran finna út av, hvat var gal­ið, og so annars áseta nýggj­an tele­ fon­f­und til mána­dag­in 19. mai. Hann segði annars, at fundurin ikki so ógvuliga nógv upp á seg, men skuldi kortini avgera, um rættar­málini hjá Bjarna Ol­sen, Marner Jacobsen og Odd Bjellvåg kundu út­setast, til málið millum Finan­siel Stabilitet og Eik Banka vav agreitt. Tað er Trygg­ing­ar­ felagið Føroyar, ið ynskir mál­ið útsett, men í hvussu er tveir av sakførarunum vóru ímóti. Nú verður so nýggjur fund­ur mánadagin 19. mai klokkan 11.00. Leo Poulsen Maðurin var annars ákærd­ur fyri at hava spark­að eina úthurð inn, og at hava brotið inn á eitt baði­r­úm. Men maðurin hevði eina heilt aðra søgu at siga í rættinum í morgun. Hann greiddi frá, at tað var bróður hansara, ið búði í umrøddu húsum, og at hann hevði sálarligar trupul­leikar. Hann segði, at hann ein dagin hevði fingið sms boð frá bróðri sínum, sum segði seg ætla at gera sjálv­morð, og at tey kundu finna hann í hjallinum. Hann hevði tí biðið systir sína um at koyra seg á búð­stað­in, har hann fór beina leið í hjallin, men har var bróðurin ikki. Hann fór tí til út­hurð­ ina og breyt seg inn og fann bróðuri avdotnan á sofuni í stovuni. Maðurin greiddi eisini frá, at hann hevði givið frá­greiðing til politiið, men hevði ikki varnast, at hann var ákærdur fyri at bróta úthurðina inn, og at hava brotið seg inn í baði­ rúmið. Tá gongdin í málinum var soleiðis, valdi dómarin at enda rættarmálið, so ákæru­valdið kann finna fram til, um ákæra skal reis­ast móti manninum ella ikki. Umhugsa at reisa ákæru Eitt rættarmál í Føroya Rætti í morgun vísti seg at vera nógv øðrvísi enn fyrst hugsað, so nú skal ákæruvaldið taka støðu til, um maðurin skal rættarsøkjast Tøknin kiksaði Tað er ikki altíð, at tøknin vil tað, sum nýtarin vil, og tað mátti Føroya Rættur sanna 14 dagar treytaða fongsulsrevsing Tað var tað, ein 35 ára gamal maður var dømdur, fyri at hava smekka eina fartelefon inn í ein vegg