Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Skal tú hava nakran møgu­ leika at leggja fiski­ska­p­in til rættis og gera íløg­ur í nýggj skip, so mást tú hava egnar kvotur at ar­beiða við. So greiður var bo­ð­skapurin hjá reiðarínum Thor í Hósvík í samrøðu við Sosialin fríggja­ dagin. Brøð­ur­nir Hans Andrias og Gunn­bjørn Joen­ sen greid­du í blað­num frá teirra ætlan at bygg­ja eitt nýtt upp­sjóv­ar­skip, í stíl við Norð­ borg, sum kann virka fisk­in umborð. Ein ætlan, ið tó letur bíða eftir sær, tí at­gongdin til uppsjóvarfiskin er trupul: - Lyklaorðini eru atkomi­ lig­heit og umsetiligheit. Fleiri reiðarí mugu sleppa fram­at virðunum, og um­ seti­lig­heitin má vera størri, so­leiðis at reiðaríini hava betri møguleika at leggja sítt virk­semi til rættis. Í síðsta enda snýr tað seg væl um at fáa hvørt kilo av fiski upp úr havi­num so bíliga sum tilber og síðani selja vøruna so dýrt sum tilber, segði Hans Andrias Joensen við Sosialin fríggja­dagin. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum er ikki ósamd­ur. - Jú, eg eri rímiliga samdur við Thor í, at eginkvotur er besta skipanin, sigur Jacob Vester­gaard. Hóast Thor hevur loyvi liggj­andi, bæði til makrel og sild, so er sambært reiðarun­ um talan um somikið ótrygg loy­vi, at ringt er at gera stór­ar íløgur oman á tey. Hjá Thor hava átta-níggju veiði­loyvi verið grundarlag und­ir teirra luttøku í makrel­fiskiskapinum undir Før­oy­um, árini Føroyar hava ásett sær sínar egnu kvot­ur uttan avtalu við stranda­lond­ ini. Teirra millum veiði­loyv­ ini hjá stóru verk­smiðju­trol­ ar­unum Hercules, Poseidon og Athenu, sum ikki eru í flota­num longur. Restin eru loyvi, ið síðstu árini eru latin út til olympiskt fiskarí hjá at kalla øllum skipabólkum. - Ja, tað komu nógv loyvi inn í skipanina hesi ár­ini. Men enn eru vit ikki kom­ in hartil, at vit kunnu býta egin­kvotur út til aðrar skipa­ bólk­ar enn nótaskipini, sum vóru inni í skipanini framman­undan, sigur Jacob Vester­gaard. Hóast landsstýrismaðurin hevur heimild til einsa­mæll­ ur at býta makrel- og silda­ kvot­ur­nar við kunngerð, so ligg­ur ein politisk telving aftan­fyri. - Kjakið er júst byrjað, so enn veit eg ikki, hvussu býtt verður í ár, sigur Jacob Vester­gaard, sum tó vónar at fáa kunngerðina lidna í hes­ um mánaðinum. Proforma Støðan, har alsamt fleiri aktørar vilja sleppa fram at ovurhonds og veks­andi virðunum í upp­sjóv­ar­fiski­ skapi­num, fær fleiri at royna alternativar vegir inn í fiski­ skapin. Sum greitt frá í Sosiali­ num ­hevur Thor í Hósvík sam­starvað við South Pelagic í Vági, sum í fjør seldi Grunnabarð úr Vági til Hós­ víkar í makrelvertíðini. Á tann hátt fekk Grunna­ barð sín aktiva leiklut í makrel­fiskiskapinum, hóast skip­ið einans hevði eitt av­ mark­að royndarloyvi eftir hvít­ings­bróðuri at dúva uppá. Hóast hvørki Alex N. Vilhelm, reiðari á Grunna­ barð, ella reiðararnir í Hós­ vík vildu brúka orðið ”pro­for­ masølu” um tað, ið fór fram í fjør, so fjaldi hvørgin part­ur yvir, at hetta var eitt prak­ tiskt ting at gera fyri at fáa kaba­lina at ganga upp. - Vit hava áður roynt at taka útlendsk skip inn. Men í fjør kendu vit støðuna hjá Grunna­barð og gjørdu so hesa royndina. Hetta var tað frægasta, sum bar til eftir verandi skipan, segði Gunn­ bjørn Joensen við Sosialin fríggj­adagin. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum kennir støðu­na. - Ja, Grunnabarð er væl í somu støðu sum nógvir aðrir, ið eisini vilja sleppa upp í part, sigur Jacob Vestergaard og heldur fram: - Hetta var væl ein máti at skipa seg, tá man ikki hevur eginkvotur. Men nei, tað var ikki ein opti­mal støða, stað­ fest­ir lands­stýris­mað­urin. Jacob Vestergaard hevur tó ikki í umbúna at gera nak­ að, soleiðis at sleppast kann undan líknandi støðum í ár. - Men tað er ikki ætlanin, at royndarloyvi eftir ávísum fiskasløgum, í hesum føri hvít­ingsbróðuri, skulu geva rætt til makrel- og silda­ kvotu, sigur Jacob Vester­ gaard. Sambært lands­stýris­ manni­num liggur svarið í tí um­skip­an av fiskivinnuni, ið stend­ur fyri framman. - Tað er eingin loyna, at eg ynski eginkvotur og so fría umsetiligheit í skipanini sum tilber. Tá vildu vit slopp­ ið undan støðum sum hesari, har skip verða seld aftur og fram, sigur Jacob Vester­ gaard. Men enn er politiska skipan­in ikki búgvin til at býta uppsjóvarfiskin út sum egin­kvotur til aðrar bólkar enn nótaskipini. - Tá tú ásetir eginkvotur, so fangar borðið. Tá hava tey vinnurekandi væl eisini rætt til sín prosentpart av kvotunum árini eftir, sigur Jacob Vestergaard fyri at undirstrika munin mill­um eginkvotur og so leist­in við felagskvotum við há­marki og olympiskum fiskaríi, sum sambært lands­stýris­manni­ num ikki geva somu, søgu­ ligu rættindi. Av tí at politiska skipanin enn ikki er búgvin til eitt tílíkt býti, so verða kvot­ur­ nar væntandi býttar eftir líkn­andi leisti sum í fjør. - Tað er mest nærliggjandi, at leisturin í ár fer at líkjast leisti­num í fjør, sigur Jacob Veste­r­gaard, sum ikki ynskir at útgreina orðini nærri. Makrelavtalan millum Norra, ES og Føroyar gevur Før­oyum 12,6 prosent av heildar­kvotuni, svarandi til 156.000 tons í ár. Síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku fer Jacob Vestergaard at áseta føroysku kvotuna eft­ ir norðhavssild. Í fjør ásettu Føroyar sær eina kvotu, ið var 17 prosent av ICES- tilráðingini um mest loyvdu veiðu. Verður sami leist­ur brúkt­ur í ár, gevur tað Før­oy­ um 71.000 tons av norð­havs­ sild í ár. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum miðar ímóti at býta makrelin og norðhavssildina út til før­oysku skipini í hesum mánaði­num. Vestergaard arbeiðir fyri eginkvotum - Besta loysnin er eftir mínum tykki ein skipan við umsetiligum eginkvotum. Tá vita reiðaríini, hvat tey hava at halda seg til, og kunnu leggja sítt virksemi til rættis eftir tí. Tað sigur Jacob Vestergaard, sum tó neyvan fer at brúka henda leistin í ár. Politiska telvingin er ikki liðug FAKTA Meginreglur, ið landsstýrismaðurin brúkar at býta út makrel- og norðhavssildina: Viðgerðin um at skipa fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2014 verður grundað á somu meginreglur, sum landsstýrismaðurin setti upp í sambandi við kunngerðina um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í 2013. Sambært hesum meginreglum skulu atlit takast at hesum viðurskiftum : · Full gagnnýtsla av kvotuni · Virðisvøkstur í føroyskum øki, ið virkar arbeiðsskapandi (avreiðingargjald) · Inntøkur til landskassan (veiðigjald) · Skipanin skal taka hædd fyri fjøltáttaðum veiðihættum við ymsum fiskiførum · Skipanin við fjøltáttaðum veiðihættum má ikki skeiklast · Einfalt eftirlit · Vinnuligar royndir · Vísindaligar royndir · Møguligar samráðingar um fiskirættindi Kelda: svar hjá Jacob Vestergaard til fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, 8. mai 2014.