týsdagur 13. mai 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Í farnu viku bleiv 39 ára
gamla Tóra Við Keldu nýggj
forkvinna í felagnum MBF,
sum virkar fyri teir før
oyingarnar, ið ber brek av
ymsum slag. Seinastu tvey
árini hevur tað verið Carita
Bjørklund, ið hevur røkt for
kvinnusessin í MBF, men hon
ynskti ikki at stilla upp aftur
hesaferð, og tískil er nýggja
forkvinnan Tóra Við Keldu,
sum var einasta uppskot til
formanspostin.
- At bjóða meg fram sum
forkvinna var ein stór avgerð
og eg hugsaði leingi um tað,
tí eg haldi, at avbjóðingarnar
á økinum eru so stórar, og so
inniber hesin sessurin eisini,
at tú skal virka fyri tann
størsta minnilutabólkin í
Føroyum, sum fólk, ið bera
brek, jú eru, sigur Tóra Við
Keldu, sum tó sær tað sum
eina spennandi uppgávu at
skula røkja forkvinnusessin
í fyrsta lagi næstu tvey árini.
- Limirnir í felagnum eru
ógvuliga ymiskir, og tað er
stórur munur á, hvør tørvur
in hjá teimum er, so at bjóða
seg fram í einum felag, sum
skal umboða øll hesi fólkini
úteftir og yvir fyri politisku
skipanini, tað er ein stór upp
gáva, sum eg haldi er ótrúliga
týdningarmikil og áhuga
verd, sigur Tóra Við Keldu.
Torir at tosa um brek
Nýggja forkvinnan í MBF
skal næstu tvey árini virka
fyri einum felag, ið hevur
umleið 4000 limir, sum eru
frá teimum tilsamans 24
limafeløgunum. Eitt stórt
arbeiði verður gjørt í teimum
ymsu limafeløgunum, men
uppgávan hjá MBF er yvir
fyri politisku skipanini at
arbeiða við at gera skipanir
betri og seta orð á tey viður
skiftini, sum eiga at verða
broytt. Harafturat er tað
MBF, sum áhaldandi arbeiðir
við, hvussu samfelagið sær
tey fólkini, sum bera brek. Og
her er tað, at Tóra Við Keldu
heldur seg kunna gera mun.
- Ofta tá mann úttalar seg
í hesum høpi, er tað ivaleyst
eitt sindur torført, tá mann
ikki sjálvur ber brek. Eg haldi,
at ivaleyst er tað lættari at
seta orð á trupulleikar og
ávís viðurskifti hjá fólki við
breki, tá tú sjálv ert í støðuni
og kennir til teir ymsu av
bjóðingarnar
á
egnum
kroppi, sigur Tóra Við Keldu,
sum sjálv manglar niðasta
partin av eina beininum.
Tóra Við Keldu vísir í
sama viðfangi á, at brek ikki
er eitt tabu í Føroyum í dag,
eins og tað var fyri meir enn
30 árum síðani, tá MBF bleiv
stovnað í 1981.
- Tað at bera brek er á
ongan hátt eitt tabu, men
tað er líkasum, at fólk eru
eitt sindur varlig og kanska
bangin fyri, hvussu tey skulu
tosa um hesi fólkini, ið bera
eitthvørt brek. Til dømis
var tað fyrr vanligt at siga
”brekað fólk”, men tað verður
ikki brúkt í dag, tí nú hoyra
vit næstan bara vendingina
”fólk ið bera brek”. Tað er
eisini við til, at tað kanska
er eitt sindur torført at orða
seg um bólkin, sigur Tóra Við
Keldu og heldur fram:
- Men vit skulu minnast
til, at tað eisini er ymiskt,
hvussu hesi fólkini síggja seg
sjálvan. Summi hava lætt við
at siga hetta eri eg og eg beri
brek, meðan fyri onnur er
tað ein størri avbjóðing. Við
teimum royndunum eg sjálv
havi, so havi eg als ongar
trupulleikar við at skula orða
meg um fólk, ið bera brek, og
eg tori at siga tað, sum er
neyðugt at siga. Tað haldi eg
kann vera mær til fyrimuns
í arbeiðinum sum forkvinna
í MBF, sigur Tóra Við Keldu.
Átroðkandi
trupulleikar
Sambært nýggju forkvinnu
ni eru tað ávís viðurskifti
hjá fólki, ið bera brek, sum
eru alneyðug at fáa í rætt lag
sum skjótast. Eitt nú hevur
felagið arbeitt við skugga
frágreiðingini av ST sátt
málanum fyri einstaklingar,
sum bera brek.
- Føroyar hava jú undir
skrivað ST sáttmálan, men
síðani Uttanríkisráðið bleiv
niðurlagt,
hevur
eingin
politiskur myndugleiki havt
eftirlit við sáttmálanum. Tí er
tað ógvuliga týdningarmikið,
at vit sum skjótast fáa eitt
aðalráð, sum fær ábygd av
at implementera sáttmálan í
føroyska samfelagið, greiðir
Tóra Við Keldu frá.
Eitt annað evni, sum Tóra
Við Keldu heldur er neyðugt
at viðgera, er inklusión í
fólkaskúlanum. Í núverandi
støðu er inklusión ikki partur
av fólkaskúlalógini, og tað
eigur tað at vera sambært
Tóru Við Keldu.
- Í skuggafrágreiðingini
er tað eitt ynski hjá MBF, at
næmingar við serligum tørvi
skulu vera inkluderaðir í
vanligu undirvísingini. Men
tað merkir eisini, at tað
skal vera krav, at lærarar í
fólkaskúlanum verða eftir
útbúnir, soleiðis at teir eru
førir fyri at taka sær av
hesum børnunum og fáa ta
neyðugu vitanina, staðfestir
Tóra Við Keldu.
Umframt at gera nógv
burtur úr skuggafrágreið
ingini av ST Sáttmálanum,
so eru eisini aðrar uppgávur
hjá felagnum, sum Tóra Við
Keldu metir at vera alneyðu
gar at gera.
- Fremsta uppgávan hjá
MBF er at vera sjónligt og at
vera ein politiskur aktørur.
Hyggja vit aftur til tíðina, tá
felagið bleiv stovnað og fram
til í dag, er eysæð, at nógv er
hent, og at arbeiðið í MBF
hevur havt stóra ávirkan á
føroyska samfelagið, og tað
skal tað framvegis gera, sigur
Tóra Við Keldu.
Umstøðurnar
mugu betrast
Tóra Við Keldu vísir á, at á
nógvum økjum eru Føroyar
rættiliga frammaliga, hvat
fólkum við breki og teirra
umstøðum viðvíkur.
- Eg haldi, at tað er
umráðandi, at vit eisini eru
positiv um tey góðu viður
skiftini, sum eru, tí tað er
avmarkað, hvussu nógvar
pengar vit hava. Ein fyri
munur við at bera brek
og búgva í Føroyum er, at
samfelagið er lítið, og tískil
koma vit hvørjum øðrum
við og hava lætt við at taka
okkum av hvørjum øðrum,
sigur Tóra Við Keldu.
Ein áhaldandi avbjóðing
hjá føroyingum, ið bera brek,
eru bústaðarviðurskiftini.
- Fólk við breki eiga at
sleppa at avgera sjálv hvussu
og
saman
við
hvørjum,
tey ynskja at búgva. Her
hugsi eg serliga um smærri
íbúðir og bústaðir ætlaðir
til endamálið. Ikki tí, eg veit
væl, at gongd er komin á tað
málið, men vit mugu áhald
andi arbeiða fyri at gera
broytingar og gera skipanina
betri, staðfestir Tóra Við
Keldu.
Sjálv er hon als ikki í iva
um, at eitt felag sum MBF
hevur stóran týdning og
hevur møguleika at gera sína
ávirkan galdandi í føroyska
samfelagnum.
- Tað er ógvuliga týdn
ingarmikið, at vit í Føroyum
hava eitt óheft felag, sum
arbeiðir við sjónarmiðjunum
hjá fólki, ið bera brek. Tú
kanst siga, at felagið er rødd
in fyri ein felags bólk, og
eg haldi, at tað hevur altíð
stóran týdning í einum og
hvørjum samfelag, at tað eru
bólkar, sum tala eina søk fyri
tey, sum bera brek, sigur Tóra
Við Keldu og leggur afturat:
- Mín visjón er, at Føroyar
skulu vera eitt gott land at
búgva í. Eisini fyri fólk við
breki, sigur Tóra Við Keldu.
rannva@sosialurin.fo
Fyrimunur at
bera brek
- Eg ivist ikki í, at tað er ein fyrimunur, at eg sum forkvinna sjálv beri brek, tí av tí sama
tori eg betur at seta orð á tær ymsu avbjóðingarnar, sum fólk við breki hava. Soleiðis
sigur nýggja forkvinnan í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Tóra Við Keldu
Ivaleyst er tað lættari
at seta orð á trupulleikar
og ávís viðurskifti hjá
fólki við breki, tá tú sjálv
ert í støðuni og kennir til
teir ymsu avbjóðingarnar
á egnum kroppi
Fremsta uppgávan
hjá MBF er at vera
sjónligt og at vera ein
politiskur aktørur
- Við teimum royndunum
eg sjálv havi, so havi eg
als ongar trupulleikar
við at skula orða meg
um fólk, ið bera brek, og
eg tori at siga tað, sum
er neyðugt at siga. Tað
haldi eg kann vera mær
til fyrimuns í arbeiðinum
sum forkvinna í MBF,
sigur Tóra Við Keldu