Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 99 - 27. mai 2004 Nr. 99 - 27. mai 2004 13 Fríggjadagin 21. mai var skipað fyri heiðurskonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við at Frits Johanne- sen, lærari, kórleiðari og listamaður, fylti 60 ár Rættur hátíðardámur var yvir Fuglafirði fríggja- kvøldið. Mentanarhúsið var karmur um eina heiðurs- konsert fyri Frits Johanne- sen, lærara, kórleiðara og listamanni, sum fylti 60 ár dagin eftir. Skráin var fjølbroytt við t.d. Havnarkórinum undir leiðslu av Ólavi Hátún, Kór Glyvra Kirkju undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð, Siloakórinum undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni, barna- kór undir leiðslu av Marthu av Lakjuni, Fuglafjarðar Hornorkestri, Fuglafjarðar Sangkóri undir leiðslu av føðingardagsbarninum Frits Johannesen, og Fugla- fjarðar Gentukóri undir leiðslu av Eyðuni av Lakj- uni, eisini sungu og spældu Kim Hansen og Stanley Samuelsen. Fleiri røður vóru hildnar av t.d., Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra, Sigurd Simonsen, borgarstjóra í Fuglafirði, Jógvan Finn Poulsen, vegna Fuglafjarð- ar Hornorkestur, og Dávur Winther, samskipara av til- takinum. Ein myndaframsýning av gomlum myndum hjá Frits var í Riberhúsi í vikuskift- inum. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906. Finngerð Hansen 50 ár Hósdagin 27. mai fyllir Finngerð Hansen 50 ár. Finngerð er ættað úr Hvalba, dóttir Jacobinu og D. J. Sørensen. Finngerð er gift við Jó- annes Hansen, ættaður úr Hornabø, og eiga tey børnini Jan, Høgna og Anniku. Finngerð er arbeiðs- som, blíð og fyrikom- andi, og mangar stuttlig- ar løtur hava vit havt í hugnaliga heimi teirra í Tórugøtu. Føðingardagin verður hon stødd hjá soninum Høgna, ið er giftur við Maju, og búgva tey á Amager. Vit í bindiklubbanum ynskja Finngerð hjartaliga tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini. Frits Johannesen, 60 ár: Heiðurskonsert fyri Frits Johannesen í Fuglafirði Starvsdagur 15. mai 2004 hevði Anita Góðadal 25 ára starvsdag hjá Statens Luftfartsvæsen. Almenn móttøka verður á Vága Floghavn fríggjadagin 28. mai kl. 14.00–16.00. Rættur hátíðardámur var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 21. mai, tá Frits Johannesen bleiv heiðraður í samband við 60 ára føðingardagin Mynd: Theodor Erling Johannesen Frits og konan, Alexandra Mynd: Theodor Erling Johannesen Barnakór úr skúlanum í Fuglafirði sang undir leiðslu av Marthu á Lakjuni Mynd: Theodor Erling Johannesen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 7. januar 2004 var ein ólukkudagur, ein dagur sum eg vil minnast aftur á við virðing og sakni. Tað var dag- urin har ein av okkara frægastu monnum, og besti vinur mín varð tikin heim. Hesin dagur vil altíð standa fram sum ein dagur, har havið og náttúrukrefturnar fingu fríar teymar til at niðurbróta lívið, ein dagur har meiningin við lívin- um ikki gav nakra meining longur. Eftir sita vit, sum kendu hendan mannin, við stórum sakni, hann fylti so nógv í okkara gerandisdegi. Gudmundur fylti so nógv hvar enn hann var. Tá ið eg siti og hugsi aftur á hendan mannin, hetta monumentið í mínum gerandisdegi, so eru tað tvey ting sum koma fram fyri meg. Láturin, hesin sermerkti klingrandi látur sum kom frá hjartanum, og kundi fylla eitt heilt rúm við gleði og smíli. Altíð í góðum lag, altíð fyrikomandi var Gudmundur. Hitt sum eg komi at hugsa um er erlig- heitin, Gudmundur legði ongantíð fingrarnar ímillum, ballaði einki inn, tá ið hann segði sína meining, um samfelagið og kanska serliga um dagsins politik. Hann kundi vera so bersøgin og beinrakin við sínum meiningum, at tað rann mær kalt eftir rygginum. Men tann klingrandi láturin er fyri altíð tagnaður, og tær ósensu- reraðu meiningarnar eru sokknar í tað kolasvarta og kalda havið. Eg fari ikki her at lýsa Gudmund meira, hvør hann var, hvussu hann var, hansara lívsverk o.s.fr. Tí tað vita øll sum kendu hann og vóru honum nær. Míni orð og mín pennur røkkur ei heldur eina slíka lýsing, tí hon er so umfatandi. Har var so nógv gott og so lítið ringt í honum. Góða Solveig, børn og abbabørn. Eg veit, at tað í eini so svárari tíð má vera ringt at seta álitið á Harran, men vit mugu ugga okkum við, at tað hóast alt mátti vera ein meining við, at Hann tók Gudmund heim so tíðliga, og at Harrin hóast alt gav okkum likamið av Gud- mundi aftur, so tað kundi fáast í kristna jørð. Við hesum fáu og fátæku orðum vil eg lýsa frið yvir minnini um Gudmund Gudmundsson Isfeldt. Hergeir Minningarorð um Gudmund Gudmundsson Isfeldt Leygardagin 15. mai hevði Anita Góðadal 25 ára starvsdag á Vága Floghavn. Anita Góðadal er ættað og búsitandi í Sørvági. Hon er dóttir Andreu og Hentza Johansen, og er gift við Bjarna Góðadal, og eiga tey tvey børn, Gunna og Hentza. Tá ið Anita byrjaði á flogvøllinum við at gera reint, var ikki tann nógva flogferðslan, sum vit kenna hana í dag, og var ongin flogferðsla sunnudagar og týsdagar og ikki sum nú, har umleið 85 flogfør koma og fara um vikuna í summ- arhálvuni. Tilskilast kann eisini at í 1979, tá ið Anita byrjaði her á vøllinum, vóru 50.000 ferðandi um flog- vøllin og umleið 22 starvs- fólk á øllum flogvøllinum. Í 2003 var talið ikki minni enn 163.000 ferðandi og umleið 160 starvsfólk á flogvøllinum. Sostatt hevur hon tikið lut í tí menning, sum hevur verið innan flog- ferðsluni. Arbeiðsgongdin er nógv broytt hesi árini frá einans at gera reint og so til dagin í dag, har ein stórur partur av degnum gongur við at hava trygdareftirlit av ferðafólki og ferðagóðsi, og mugu nógv fólk kennast við Anitu, tá ið tey síggja hana aftur, og sær tað út til, at hendan uppgávan bara verður størri og størri. Fleiri og fleiri krøv koma uttanífrá í samband við trygdareftirlit o.a. Dagurin verður hildin fríggjadagin 28. mai við almennari móttøku í termi- nalinum á flogvøllinum ímillum klokkan 14 og 16. Statens Luftfartsvæsen, Vága Floghavn: Anita Góðadal 25 ára starvsdag Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður, pápi og abbi okkara Jónathan Andreasen Klaksvík doyði og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á deild M á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og til tykkum á B8 og B6. Tøkk til prest og kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til tykkum sum vitjaðu inn á gólvið og til tykkum, sum ringdu til okkum. Takk fyri blómur og kransar og tykkum, sum sendu gávur til Føroya Felag ímóti Krabbameini. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Og til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Jóhanna, Oda, Jastrid, Eydna og Karin Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jaspur við Garð Kollafjørður andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 24 mai, 65 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Zion hósdagin 27. mai kl. 14.00. Familjunnar vegna Kitty, Hervør, Joan og Evald Tey, ið vilja minnast Jaspur, kunnu lata eina peningagávu til Føroya felag móti krabbameini, konto í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sera stóra hjálp og sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Páll Sverri Patursson bóndi í Kirkjubø var sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Somuleiðis takka vit tykkum sum heiðraðu hann á 60 ára degnum 1. mars. Hjartans tøkk øll somul. Sølvá Jóannes,Guðrið, Ólavur, Páll og Terji Pól, Guðrið og Sølvá Sigert og Sølvi C M Y K 13 12