týsdagur 13. mai 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Í 2009 fekk skrásetingin
dulnevndar klagur um dis
positiónirnar hjá Eik Grunn
inum.
Keldurnar hildu, at Eik
Grunnurin
virkaði
sum
ruskspann fyri Eik Bankan,
sum hevði somu nevnd, sum
grunnurin. Í sambandi við
dulnevndu klagurnar hugdi
Skráseting Føroya nærri upp
á Eik Grunnin og tann 11. mai
2009 var tikin avgerð um, at
seta eina gransking í verk.
Klagurnar umfataðu mill
um annað keypið av parta
brøvum í íslendska spari
kassanum Spron, sum Eik
Grunnurin keypti 8,44% av,
eftir at partabrævahandilin
varð stongdur. Tað upplýsur
stjórin í Skráseting Føroya í
skrivligum svari til Sosialin.
Keyp av Spron ólógligt
Í sambandi við granskingina
varð hugt nærri at keypinum
av partabrøvum í Spron um
framt handlum av parta
brøvum í Investea A/S og
Sweden Properties A/S.
Granskingarfólkið, Majk
en Johansen, var liðug í
august 2011, og granskingin
staðfesti, at keypið av 8,44 %
av íslendska sparikassanum
Spron, eftir at handilin við
partabrøvum varð stongd
ur, var so ivasamur, at
nevndin átti at biði Skrá
seting Føroya, sum tá var
grunnamyndugleiki,
um
loyvi áðrenn handilin var
gjørdur.
Sostatt hevði Eik Grunn
urin gjørt ólógligar dipsosi
tiónir í sambandi við keypið
av Spron, sum gav grunn
inum eitt tap á 40 milliónir
krónur.
Í frágreiðingini staðfestið
granskingarfólkið
Majken
Johansen advokatur, at
“Fondens køb af Spron
aktier fra Eik Bank P/F i ok
tober 2008, hvor det må anses
for reelt umuligt at fastsætte
kurs- og markedsværdi, er en
disposition af så usædvanlig
karakter, og som kan have
indebåret
risiko
for,
at
Fonden ikke kan opfylde
sit formål, at Fonden burde
have indhentet samtykke
til dispositionen i henhold
til bestemmelsen i § 21, stk.3,
i lov om erhvervsdrivende
fonde.
Om de øvrige dispositioner
ses ikke at være krav om
samtykke.”
Fekk ongar avleiðingar
Granskingin av Eik Grunnin
um í 2009 fekk tó ongar av
leiðingar. Í tí sambandi segði
Kristin Balle, deildarleiðari í
Skráseting Føroya við Børsen
Finans, at skrásetingin hevði
gjørt av ikki at gera meira við
málið, men at grunnaeftirlitið
fór at seta harðari inn, um
tað hendi aftur. Jógvan
Thomsen var ikki stjóri í
skráseting Føroya í 2009 og
ber seg tískil undan at svara
upp á, um ikki skrásetingin
átti at gjørt nakað átak ímóti
Eik Grunninum longu tá.
Í grein í Sosialinum 5. mai
sigur Jørn Astrup at ivasomu
dispositiónirnar, sum fóru
fram í Eik Grunninum í
2008, áttu at ført við sær,
at
grunnaeftirlitið,
sum
lá hjá Skráseting Føroya,
hugdi at Eik Grunninum
longu
tá.
Haraftrat,
um
grunnaeftirlitið riggaði, sum
tað skuldi, hevði tað fingið
eina ábending um, hvussu
stóð til í Eik Banka, sum fór
av knóranum í 2010.
Til hetta svarar Jógvan
Thomsen í skrivligum svari
til Sosialin:
– Uppgávan hjá grunna
myndugleikanum er at hava
eftirlit við, at grunnurin
virkar samsvarandi sínum
endamáli, og at grunnurin
heldur lóggávuna og við
tøkurnar.
Tískil
metir
grunna
myndugleikin ikki um, hvørt
handilsligu avgerðirnar hjá
nevndini í Grunninum er
skilagóðar ella ikki. Eftirlitið
við
peningastovnsøkinum
er danskt málsøki, ið verð
ur umsitið av Fíggjareftir
litinum sambært lov om
finansiel virksomhed. Fíggj
areftirlitið er sostatt tann
myndugleikin, ið hevur bestu
amboðini at føra eftirlit og
meta um støðuna hjá einum
peningastovni – ikki grunna
myndugleikin.
Tó skal grunnamyndug
leikin
góðkenna
týðandi
dispositiónir, sum kunnu
hava við sær vanda fyri, at
viðtøkurnar ikki verða hildn
ar, sbrt. § 21, stk. 3 í lógini um
vinnurekandi grunnar.
Eftirlitið var
danskt í 2007
Nógvar
ábendingar
vóru
um, at okkurt var, sum tað
ikki skuldi vera í Eik Grunn
inum árini fram til 2010.
Millum annað ivasomu dis
positiónirnar og dulnevndu
klagurnar.
Bill Justinussen, løgtings
limur fyri Miðflokkin hevur
ført fram, at grunnaeftirtlitið
átti at reagera longu tá
nevndin í Eik boðaði skrá
setingini frá, at hon ynskti
at broyta viðtøkurnar fyri
grunnin í 2007. Men Skrá
seting
Føroya
var
ikki
grunnamyndugleiki í 2007.
Eftirlitið lá hjá Erhvervs-
og Selskabsstyrelsen, sigur
Jógvan Thomsen.
– Tá ið Eik Grunnurin bað
um loyvi at broyta enda
málsorðingina í 2007, var
eftirlitið við vinnurekandi
grunnum hjá Erhvervs- og
Selskabsstyrelsen í Danmark.
Skráseting Føroya umsat
hetta
tíðarskeiðið
bara
grunnaskránna, sbrt. § 5, stk.
1 í lógini um vinnurekandi
grunnar. Føroyskir myndug
leikar yvirtóku eftirlitið við
vinnurekandi
grunnunum
tann 1. januar 2008, tá ið
lógin um ræði á málum og
málsøkjum varð broytt, sigur
hann.
Grunnaeftirlitið var yvir
tikið 1. januar 2008, men
áðrenn tað var Skráseting
Føroya
millumlið
millum
Eik Grunnin og Erhvervs-
og Selskabsstyrelsen. Tískil
var tað skrásetingin, sum
samskiftið við Erhvervs- og
Selskabsstyrelsen vegna Eik
Grunnin viðvíkjandi ynski
hjá grunninum um at broyta
viðtøkurnar. Hetta var tveir
slakar mánaðir áðrenn skrá
setingin yvirtók eftirlitið við
grunninum.
Í august 2008, tá skráset
ingin hevði grunnaeftirlitið,
avgerð nevndin í Eik Grunn
inum sambært fundarfrá
greiðing at loka málið um
at broyta viðtøkurnar, og at
tolka svarið frá Erhvervs- og
Selskabsstyrelsen sum, at
viðtøkurnar hjá grunninum
longu geva heimild at veita
lán.
Sein kanning
Í grein í Sosialinum finst Jørn
Astrup Hansen at, at kann
ingin av Eik Grunninum kom
ov seint í lag. Í sambandi við
tað sigur Jógvan Thomsen:
– Í sambandi við, at Eik
Banki P/F í september mán
aði 2010 ikki megnaði at
lúka
solvenskrøvini,
fór
Skráseting
Føroya
undir
at kanna ávís viðurskifti í
Eik Grunninum. Skráseting
Føroya bað eitt nú tann 11.
oktober 2010 nevndina í Eik
Grunninum um eina frá
greiðing um ymisk viður
skifti í grunninum.
Hesa
frágreiðing
fekk
Skráseting Føroya tann 7.
desember 2010. Somuleiðis
vórðu
nærri
kanningar
gjørdar av ársfrásagnunum
fyri árini 2008 og 2009 hjá
Eik Grunninum við støði í
ársroknskaparlógini.
Grundað á eina nærri
undankanning
av
Eik
Grunninum kom Skráseting
Føroya tann 11. mars 2011
til tað niðurstøðu, at fleiri
viðurskifti í grunninum áttu
at verða kannað nærri og
boðaði alment frá tann 13.
desember 2011, at gransking
var sett í verk, sbrt. § 59 í lóg
um vinnurekandi grunnar.
Sum granskingarfólk varð
Eyðfinnur Jacobsen, advo
katur, tilnevndur. Eyðfinnur
Jacobsen skuldi eftir ætlan
lata Skráseting Føroya enda
liga granskingarfrágreiðing
í seinasta lagi 1. juli 2012, um
neyðuga játtanin til gransk
ingararbeiðið fekst til vega.
Skrásetingin fekk
dulnevndar klagur
Í 2009 fekk Skráseting Føroya tvær klagur um handlar millum Eik Grunnin og Eik
Banka P/F frá persónum, sum ynsktu at vera dulnevndir. Ein gransking av grunninum
vísti ólógligar dispositiónir í 2009, men tað fekk ongar avleiðingar fyri grunnin
Drál í løg
tinginum
orsøk til
fyrning
Seinfør viðgerð
í løgtinginum er
ein týdningarmikil
orsøk til, at málið
um Eik Grunnin
var fyrnað, tá
frágreiðingin hjá
Eyðfinni Jacobsen
var latin fútanum
Tað var drál frá løgting
inum, sum var ein av
stóru orsøkunum til, at
málið um Eik Grunnin
var fyrnað, tá frágreið
ingin var latin fútanum
í februar 2014. Tað sigur
stjórin í Skrásetingini,
Jógvan Thomsen.
Skrásetingin bað í
mars 2011 um 1,5 millión
krónur at kanna Eik
Grunnin fyri, eftir at
hava kannað, hvat ein
tílík kostaði.
Metingin bygdi mill
um annað á, at donsku
kanningarnar
av
líknandi málum høvdu
haft ein kostnað á mill
um 3 og 5 milliónir krón
ur. Av tí at ein partur av
Eik málinum longu var
kannað í 2009 viðvíkj
andi Spron keypinum,
metti skrásetingin at
kostnaðurin av kann
ingini av Eik Grunninum
var minni, og at 1,5
millión var nøktandi.
Men av tí at fyrsta
játtanin frá løgtinginum
var áljóðandi 500 túsund,
og var latin í november
uttan eina sokallaða C
átekning, fall játtanin
burtur um árskiftið og
granskingarfólkið náddi
bert at brúka góðar 185
túsund krónur.
Tað gekk tí næstan eitt
ár, áðrenn granskingar
fólkið,
Eyðfinnur
Ja
cobsen kundi arbeiða
víðari. Í november 2012
játtaði
løgtingið
300
túsund krónur aftrat
til granskingarfólkið at
arbeiða fyri.
– Um løgtingið hevði
játtað peningin við einari
sokallaðari C átekning
var játtanin ikki dottin
burtur við árskiftið, og
so hevði kanningin verið
liðug langt áðrenn, sigur
Jógvan Thomsen.
Hann er ikki í iva um,
at tað hevur haft stóran
týdning fyri, at málið
náddi at fyrna.
Jógvan Thomsen er ikki í iva um, at seinfør
viðgerð í Løgtinginum hevur ført við sær,
at málið um Eik Grunnin er fyrnað