týsdagur 13. mai 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. mai 2014 · Nr. 54
Framstig á almannaøkinum
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í
Almannamálum
Síðani hendan samgongan
tók við, hevur retoriska orða
valið verið rættiliga harðligt
um førda politikkin, og ikki
minst hevur sosiala økið
staðið fyri hørðum atfinn
ingum. Dagliga hoyra vit, at
samgongan førir ein karráðan,
asosialan, neokonservativan
høgrapoltikk, sum onki ger
fyri tey veiku í samfelagnum.
Eg viðurkenni, at nógv kundi
verið betri handfarið og
gjørt øðrvísi, men tá alt,
sum samgongan ger, verður
málað til ræðumyndir, kann
spurnartekin setast við trú
virðið av hesum atfinningum.
Taka vit eitt nú almannaøkið,
so eru fleiri batar at hóma, og
fleiri framstig eru hend hesi
seinastu 2 árini, t.d. kann
nevnast:
•
Lóg um arbeiðsfremjandi
tiltøk samtykt (nýskipan
um rúmligan arbeiðs
marknað)
•
Dagførd barnaverndarlóg
við m.a. herdari fráboðan
arskyldu og størri barna
verndarøki
•
Barnahús er sett á stovn
í Tórshavn til børn, ið eru
útsett
fyri
kynsligum
harðskapi og harðskapi
annars
•
Barnaumboð er sett á
stovn eftir kravi frá ST –
barnarættindasáttmálan
um.
•
Barnabati hevur fingið
hægri játtan til ”Tú og Eg
ráðgevingina”,
soleiðis
at børn aftur kunnu fáa
óhefta og anonyma hjálp
frá serkønum.
•
Sorgarbólkurin
”Berin”
hevur fingið hægri játtan,
soleiðis at fleiri børn, ið
hava mist teirra foreldur
kunnu fáa stuðul og
linna.
•
Økt játtan til heimleys/
hitastovuna á Herbergin
um, soleiðis at hon kann
vera opin longri
•
Depil til fjølbrekað børn
í Runavík verður tikin í
nýtslu í summar.
•
Vardir bústaðir til fólk
við serligum avbjóðing
um sett í gongd og standa
lidnir í 2015 í ávikavist
Eysturoynni og Norð
oyggjum, har 12 íbúðir
verða bygdar á hvørjum
stað
•
Sjøtul er settur á byggja
virknis- og umlættingar
depil á Sandi til børn og
ung við serligum avbjóð
ingum
•
Arbeiðið við at byggja 16
íbúðir í Tórshavn til fólk
við sálarsjúku er sett í
gongd og standa hesar
lidnar í summar.
•
2 mió. kr. játtaðar til Foun
tain House í Tórshavn,
sum er eitt arbeiðsrættað
tilboð til fólk við sálar
sjúku.
•
250 tús. kr játtaðar til
Kvinnuhúsið
til
m.a.
sálarliga hjálp og ráðgev
ing
•
Eldralógin er samtykt.
Hetta er okkara fyrsta
føroyska eldralóg.
•
Lóg um útlegging og sam
starv á eldraøkinum, sum
gevur
kommununum
ábyrgd av økinum 1 jan
2015.
•
Dagtilhald fyri dement
er sett á stovn í Vági og
Fuglafirði.
•
Mótrokning millum hjún
er strikað millum pen
sjónistar, ið eru giftir við
maka undir 67, sum enn er
á arbeiðsmarknaðinum.
•
Ættleiðingarstuðulin er
hækkaður úr 75.000 kr.
upp í 100.000 kr.
Eg kundi hildið áfram við
listanum, men størsta av
bjóðingin fyri tveimum ár
um síðani var ein sparing á
218 mió., sum vóru álagdar
almannaøkinum at spara,
men sum vit tíbetur fingu
snara rætta vegin, ásannandi
tað, at hetta hevði sorlað alt
almannaøkið sundur. Tað er
neyðugt at halda aftur við
almennu útreiðslunum, men
at spara 218 mio yvir 4 ár, var
als ikki ráðiligt. Gamaní
kann man altíð gera tingini
betur, og vil undirritaða
saman við landsstýrinum
og samgonguni til eina og
hvørja tíð gera tað besta til
tess, men at tvvíhalda um, at
vit onki gera fyri tey veiku í
samfelagnum er heilt einfalt
ikki rætt.
Øll skulu við
Landsfundarsamtykt
Javnaðarflokkurin
Landsfundur Javnaðarflok
sins átalar, at samgongan
hevur økt munandi um
stættamunin í Føroyum.
Tveir triðingar av fólkin
um fekk ikki lut í flatskatt
inum, og talið av fólki, sum
liva í fátækraváða er vaksið
munandi síðani samgongan
tók við.
Landsfundurin staðfestir,
at tann ójavni, ið samgongan
hevur skapt, forðar búskap
arvøkstri og skapar spjaðing
millum bólkar og øki í sam
felagnum.
Tørvur er á einum poli
tikki, sum minkar um ójavn
an og savnar okkum sum
fólk, og sum endurreisir álitið
á politisku skipanina.
Vit vilja skapa eitt sam
felag, har menniskju eru
fræls og javnlík og hava
møguleikan at fylgja sínum
egnu dreymum.
Fyri at lætta um fíggjarliga
í gerandisdegnum hjá fólki
við lág- og miðalinntøkum,
fer
Javnaðarflokkurin
at
lata kommununum burturav
leigugjaldinum frá alivinnuni,
so tær kunnu hækka botn
frádráttin. Inntøkur frá til
feingisgjaldi skulu tryggja
fólkapensjónistum, støk-um
uppihaldarum og lægri inn
tøkubólkunum ein fíggjar
ligan lætta.
Umframt at raðfesta eitt
javnari samfelag, vil Javn
aðarflokkurin, tá ið hann
aftur tekur við leiðslu land
sins, at raðfesta íløgur í út
búgving og læru, sum er for
treytin fyri at fólk og vinna
trívast og støðast í Føroyum.
Kennskapur og politiskt
tilknýti skulu ikki gera av,
hvussu tilfeingisvinnurnar
verða skipaðar og ríkidømið
verður býtt. Vinnupolitikkur
floksins skal tryggja, at allir
føroyingar hava javnbjóðis
rætt at bjóða seg fram í einari
sunnari og javnari kapping.
Javnaðarflokkurin
vil
tryggja, at landsins ríkidømi
kemur út í hvørt heim í land
inum.
Havnar Framburðsfelag um
nýskipan av fiskivinnuni
Thormund
Johannesen
Skipsførari og
Skipsverkfrøðingur M.Sc.
Lurtaði
mikukvøldi
eft
ir stroyming frá fundi um
nýskipan av fiskivinnuni,
sum
Havnar
Framburðs
felag skipaði fyri á Lands
bókasavninum,
og
fekk
sostatt høvi at hoyra um
ætlanirnar hjá Fólkaflokk
inum á fiskivinnuøkinum.
Bjarni
Arnason
tosaði
millum annað um umsetiligar
kvotur og opið hav, soleiðis
at veiðiloyvi geva rætt til
fiskiskap
allastaðni,
har
føroyingar hava fiskirætt
indi, um viðkomandi fær
skaffað sær neyðug fiski
loyvi. Ein skilagóður tanki
um umsetiligheit í víðkað
um týdningi, sum vildi givið
teimum virkandi í fiskivinn
uni munandi størri rásarúm
og menningarmøguleikar.
Christian
Andreasen
nevndi, at tá skipanin við
umsetiligum kvotum hevði
víst seg at rigga sera væl
nógvastaðni, so hví ikki eisini
í Føroyum.
Jørgin segði, at um mann
hugsaði aftur í tíðina, so
hevur fiskivinnan staðið seg
best, tá ið politikarar hava
hildið fingrarnar burtur, og
ringast, tá ið politiska uppí
blandingin hevur verið stór.
Eg gevi Jørgini púra rætt í
síni útsøgn, tí vit hava ongan
tíð upplivað slíka stagnatión,
sum síðani politikarar við
fiskidagaskipanini fóru at
stýra fiskivinnuni á heima
leiðini niður í smálutir.
Tað er tí heilt ófatiligt, at
Jacob Vestergaard kunnger,
at ætlanin er at halda fram
við fiskidagaskipanini.
Fyri tað fyrsta krevur ein
fiskidagskipan, at avmark
ingar verða lagdar á skipini til
tess at avmarka veiðuorkuna,
og tað gongur beint ímót
útsøgnini hjá Jørgini um,
at fiskivinnan hevur tað
best, tá ið politikararnir ikki
blanda seg.
Fyri tað annað er ein frí
umsetiligheit
við
døgum
og ymiskari veiðiorku nógv
truplari at hava við at gera,
enn um kvotur verða nýttar.
Fyri tað triðja hevði ein
møgulig
uppboðssøla
av
dø'gum slett ikki rigga, tí
dagarnir hava so ymiskt
virði frá skipi til skip, og
tí hevði verið neyðugt við
ásettum
bólkabýti
ella
u m r o k n i n g s fa kto r u m ,
og tað vil siga politiskari
uppíblanding.
Og fyri tað fjórða kann
mann so gloyma alt um
skilagóða
uppskotið
hjá
Bjarna Arnason um fría
umsetiligheit
í
einum
opnum havi, tí hvat skulu
reiðarar í heimaflotanum
gera á fjarleiðum ella í
uppisjóvarvinnu, tá ið teir,
orsaka av avmarkingum í
fiskidagaskipani, ikki kunnu
skaffa sær tey røttu skipini.
Og trupulleikin er eisini
hinvegin, um uppisjóvar-
ella fjarleiðarskip skulu ogna
sær rættindi til botnfisk í
heimasjógvi.
Nei, eg haldi sum Jørgin,
at politikarar skulu blanda
seg minst møguligt:
Sig reiðarum hvat teir
kunnu fiska, tvs. kvotur, og lat
teir so sjálvar um nær, hvør,
hvar og hvussu, uttan nakrar
sum helst avmarkingar.