mikudagur 14. mai 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrein síða 11
Drepur
uppi undir
Tinganesi
Eyðfinnur Jacobsen
Eygamálið síða 10
Senior
festivalur
Tað eigur at geva teim ráðandi or
søk til umhugsan, at ført verður
fram, at heimsins ríkidømi verður
alsamt meira konsentrerað á fáum
hondum.
Vit kenna eisini orðaskiftið úr
Føroyum – at vit í ramasta álvara
tosa um fámannaveldi – at færri og
færri hava atgongd til eitt nú havs
ins tilfeingi, og at vald annars savn
ast á alsamt færri hondum.
Hetta er ein døpur gongd. Mána
kvøldið verður fyrilestur í Norður
landahúsinum, har júst hetta evnið
verður viðgjørt – tann fíggjarligi,
sosiali og heilsuligu missurin, ið
stendst av ójavna.
Fyrireikararnir vísa á, at sein
astu árini hevur eitt eyðkenni tikið
seg upp, tá ið tað kemur til ognir og
inntøkur, at eitt sera lítið tal av fólki
sita á størri og størri parti av ríki
døminum. Víst verður eitt nú á, at í
1973 fekk eitt prosent av fólkinum í
USA – tey mest múgvandi – umleið
11 prosent av útgoldnu inntøkunum,
nú er talið væl oman fyri 20 prosent.
Aðra staðni er tað ikki so grefligt,
men gongdin er tann sama.
Hetta er ein óhugnalig gongd, ið
ger gjónna enn størri millum stætt
irnar. Og her heima hjá okkum, har
vit ikki hava havt »stættir«, kann ein
slík konsentratión av ríkidømi føra
til, at vit skapa ein stættamun, sum
fær ómetaliga óhepnar avleiðingar
fyri samfelagið.
Sum vera man eru munir í inn
tøku, og munur er á ognarviður
skiftum. Men fer hesin munur at
vaksa, og verður gjógvin enn størri
millum tey við sera nógvu ognu
num og tey, við færri ognum, so
fara fólk ikki at kenna seg sum part
í sama samfelag.
Tað er hetta evnið, sum verður
umrøtt í Norðurlandahúsinum,
spurningar, sum hesir, verða reist
ir:
Tá ið so fá sita á so nógvum,
hvørja ávirkan fær tað so ávirkan á
politiska valdsbýtið?
Kunnu tey fáu, múgvandi til
dømis fáa síni áhugamál framd, so
leiðis at talan er ikki longur um eitt
fólkaræði, har reglan er »ein-veljari-
ein-atkvøða«?
Hvørja ávirkan fær tað á privata,
vinnuliga og samfelagsliga búskapin
– og á sosial- og heilsuviðurskifti?
Fyrireikararnir nevna sum dømi
orðaskiftið um ali- og fiskirættindi
– serliga innan uppsjóvarflotan, har
hendan gongdin er so eyðsýnd.
Hetta eru áhugaverd viðurskifti,
sum politiska skipanin eigur at
hugsa um, og sum veljarin eigur at
leggja sær í geyma og grunda yvir
til næsta val.
ríkidømið á fáum hondum
Kappingarárið fyri føroyskan
kappróður í Danmark verður
um vikuskiftið skotið í gongd
í Odense.
Leygardag skipar Róðrar
felagið Sleipnir fyri fyrstu av
fimm árligu stevnunum har
róð verður um stig til danska
meistaraheitið í kappróðuri í
føroyskum bátum.
– Veðrið sær út til at blíva
av tí allar fagrasta, og vit meta
at fáa vitjan av umleið 300-
400 fólkum á degnum, sigur
Guðrið Krúnufjall, forkvinna
í Sleipnir.
Stevnan verður sett klokk
an 13, og hereftir fer kappróð
urin í gongd. Gjøgnum allan
dagin verður møguleiki fyri at
keypa føroyskt ábit og drykkj
uvørur, umframt at umboð úr
dansifelagnum.
Miðgarðsormurin skipa til
føroyskan dans. Seinni um
kvøldið fer Símun von Konoy
at spæla til dans. Sí stevnu
skránna á www.sleipnir.dk
Fyrireikararnir
siga,
at
stevnan er einans møgulig at
halda vegna alla ta góðu hjálp,
sum felagið hevur fingið.
– Tí vilja vit nýta høvið
at takka allar stuðlar, onnur
feløg og øll tey sjálvbodnu
sum hjálpa til áðrenn, undir
og eftir stevnuna, siga tey í
nevndini í Sleipnir.
Kappróðrarstevna í Odense
Mikudagin kunngjørdi for
maðurin í Norðoya Sam
bandsfelag, sum eisini er
blaðstjóri á Norðlýsinum, at
Steinbjørn O. Jacobsen, vara
borgarstjóri í Klaksvík, hevði
meldað seg úr Tjóðveldi. Or
søkin var, at Tjóðveldi nú
sum flokkur tekur undir við,
at fólk av sama kyni kunnu
giftast borgarliga.
Men kunngerðin hjá for
manninum í sambandsfel
agnum í Klaksvík var tó ikki
røtt. Hon var faktiskt bein
leiðis skeiv. Tí Steinbjørn O.
Jacobsen hevði nettupp ikki
meldað seg úr Tjóðveldi.
– Eg eri ikki rýmdur úr
Tjóðveldi og eg fari heldur
ongan veg, segði hann við
in.fo týskvøldið.
– Tað er ikki rætt, staðfesti
hann og undraðist á, at tey,
sum bera hesi tíðindi, hava
ikki so frægt, sum hava tosað
við hann.
Alt stavar frá eini við
merking, hann hevði á Face
book.
– Men tað er vent og snar
að og yvirtulkað í ein slíkan
mun, at tað er einki høpi í tí,
sigur Steinbjørn O. Jacob
sen.
– Hjá politiskum kapp
ingarneytum er sundurlyndi
og split kærkomin tíðindini.
Men eisini í politikki er tað
stuttligari, um tíðindini eru
sonn...
Tað tvørkirkjuliga samstarv
ið, millum samkomur og
kirkjur í Tórshavn, skipar 3.
páskadag hvørt ár, fyri tvør
kirkjuligari gudstænastu.
Undirtøkan fyri hesari
gudstænastuni er alsamt
vaksandi og tað tykjist sum
um, at fólk sum heild eru
glað fyri at møtast tvørtur
um samkomur/kirkjur.
Í ár var árliga gudstæn
astan í sali Frelsunarhersins
í Tórshavn og sum nakað
nýtt, var møguleiki at geva
eina peningagávu á guds
tænastuni.
Ætlanin við hesum er, at
peningurin skal fara óskerd
ur til ymisk góðgerandi
endamál. Í ár bleiv tað so valt
at peningurin, skuldi fara til
arbeiðið hjá Herberginum hjá
Frelsunarherinum.
Hósdagin í síðstu viku,
vórðu umboð fyri tvørkirkj
uliga samskipanarbólkin, til
staðar á Herberginum við
peningagávuni. Gávan var
ein kekkur áljóðandi 17.500
kr, sum var upphæddin sum
kom inn á sjálvum møti
num.
Tað var ein hugnalig løta
á Herberginum har dagligi
leiðarin, Martin Kúrberg, tók
ímóti og vísti umboðunum
runt í húsinum. Áhugavert
var at síggja at virksemi var í
húsinum allan dagin og allar
dagar í árinum og tað setur
jú fíggjarlig krøv. Herbergið,
sum er ein partur av sosiala
arbeiðinum hjá Frelsunar
herinum í Noregi, Føroyum
og Íslandi, fær m. a stuðul frá
landi og kommunu men eisini
fær Herbergið nógvar gávur
frá fyritøkum og privatfólki
og tað eru tey ógvuliga takk
som fyri.
Martin Kúrberg takkaði
fyri gávuna og samstundis
vísti á týdningin við at fólk
geva gávur og vísa vælvild
her í Føroyum og at Her
bergið ikki kundi verið hes
um fyriuttan.
Stórfingin gáva
Alsamt meira ríkidømi
verður savná á fáum hondum
Sambandsformaður koyrdi
Steinbjørn úr Tjóðveldi