Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað verður sagt hvørja ferð eitt rættarmál byrjar, tá talan er um revsimál, at ákærdi ikki hevur skyldu til at úttala seg. Men í so at siga øllum før­um gera tey ákærdu tað. Í hesum førinum førdi ein 23 ára gamal maður hendan ræt­t­in út í lívið. Hann var ákærdur fyri tvær ferðir at hava keypt exta­cy tablettir, ávikavist 25 og 30 stykkir, og í einum føri at hava keypt 21 gramm av hassj. Hann noktaði seg tó sekan. Linda Hesselberg, ákæri, læs síðani ein lista av sam­ skifti, sum ákærdi hevði havt við ein annan mann á Face­ book, ið gav greiðar ábend­ ing­ar um, at har fór eitt og ann­að fram teirra mill­um. Í samskiftinum var tosað um »Toyota« og »eid«, nakað, sum narkopolitisturin varp­ aði meira ljós á, tá hann vitn­ aði. Petur Even Djurhuus, verji, fekk tó ákærda at taka vitnisbásin og svara nøkr­ um fáum spurningum. Hann spurdi eitt nú, hvussu hann var handtikin, og um hann fekk upplýst, um hann var undir skuldseting - og um hann fekk í boði at hava sak­ føra­ra hjástaddan. Ákærdi segði seg einki hava fingið at vita um nakra skuld­seting, og heldur ikki um nakran rætt at hava sak­ førara hjástaddan. Hann trúði stutt sagt, at málið snúði seg um ein ann­ an persón. Í hesum sambandi spurdi Linda Hesselberg, hvussu lein­gi hann hevði gingið í skúla, og nær hann byrjaði at fáa danskt í undirvísingini. Hes­um svaraði ákærdi. Hon vísti síðani til politi­ rapport­ina, har tað í ørðum hvørj­um setningi stóð, »sigt­ ede forklarede«. - Tá nú allar síðurnar eru undirskrivaðar av tær, skilti tú ikki, hvat »sigtede« merk­ ir? spurdi Linda Hesselberg. Extacy til føðingardag Ein narkopolitistur var síða­ni innkallaður, og hann greid­di millum annað frá, hvat ein Toyota og ein eid merk­ir. Ein Toyota vísir heilt greitt til extacy, meðan ein eid er eitt gramm av hassj. Narkopolitisturin greiddi frá, at ákærdi ikki varð hand­ tik­in, men bert var biðin um at koma á støðina at geva eina frágreiðing. Hann segði, at ákærdi beinanvegin var gjørd­ur varðugur við, at hann var undir skuldseting fyri at keypa extacy og hassj. Eisi­ni var honum upplýst, at hann hevði rætt til ein verja, um hann ynskti tað. Ákærdi var spurdur um keyp­ið av 30 tablettum av extacy, sum víst var til í Face­book samskiftinum. Hes­um fekst tó ikki greiði á, men ákærdi upplýsti, at hann hevði keypt 25 extacy tablett­ir í samband við føð­ ing­ar­dag sín. Tær kostaðu 250 krónur stykk­ið, sum var van­ligt tað tíðar­skeiðið. Ákærdi segði eisini, hvar hann hevði fingið hendur á tablett­unum. Hann viðgekk eisini at hava keypt 21 gramm av hassj, tó ikki alt í einum. Ákærdi greiddi frá, at hann ikki vildi flyta peningin til tann, hann hevði keypt frá, um bankan, tí hann óttað­ist, at politiið kundi spora tað. Treytaðan dóm Í sínari proceduru vísti Linda Hessel­berg á, at ákærdi 16. juli í 2010 hevði fingið eina bót fyri at liggja inni við hassj. Hon segði í sínari proce­duru, at ákærdi sjálvur upp­lýsti, at hann hevði keypt 25 stykkir extacy til sín føð­ ing­ar­dag fyri 250 krónum fyri hvørja. Eisini vísti hon á, at ákærdi eisini sjálvur hevði nevnt tey 21 grammini av hassj, eisini fyri 250 krónur gramm­ið. Linda Hesselberg mælti til, at ákærdi varð dømdur tríggj­ar ­mánaðir fongsul, sum tó skuldi verða treytað av, at hann einki revsivert gjørdi í eitt ár. Peter Even Djurhuus vísti øllum ákærum aftur og mælti til frídøming í øllum trim­um forholdunum. Hann segði, at ákærdi neyv­an hevði úttala seg um tær 25 extacy tablettirnar, um ein verji var hjástaddur, og hini bæði forholdini vóru líka ófullkomin. Skuldi ákærdi kortini fáa eina revsing, segði hann seg samd­an við tí, sum ákærin mæl­ti til. Dómur fall í málinum eftir at blaðið var farið til prent­ingar. leo@sos.fo Ákærdi noktaði at úttala seg Tað hendi tað heilt óvanliga í einum rættarmáli mikumorgunin, at ákærdi maðurin noktaði fyri at úttala seg í rættinum Umframt tær tilsamans 55 extacy tablettirnar, er 23 ára gamli maðurin ákærdur fyri at hava keypt 21 gramm av hassj Leo Poulsen Hóast eingin teknist frá­ greiðing kom fram um hvussu, so segði narko­ politisturin, sum varð av­hoyrdur i málinum um eufori­serandi evnir miku­ dag­in, at tað var Facebook, sum fekk teir á sporið av manninum, sum var í rætti­num hendan dagin. Tað var eisini ein rími­ liga langur listi lisin upp í rættinum, sum var tikin bein­leiðis av Facebook, og sum sýndi eitt samskifti mill­um ákærda mannin og ein annan persón, ið allar­helst var mettur sum veitarin av rúsandi evnun­um. Har vóru ímillum orð og vendingar, sum vanlig fólk ikki reiði­liga skiltu, men sum narko­politist­ urin kundi varpa ljós á. Eisini smsboð kunnu vera avdúkandi í slíkum før­um, og nøkur vórðu lisin upp í rættinum miku­dagin. Facebook útskriftin nevn­di 30 stykkir av extacy, og tað var í hesum sam­bandi, at maðurin var tik­in inn á politistøðina og av­hoyrd­ur í sambandi við rættar­málið mikudagin. Sama útskrift nevni eisini orðið, »guv«, sum í narkoumhvørvi merk­ ir ein guvur av einum jointi. Tað váttaði narko­ politisturin. Facebook boðaði frá Tað kom fram í vitnis­frá­ greið­ingini hjá narko­politi­ num, at tað var Facebook, ið leiddi teir á sporið