mikudagur 14. mai 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
Nú mugu vit standa saman
Tóra við Keldu
læraraumboð í
skúlastýrinum, Skúlin
við Ósánna
Í býráðsfundi 24. apríl 2014
varð samtykt at leggja stóru
fólkaskúlarnar í Klaksvíkar
kommunu saman. Áhugavert
verður at síggja, hvussu
skúlin fer at broytast, og
møguliga eisini hugburðurin
til fólkaskúla í býnum.
Arbeiða vísiliga
Við so grundleggjandi broyt
ingum í skúlahøpi er umráð
andi at fara vísiliga til verka,
har
næmingar,
foreldur,
leiðsla og lærarar, ígjøgnum
gott samskifti og nágreini
ligar ætlanir, fáa røttu ognar
kensluna og møguleika at
hava ávirkan á tað, sum nú
skal henda.
Klaksvíkar
býráð
má
veruliga vísa í verki vilja at
seta nøktandi pening av til
ein vælútbygdan, rúmligan
skúla. Umráðandi er eisini,
at hetta ikki verður skundað
ígjøgnum. Ting tager tid,
segði Piet Hein. Í júst hesum
málinum hevur eyðkenni
tó verið, at tað skuldi gerast
skjótast gjørligt, so skjótt,
at lagt var ikki til merkis,
at eitt skriv frá 31 lærarum
manglaði í málinum.
Forkvinnan bersøgin
Stutt eftir samanleggingina
av skúlunum sigur forkvin
nan í skúlastýrinum við
Skúlan á Ziskatrøð ironiskt
í kjaki á sosialum miðli:
”Tað vil vísa seg, hvussu
stór
katastrofan
verður.
Kann ikki verða verri enn
verandi skúlaskipan, ið er
ein katastrofa fyri næming
arnar.”
Hetta átti at fingið okkum
at steðga á og spyrja: Hvussu
síggja vit fólkaskúlan, hvørja
ábyrgd og ávirkan síggja vit
okkum sjálvi at hava, og hvat
sigur útsøgnin um virðingina
fyri skipanini. Hugsi, at júst
hesin
hugburður,
verður
møguliga størsta avbjóðingin
í komandi tíð.
Tað er ikki einvíst prógvað,
at stórir skúlar geva betri
úrslit, at næmingar trívast
betur ella at samanlegging
er ein góð loysn, men í hesum
málinum sýnast pástandir at
verða vorðnir sannleikar.
Ógrundgivnar
grundgevingar
Frágreiðing
gjørd
í
2013
av hugbankanum CEPOS
vísir á, at vanligastu grund
gevingarnar fyri at niður
leggja ella leggja saman
skúlar er, eins og meiriluta
tilmælið vísir á, er at fáa
stórrakstrarfyrimunir og at
fakliga støðið hjá næming
unum gerst hægri. At hetta
gerst veruleiki eftir saman
legging, vísir frágreiðingin
tó aftur. Í kommunum við
færri skúlum verður hin
vegin meira peningur nýtt
ur til hvønn næming, og
næmingar í kommunum við
bygnaðarbroytingum hava
lyndi til ikki at klára seg eins
væl og næmingar í komm
unum, sum ikki hava broytt
bygnaðin.
Víðari stendur m.a. í til
mælinum frá meirilutanum,
at
samanleggingin
gevur
eina sterkari skúlaeind at
møta framtíðar avbjóðingum
og alheimsgerðum, at fyri
sitingarliga- og námsfrøðiliga
leiðslan verður styrkt, betri
planlegging, betri gagnnýtslu
og menning av lærarum, fleiri
møguleikar – fjølbroyttari
undirvísingarmøguleikar,
fakliga breidd, bara fyri at
nevna nakað. Tykist løgið,
at tey, ið skriva tilmælið,
kunnu tryggja borgarum í
Klaksvík hetta, tí neyvan
verður uppgávan lættari eftir
samanleggingina.
Tað kann hinvegin undra,
at tá hesar eru grundgevingar
fyri at leggja saman, hví, eftir
øllum at døma, hetta ynski
ikki longu eru tryggjað í
einum stórum skúla við 40
lærarum og 400 næmingum.
Nýhugsanin er
gomul hugsan
Tað, sum í dag verður kallað
nýhugsan, sóu fólk í 70unum
vert at fara burtur frá.
Fólk vilja aftur hava eina
leiðslu, eina skúlamentan,
stórrakstrarfyrimunir,
har
smærru eindirnar í veru
leikanum
gerast
størri
– í miðal 233 næmingar í
hvørjari – sum ikki skapa
nærleika og tryggleika fyri
einstaka
næmingin,
men
heldur møguleika at detta
burturímillum.
Kann tað gerast verri
Skilji væl, at næmingar og
foreldur ikki eru nøgd við
karmarnar í skúlanum á
Ziskatrøð, men neyvan er
tað ein góð grundgeving
fyri at leggja saman. Tá ið
eg sigi, at nú er umráðandi
at standa saman, so er tað
sjálvsagt við tí í huga, at tað
eru avgjørdar avbjóðingar í
nýggja bygnaðinum. Her skal
eitt miðvíst og nágreiniligt
arbeiði leggjast í fyri at fáa
størsta fólkaskúlan í land
inum at virka – eisini frá
Mentamálaráðnum.
Ikki
er nóg mikið at siga, at tað
verður ongantíð verri, enn
tað er í dag, tí júst tað er
avgjørt ein møguleiki.
Við vón um, at vit øll
standa saman um nýggja
bygnaðin, so vit halda fram
við mennandi og kveikjandi
skúlaskapi í Klaksvík.
Nú er tíð at nýskipa fiskivinnuna
Jógvan Poulsen
formaður í Havnar
Framburðsfelag
Havnar
Framburðsfelag
hevði almennan fund um at
nýskipa fiskivinnuna miku
kvøldið 7. mai 2014. Fundurin
varð streamaður á alnótini,
og tí høvdu fólk høvið at
fylgja við fundinum heima.
Ætlandi verða framløgurnar
eisini lagdar á heimasíðu
Fólkafloksins.
Á
fundinum
gjørdist
greitt, at um gjøld skulu verða
løgd á vinnuna, má minsta
kravið vera, at fiskivinnan
fær tryggjar karmar við
støðufesti og brúksrætti.
Í løtuni er vinnan í bíði
støðu, tí eingin veit, hvat
hendir eftir 1. januar 2018.
Hetta tarnar henni at leggja
ætlanir og gera íløgur.
Á fundinum greiddi Bjarni
Arnason, serfrøðingur í bú
skaparviðurskiftum
hjá
fiskivinnuni,
frá
ymsum
uppskotum til nýskipan av
fiskivinnuni, har “opið hav”
og umsetiligar kvotur, stabili
tetur og sterkur brúksrættur
eru við til at geva mest møgu
liga virðisøking og menning í
Føroyum. “Opið hav” merkir,
at ávísir skipabólkar og reið
skapur ikki verða avmark
aðir til ávísar leiðir.
Bert føroyingar búsitandi
í Føroyum kunnu eiga skip
ini.
“Arnason modellið” leggur
upp til eitt ávist kilogjald,
sum verður útroknað hvørt
ár eftir metta, samlaða árs
úrslitinum hjá viðkomandi
veiðibólki.
Hetta
fremur
effektivitet og loyvir vinnuni
at gera nýíløgur umframt at
leggja langtíðarætlanir.
Vit meta, at hetta útrokn
aða kilogjaldið er nógv betri
enn verandi tilfeingisgjald,
sum er tilvildarliga politiskt
ásett.
Eisini meta vit, at modellið
er betri enn ein uppboðssøla
av
fiskirættindum,
sum
hevði trýst prísin hagar upp,
at eingin vinningurin hevði
verið eftir til skipini, tá lands
kassin hevði fingið sítt.
Christian Andreasen, ad
vokatur, greiddi millum annað
frá, at har sum uppboðssøla
av fiskiloyvum er roynd, er
hon miseydnað. Eisini forðar
tað nýggjum íverksetarum í
fiskivinnuni, at fiskiloyvi
ikki kunnu veðsetast, tí bert
teir kapitalsterkastu kunnu
vera við, um veðseting ikki
er loyvd.
Jacob Vestergaard, fiski
málaráðharri,
legði
fram
ymiskt úr einum uppskoti
um nýggja fiskivinnulóggávu,
sum hann fyri meir enn
einum ári síðan hevur lagt
fyri samgonguflokkarnar, ið
ikki hava svarað enn.
Jørgen Niclasen dró á sama
bógv sum Bjarni, Christian
og Jacob, at fiskivinnan skal
hava góðar og víðar karmar,
har fiskivinnan kann skipa
seg sjálva, uttan ov nógva
uppílegging
frá
politisku
skipanini.
Vit í Havnar Framburðs
felag vóna, at samgongan
kann seta ferð á arbeiðið at
nýskipa fiskivinnuna.
Vinnan kann ikki bíða
longur, tí óvissan økist fyri
hvønn dag, sum vit nærkast
1. januar 2018.
Vónandi kann ein nýskip
an geva enn størri virðisøking
í Føroyum, so at fiskivinnan
framhaldandi verður trygt
grundarlag undir vælferðini
her á landi.
eblaðið
sos.fo