mikudagur 14. mai 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 15. mai 2014 · Nr. 55
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Hesa ferð er 9. umfar í lands
kappingini
á
skránni.
Í
morgin er dýri biðidagur, og
tá verður ein dystur. Hann
verður í Gundadali, har meist
ararnir í HB fáa vitjan av upp
flytarunum av Skála. Sunnu
dagin eru hinir fýra dystirnir
ásettir at vera. Toppliðið B36
skal til Runavíkar, KÍ skal út
á Svangaskarði, ÍF fær vitjan
av AB, og EB/Streymur fær
vitjan av Víkingi.
Sunnukvøldið
verður
fyrsti triðingurin av ársins
landskapping av. Tá hava øll
liðini dystast eina ferð ímóti
hvørjum øðrum, og tá eiga øll
liðini á ein heimadyst og ein
útidyst á ímóti øllum hinum
liðunum.
Skráin sigur, at 27. og
síðsta umfar verður leygar
dagin 26. oktober. Ein av
uppgerðunum í síðsta umfari
verður
grannastríðið
í
Gundadali millum B36 og HB.
Tað kann væl fara at vísa seg,
at talan tá verður um sanna
finalu um FM heitið.
Merkisvert er tað, hvussu
sannførandi liðini í Gunda
dali
hava
verið
higartil.
Felags fyri oddaliðið B36 og
meistararnar HB er, at tey
hava megnað at vinna úrtøku
í øllum átta umførunum.
Innanhýsis
uppgerðin
í
fjórða umfari endaði 1-1. B36
hevur vunnið allar hinar
ferðirnar burtursæð frá, tá
ið Víkingur vitjaði, og tað í
evstu løtu eydnaðist Jákupi
á Borg at javna til 2-2.
HB er tvey stig aftanfyri
B36. Tað kemst av, at meist
ararnir tríggjar ferðir hava
verið partur av javnleikum.
Umframt í grannauppgerðini
var tað javnt í fysta umfari,
tá ið tað norðuri við Margáir
eydnaðist heimaliðnum at
javna til 1-1, og so eydnaðist
tað Víkingi at svara aftur í
Gundadali og venda hóttandi
2-0 tapi til 2-2.
Tølini siga, at tað verður
torført hjá hinum liðunum
at halda tørn í kappingini
um fremstu plássini. KÍ, sum
er á triðja plássi, er longu
fimm stig aftanfyri HB og
sjey stig aftanfyri B36. Um
framt tap í Gundadali ímóti
HB og í Klaksvík ímóti B36
hava
klaksvíkingar
tapt
ímóti EB/Streymi á útivølli.
Hvussu stórur munurin er
á teimum báðum fremstu og
hinum sæst eisini í, at meðan
málmunurin hjá B36 og HB
er ávíkavíst +12 og +14, so er
hann hjá KÍ +1!
Kappingin um bronsu
plássið er stór. KÍ hevur 13
stig, og Víkingur er á sjeynda
plássi við 10 stigum. Tað er
harvið møguleiki fyri, at
talan eftir einum umfari
kann verða um stórar broyt
ingar á støðutalvuni í pláss
unum millum trý og sjey.
B36 og HB tykist eingin
hava møguleika at skala. Tí
er møguleikin stórur fyri,
at tað longu eina ferð seint
í summar verður veruleiki,
at stríðið um FM ikki verður
millum feløg kring alt landið,
men heldur verður kapping
millum tey bæði stóru feløg
ini í Gundadali. Skráin ber
møguleika fyri sær, at av
gerðin um, hvør skal vinna
gull og silvur, verður ikki
tikin fyrrenn síðsta leygar
dagin í oktober, tá ið tað
verður
grannauppgerð
í
Gundadali.
HB er í hopla
Dómari: Petur Reinert
HB vann sunnudagin triva
ligan og sannførandi 4-0
sigur á Svangaskarði. Næst
síðst var talan um 3-0 sigur
á Argjum, og nú stendur
Skála fyri tørni í Gundadali.
Heðin Askham, HB venjarin,
var væl nøgdur, og tað hevur
hann alla orsøk at vera:
– Serliga í 1. hálvleiki
spældu vit væl, staðfesti
Heðin Askham eftir sigurin
á Toftum, og nú er spurning
urin, um tað enn eina ferð
fer at eydnast at halda málið
tætt.
Meðan tað rennur inn í
stórum í HB stigakassan, so
bíðar Skála framvegis eftir
fyrsta sigrinum. Á heimavølli
ímóti ÍF var tað sera tætt við,
men tríggjar minuttir undan
leikloki,
tryggjaði
Bartal
Eliasen ÍF 2-2,og harvið er
úrtøkan hjá Skála fýra javn
leikir og fýra tap.
Talan er um leikliga fram
gongd, men talan verður
um mest óvæntaða úrslitið
higartil í ár, um tað fer at
eydnast Skála at vinna stig í
Gundadali.
B36 fult á útivølli
Dómari: Lars Müller
Tað plagar at verða roknað
sum stór avbjóðing av vitja
í Runavík. Úrslitini higar
til í ár siga, at B36 verður
favorittur við Løkin sunnu
dagin. Árstalsfelagið hevur
higartil verið fýra ferðir á
útivøli, og hvørja ferð hevur
tað eydnast at vinna. Mál
munurin á útivølli er 14-6!
Serliga avgerandi er tað, at
at framrættaðu lyklaspæl
ararnir eru framúr væl upp
lagdir. Síðsta dømið um hetta
var í Klaksvík sunnudagin, tá
ið Adeshina Lawal við fram
úr einmansavriki setti tók
luftina úr ballónini.
Eftir fulla úrtøku í trim
um teimum fyrstu umfør
unum ímóti teimum trim
um, sum nú eru niðast á
støðutalvuni, hevur tað verið
meiri soltið hjá NSÍ. Eftir
hepna javnleikin ímóti KÍ á
heimavølli og aftur eftir 3-0
tapið í Gøtu staðfesti Trygvi
Mortensen, NSÍ venjarin, at
tað ikki var nóg gott.
Mótbrekka í Klaksvík
Dómari: Dagfinn Forná
Síðani
uppflytingin
varð
veruleiki síðsta heyst, hava
teir í B68 aftur og aftur
endurtikið, at teirra lutur
í ár verður at stríðast fyri
plássinum í bestu deildini.
Eftir átta umfør er B68 røttu
megin strikuna, men tað
leypir einki av, og eftir 4-0
heimatapið ímóti HB legði
Jógvan Martin Olsen kortini
á borðið:
Rás2 sigur frá tveimum dystum Um vikuskiftið er 9. umfar í Effo-deildini. Tað
merkir at vit eru komin ein triðing av vegnum. Rás2 fer at siga frá tveimum dystum hetta
vikuskiftið. Tað fyrri verður í kvøld millum HB og Skála. Rás2 sigur eisini frá dystinum
sunnudagin millum NSÍ og B36, sum byrjar klokkan 17.15. Sostatt verður 3. Hálvleikur
á Rás2 ein spennandi og tætt pakkað sending við reaktiónum og beinleiðis frásøgn.
LIÐ TÍÐINDI
AB
Skaddir: Andras Brixen
(lærkrikin, óvist),
Gert Drangastein (fóturin, 1-2 vikur)
og Jógvan Skeel Nolsøe (fóturin, óvist)
Ivasamir: Dion Splidt (lærið), Beinir Ellefsen
(fóturin), Sorin Anghel (lærið/sjúka),
Jóan Símun Edmundsson (lærkrikin)
og Kári Nielsen (bakparturin)
B36
Skaddur: Símun Joensen
(knæið, óvist)
B68
(Undan fjórðingsfinaluni)
Skaddir: Niklas Poulsen
(langtíðarskaddur, liðband),
Johnleif Højgaard (skaddur,
ikki vant í vikuni), Janus Mortensen
(lærkriki, ikki vant í vikuni)
Ikki við: Emil Ronaldsson Olsen
(burturstaddur)
EB/Streymur
Skaddur:
Arnar Dam (fótskaði, 1-2 mánaðir)
HB
Skaddir:
Gunnar Haraldsen (lærkrikin, óvist)
og Alex José dos Santos (fóturin, 2-3 vikur)
Fríggjadagin
Kl. 15:00
Sunnudagin
Kl. 17:15
Sunnudagin
Kl. 15:00
verður avlýst
fótbóltur
Støðutalvan sigur, at tað er stórt sannlíki fyri, at kappingin um FM heitið skjótt bara verður innanhýsis uppgerð
í Gundadali, og at bygdafeløgini fara at stríðast um bronsuplássið og um at sleppa undan niðurflyting
Vandi fyri at
landskappingin