mánadagur 19. mai 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Tann 14. mai 2014 boðaði Atlantic
Airways P/f (Atlantic Airways)
frá, at nevndin í Atlantic Airways
frá Vinnu mála ráðnum hevur
móttikið fráboðan og fulltrú til
vegna Vinnu málaráðið at
gjøgnum føra tvingsils innloysn
av minnilutaparta eigarum í
Atlantic Airways.
Sum ein fylgja av hesi fráboðan
hevur Atlantic Airways søkt um at
verða strikað frá NASDAQ OMX
Iceland og NASDAQ OMX Copen
hagen.
Eftir at freistin fyri sjálvbodna
almenna tilboði, fráboðað 7. mars
2014 (tilboðið) og sum varð givið
samsvarandi greinunum 99111 í
íslendsku lógini um virðisbrøv, lóg
nr. 108/2007, og §§ 3133 í lóg nr.
986 frá 2010 fyri Føroyar um handil við
virðis brøv um, er farin, eiga Vinnu
málaráðið og Atlantic Airways
til samans 95,72% av øllum parta
pening inum í Atlantic Airways.
Vinnu málaráðið hevur ræðið á 94%
av øllum atkvøðunum í Atlantic
Airways. Orsakað av hesum hevur
Vinnumálaráðið tikið avgerð um
samsvarandi grein 110 í íslendsku
lógini um virðis brøv jfr. §§ 6973 í
føroysku partafelags lógini, jfr. §§
3133 í føroysku lógini um virðis
brøv at keypa partabrøvini, sum
eftirverandi partaeigarar í Atlantic
Airways eiga.
Heitt verður tí á partaeigarar í Atlantic
Airways um at avhenda partabrøv
teirra í felagnum til Vinnumálaráðið
innan eina freist á 4 vikur, ið gongur
út 16. juni 2014 kl. 16.00 (føroyska tíð).
Partabrøvini verða flutt Vinnu mála
ráðnum fyri ISK 4.403,28 ella DKK
210 kontant fyri hvørt partabrævið,
ið hevur eitt nominelt virði á DKK
100, og goldið verður kontant. Frá
boðaði prísurin samsvarar við prísin,
ið Atlantic Airways hevur rindað til
teir partaeigarar, ið hava góðtikið
tilboðið móti kontantum gjaldi.
Øll partabrøv, ið verða avhend Vinnu
málaráðnum samsvarandi hesi
lýsing, skulu vera leys av øllum
krøvum.
Partaeigarar, ið ynskja at avhenda
partabrøv síni til Vinnumálaráðið,
skulu heita á goymsluførandi banka
sín um at skipa fyri, at játtan um at
flyta partabrøvini verður send:
BankNordik P/F
Postboks 3048
Húsagøta 3
FO110 Tórshavn
Føroyar
Gjald fyri avhendu partabrøvini
verður greitt kontant gjøgnum
bankan, har partabrøvini eru í
goymslu, 4 bankadagar eftir, at
omanfyri nevnda tíðarskeið á 4
vikur er farið, t.e. 20. juni 2014.
Skjal at undirskriva við góð kenning
av tilboðnum (bert tøkt á enskum),
sum er sent til allar partaeigarar, og
sum eisini finst á heimasíðu
felags ins, www.atlantic.fo, skal
nýtast í sambandi við, at partabrøvini
verða avhend. Nærri upplýsingar
finnast á góð kenningarskjalinum.
Eftirsum at prísurin samsvarar við
gjaldið til partaeigarar, ið hava
góðtikið kontant gjald sambært
tilboðnum, verður prís urin mettur at
vera rímiligur sam svarandi galdandi
lóggávu um tilboð. Um ein minni
luta parta eigari er ósamdur um
prís in, kann hesin partaeigarin
sam svarandi § 71 í føroysku
parta felagslógini biðja um, at mett
verður um innloysingar prísin av
einum serfrøðingi, sum verður
útnevndur av Føroya rætti. Ser frøð
ingurin ásetir innloysingar prísin
samsvarandi ásetingunum í § 67,
stk. 3, í føroysku parta felagslógini.
Um prísurin, ásettur av serfrøðing
inum eftir § 67, stk. 3, jfr. § 70, stk.
3, í føroysku partafelags lógini hevur
við sær ein hægri innloysingarprís
enn prísurin, sum Vinnumálaráðið
bjóðar, skal hesin innloysingarprís
urin vera galdandi fyri allar parta
eigar ar, hvørs partabrøv verða
innloyst, og sum ikki hava biðið um
eina meting. Kostnaðurin sum
stendst av at fáa meting gjørda av
innloysingar prísinum skal gjaldast av
við komandi partaeigara, ið biður
um tílíka meting, men rætturin kann
áseta, at kostnaðurin heilt ella
lutvíst skal rindast av Vinnumála
ráðnum, um metingin hevur við sær
ein hægri innloysingarprís enn
prísin, ið er bjóðaður av Vinnu
málaráðnum.
Minnilutapartaeigarar, sum ikki hava
avhent partabrøv síni til Vinnu mála
ráðið, tá omanfyri nevnda freist
uppá 4 vikur er farin, verða við eini
lýsing umvegis telduskipanina hjá
Skráseting Føroya, 100 Tórshavn,
(www.skraseting.fo), bidnir um at
avhenda partabrøv síni til Vinnu mála
ráðið samsvarandi § 72 í føroysku
partafelagslógini fyri eitt tíðarskeið
uppá 3 mánaðir. Um partaeigarar
ikki avhenda parta brøv síni, áðrenn
freistin uppá 3 mánaðir er farin,
verða partabrøvini mett at vera
innloyst og verða skrásett í navn inum
hjá Vinnumálaráðnum. Samstundis
verður innloysingarprísurin deponer
aður av BankNordik samsvarandi
§ 72, stk. 3, í føroysku parta
felags lógini.
Nevndin í Atlantic Airways hevur
gjøgnumgingið fráboðanina um
innloysing frá Vinnumálaráðnum
samsvarandi hesi fráboðan.
Innloysingin er til somu treytir,
herundir prís, sum bjóðað av
Atlantic Airways í tilboðnum.
Nevndin í Atlantic Airways metir, at
generellu treytirnar fyri inn loysing
sostatt eru samsvarandi vanligari
mannagongd fyri inn loysing av
partaeigarum samsvarandi tilboði
uppá føroysk feløg.
Nærri upplýsingar um tilboðið
síggjast í tilboðsskjalinum, og tí
Fairness Opinion, sum er tøk á
heimasíðu felagsins, www.atlantic.
fo. Afturat hesum er bræv um hesa
lýsing eisini sent partaeigarum, ið
eru skrásettir í partaeigarayvirlitinum
hjá Atlantic Airways 14. mai 2014.
Sørvágur, tann 19 May 2014
Atlantic Airways P/f
Nevndin
Keypstilboðið verður ikki sett fram, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis til partaeigarar, sum búgva í USA, Canada, Australia, Japan,
Suðurafrika ella í øðrum londum, har slíkt tilboð ella góðkenning av slíkum tilboði er í stríð við galdandi lóggávu í viðkomandi landi,
ella sum krevur at eitt tilboðsbræv, skráseting ella onnur tiltøk útyvir tey krøv sum fyljga av íslendskari lóggávu. Hendan tilboðslýsing
ella tilboðsskrivið má ikki útflýggjast til partaeigarar, sum eru búsitandi í nevndu londum. Einhvør persónur, sum sær hesa lýsing ella
móttekur tilboðsskrivið, má sjálvur innheinta allar neyðugar upplýsingar um møguligar avmarkingar, sum eru galdandi fyri viðkomandi,
og hann má sjálvur taka neyðug stig til tess at yvirhalda tær reglur, sum eru galdandi í tí landi, har hann er búsitandi.
Atlantic Airways Vagar Airport FO380 Sørvágur Føroyar Tel: 34 10 00
Lýsing um tvingsilsinnloysing
av minnilutapartaeigarum
í Atlantic Airways P/f