Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Enn einaferð er vanligi set­húsa­án­ ar­in ­komin í miðdepulin í einum krígg­ið millum peningastovnarnar um set­hús­arentuna­. Gjáramorgunin sendi Eik Banki út tíð­ind­a­skriv, har bankin boðaði frá, at tey lækka set­hús­a­rentuna nið­ur á 3,45 pro­sent. Presis ein tíma seinni kom BankNordik við somu tíð­ind­um. Bank­in lækkar rentuna – og fyri at verða eitt sindur betur nið­ur á 3,40 prosent – tó við ávísum treyt­um. Sethúsaeigarin hevur onga á­virk­an á hesa kapping millum pen­ing­a­stovnarnar. Fyri nøkrum ár­um síðani var tað alt um at gera hjá pen­ing­a­stovnum at fáa fólk at taka real­kred­itt­lán, sum heðvi lægri rentu, men sum føroysku pen­ ing­a­stovn­ar­nir bara bjóða gjøgnum ann­an útlendskan veitara. Frá peningarstovnunum verður sagt, at teir eru í støðugari kapping, at teir styrkja kappingarførið, sum skal verða til fyrimunar fyri allar før­oy­ing­ar. Tað kemst valla uttanum, at set­ hús­aeigarin man vera trygga­sta og stabilasta inntøkan hjá før­oysku pen­inga­stovnun­um. Tí gera teir sum vera man so nógv burt­ur úr at varðveita kundarnar og at fáa nýggj­ar kundar frá kapp­ing­ar­neyt­ um. Men fyri sethúsaeigaran kann tað tykjast løgið, at hann soleiðis verð­ur drig­in runt í einum leiki, sum hann als onga ávirkan hevur á. Tí um so er, at tað hevur so stóran týdn­ing fyri bankarnar at hava støð­uga kapping, sum skal vera til fyr­i­munar ­fyri kundan, so mátti ikki ver­ið neyðugt, at rentan fór tann skeiva vegin, tá peningastovnunum vant­ar pening. Áhugavert kundi verið at sæð, hvussu stór tap peningastovnarnir hava upp á sethúsaeigarar, sum ikki megna at røkja sínar skyldur mót­ veg­is bankunum. Ella at sæð, hvussu stórt yv­irskotið hjá bankunum er bara av tí partinum, sum stovnarnir tjena upp á sethúslán. Okkurt er sum bendir á, at tað ikki er tað rætta modellið, vit hava í Før­oy­um. Er tað veruliga neyðugt, at rent­an hjá sethúsaeigarum skal stýrast eftir, hvussu nógv ella hvussu lítið peningastovnarnir tjena á øðrum handilsøkjum? Tað vísir seg at verða tungt at fáa eina føroyska realkredittloysn, tí hanga sethúsaeigarar upp á náði hjá hjá pen­ing­a­stovn­unum – meðan al­menna Føroyar onga ábyrgd vísir á hes­um øki. Sethúsaeigarin má taka til takk­ ar við, at hann rentan hjá honum verð­ur regulera sum ein annar skatt­ur – ein skattur, sum regulerar við­ur­skift­ini millum bankarnar á vinnu­lívið annars. Sethúsaeigarin er gullið hjá føroysku peningastovnum Jákup Reinert Hansen, ph.d., nýggjur lektari í kirkju­søgu Jákup Reinert Hansen fer nú frá sum prestur í Sand­oyar prestagjaldi. Tann 1. september tekur hann við starvið á Fróð­ skap­ar­setr­i­num. Talan er um starv í kirkjusøgu, sum er eitt nýtt starv á Fróð­ skapar­setr­i­num, stovn­að av Fólka­kirkj­uni og Fróð­skap­ ar­setr­inum í felag. Jákup Reinert Hansen gjørd­ist cand. theol. frá un­ i­ver­si­tetinum í Århus í 1982 og hevur líka síðani starv­ ast sum sókn­arprestur í Sand­oyar prestagjaldi. Í 2004 gjørdist hann ph.d. frá Århus við ritgerðini »Mell­em kor og skib«. Jacob Dahls færøske postiller. Í gransk­ing síni hevur hann ser­liga havt áhuga fyri, hvussu tann kristna trúgvin í á­vísari tíð, mentan og sam­ fel­ags­lig­ari støðu gevur seg til kenn­ar í so ymiskum tekst­a­sløgum sum sálmum, præd­ikum og kirkjuligari lóg­gávu. Jákup hevur reglu­liga skriv­að greinir í út­lendsk­um tíð­ar­rit­um og bók­um og verið partur av fleiri norðurlendskum gransk­ing­ar­verk­ætl­anum. Hann hevur verið gud­ frøðiligur ráðgevi hjá Ment­ a­mál­a­ráðnum síðani yv­ir­ tøk­una av fólkakirkjuni í 2007. Endamálið við starvi­ num er at menna gransking í kirkj­u­søgu, kirkjurætti og trú­ar­ment­an. Starv­ið er harumframt eitt und­ir­ vísing­ar­starv. Lektarin í kirkjusøgu skal skipa fyri lærdum námi í kirkju­søgu, -skipan, -siðum og em­bæt­is­førslu, sum galda í fólk­akirkjuni í Føroyum. Regl­ur­nar um embæti og størv í fólkakirkjuni áseta, at sókn­ar­prestar hava slíkt nám – ella lúka tað í seinast lagi tvey ár eftir at teir eru kom­nir í starv. Jákup Reinert Hansen byrj­ar í starvinum tann 1. september og fær skriv­ stovu á Søgu- og sam­felags­ deild­ini í Jónas Broncks gøtu. Lektari í kirkjusøgu stríðið um húsaánaran Nóg mik­ ið at gera hjá Mest sjóvinna síðu 6 Færri og færri arbeiða fiski Sjóvinna síða 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í hesi vikuni skal støða tak­ ast til, hvar í Havnini nýggi musikkskúlin skal byggj­ast. Arbeitt hevur leingi ver­ið við eini ætlan um at byggja skúl­an við Norð­ur­land­a­húsið í Sortudíki og tað er eis­ini samtykt í býráðnum. Somuleiðis er nýggjur mus­ikk­skúli teknaður at byggja á stykkinum í Sort­u­ díki. Tað er skúlin sum sæst á mynd­ini, sum vit hava fingið frá kel­d­um í býráðnum. Hann stend­ur eystan fyri Norður­ landa­hús­ið, sum er heilt til vinstru á myndini. Men síðani hava bý­ráðs­ lim­ir fingið kaldar føtur og hava hug at staðseta skúlan onkra aðrastaðni. Ført hevur verið fram, at tað kann verða alt ov dýrt og óvist at byggja skúlan í Sort­ u­díki, tí undirlendið er so iv­ ing­ar­samt. Men býráðslimir hava lov­ að at nýggjur mus­ikk­skúli skal byggjast nú og tað hevur volt teimum høv­uð­brýggj. Fyri at finna eina loysn, hava býráðslimir tí um­hugs­ að hvar aðrastaðni í Havnini, skúl­in kann byggj­ast. Men fyri ikki at draga má­ l­ið út, er í hvussu so er ætl­an­ in er at finna eitt stykki, har skúlin í øllum før­um kann byggjast eftir hes­um tekn­ ing­u­num, sum longu eru gjørd­ar. Eitt stykki sum er nevnt sum eitt hóskandi stað at byggja nýggja musikkskúlan, er stykk­ið í Lützenstrøð, har ætl­anin upprunaliga var at byggja skúlan fyri nógvum ár­um síðani. Eitt annað stykkið, hugsað verð­ur um, er úti í Marknagili, tætt við Skúladepilin. Og ein triðja loysn er at taka Kommunuskúlan niður og byggja upp aftur har. Men fjórða loysnin, sum er tann mest sannlíka, er nýggi mus­ikk­skúlin verður settur á stykk­ið við Landavegin, har ætl­anin annars var at byggja eina risastóra ítróttarhøll. Har er eitt stykkið, sum longu er klárt at byggja á og tí er tað tann skjótasta loysnin, frætta vit úr býráðnum. So spurningarnir eru nógv­ir at taka støðu til og tað kunnu lesararnir hjá in.fo eisini siga sína hugsan um, nú áðrenn býráðið tekur støðu. Er hetta ein vakur bygn­ ing­ur at seta við Norð­ur­land­ a­húsið? Ella hóskar hann væl til umhvørvið mitt í býn­um, har Kommunuskúlin nú er?? Ella stendur hann væl á Lützenstrøð ella í Mark­n­ a­gili. Og hvussu tekur hann seg út við Landavegin? Og hvar skal hann byggj­ ast? Er tað rætt at taka Komm­un­u­skúlan niður og byggja hendan bygningin í­stað­in. Er tað rætt at taka stykk­ið, sum var ætlað til ítrótt­ar­høll í Vesturbýnum at seta skúlan á? Býráðslimir fingið høvuðbrýggj Ætlanin er at byggja musikkskúlan í Sortu­díki eystan fyri Norðurlandahúsið. Men nú frættist um aðrar møguleikar