Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Sosialurin tosaði í viku­ skiftisblaðnum við Karina Jacobsen, sum var púra niðurundirkomin eftir at hon hevði pápa sín búgv­andi í umleið tríggjar mán­að­ir. Pápin er dementur og hevði brot­ið lærhálsin og sat tískil í koyristóli. Eitt sum elvdi til stórar trupul­leikar hjá Karini Jacob­sen var, at hon helt, at pápin kundi vera á Boða­nes­ heiminum til jóla, tí hann hevði fingið pláss til rehabi­ li­ter­ing. Hon fekk tó brádd­ liga at vita eftir hálva trið­ju viku, at hann skuldi flyta um tríggj­ar dagar, tí hann ikki var egnaður til rehabi­li­ter­ ing. Hann sam­starvaði ikki, søg­du tey. Leiðarin á Boða­nes­heimi­ num, Jóngerð Guttesen, vil ikki viðmerkja eina ser­staka sak, men sigur, at manna­ gongdin er, at um ivi eru um, at rehabilitering er gjørlig, verð­ur ein royndartíð gjørd, har mett verður, um per­ són­urin kann koma fyri seg aftur. Endamálið við rehabiliteringini er, at við­ komandi skal kunna búgva í sínum heimi aftur, og tað eru ikki øll, sum kunnu venjast upp aftur. Tað kann serliga vera ein trupulleiki, um tey eru dement og tískil ikki sam­starva, sigur hon. Helt hann hevði pláss til jóla Leiðarin á Boðanesheiminum held­ur tískil, at tað alla tíð­ ina hevur verið greitt, at tær tríggjar fyrstu vikurnar vóru til fyribils meting av støðuni hja pápa Karini. Boða­nes­ heimið hevur fimm pláss til re­habilitering.­ Tað merkir, at fólk kunnu koma inn í nakrar mánaðir við tí sum enda­máli, at venjast upp. Um tú hevur fingið vanligt pláss á Boðanesheiminum er tað ein onnur søk – so kanst tú ikki vera koyrdur út aftur, legg­ur hon dent á. Karin Jacobsen segði í sambandi við greinina í vikuskiftisblaðnum, at hon helt tvær vikur vera stutt tíð at meta um ein per­són­ ur kann uppvenjast, og har­aftr­at, at hon var púra ófyri­reikað upp á, at pápin nú ikki hevði nakað stað at vera. Hon helt, at hann kundi búgva á Boðanesheiminum til jóla. Búði á hospitalinum Fleiri av teimum, sum í dag standa á akutlistanum, búg­ va á sjúkrahúsinum. Tey eru liðugt viðgjørd, men kunnu ikki klára seg heima eftir eitt nú beinbrot, og somuleiðis var við pápa Karin. Hann búði á Landssjúkrahúsinum í fleiri mánaðir, og hevði helst búð har til hann fekk eitt pláss á einum røkt­ ar­heimi, um hann ikki fór á Boðanesheimið til re­habilitering. Men um­ støður­nar vóru ikki góðar á sjúkrahúsinum, har var ikki nak­að rúm til uppihald, og hann mátti sita úti á gongini, for­tel­ur Karin Jacobsen. Tískil gjørdi hon av at fáa hann inn á eitt annað stað, og tá so rehabiliteringsplássið á Boða­nesheiminum gjørdist ein møguleiki, valdi hon tað. Trupulleikin var, at tá hann ikki kundi vera á Boða­nes­ heiminum kortini, var onga aðrastaðni hann kundi vera, og tað er hesin trupul­leika­ num fleiri standa við, sum standa á tí sokallað akut­ lista­num. Politiska skipanin hev­ur greitt meldað út, at ong­ar ætlanir eru at byggja fleiri heim í næstum, men at mál­ið er, at fólk skulu klára seg heima sum longst. Tilboð til eldri, sum búgva heima Málið hjá okkara politikarum er, at fólk skulu búgva heima sum longst. Tískil er møgu­ ligt at koma til dag­til­hald, kvøld­tilhald og upp­venjing á eitt nú Lágar­garði, um fólk búgva heima. Haraftrat er møgu­ligt at fáa døgurða koyrd­an út fyri eina viku í senn, sigur Kristian Magnus­ sen, á sosialu deild í Tór­s­ havn­ar Kommunu. Hann heldur, at tað ofta eig­ur at lata seg gera at vera í heiminum við einum góð­ um vilja, men ásannar, at eru fólk mett at hava ein tørv, sum viðførur, at tey standa á ein­um sokallaðum akutlista, kann tað vera sera trupult og frustrerandi um ikki nak­að pláss er, tí ofta hava tey ongastaðni at vera. Tá fólk vera visiteraði til ellis- ella røktarheim, verður ein heild­ar­meting gjørd av teirra tørvi umframt teirra sosiala net­verki. Tað kann taka tvey ár, áðrenn ein persónur, sum hevur tørv á plássi her og nú, fær pláss á einum røkt­ar­ heimi í Havn. Av teimum í alt 52 fólku­ num, sum eru raðfest til akutlistan, eru 27 røkt­ar­ krevj­andi, 18 dement og 7 hava tørv á vanligum ellis­ heimi, tað vil siga, at tey klára seg sjálvi í ein ávísan mun. Ellis- og røktarheimspláss Tað eru í alt 354 ellis og røktarheimspláss í Havn, umframt 5 umlættingarpláss á Boðanesheiminum. Í løtuni standa 143 fólk á bíðilista, harav eru 52 mett at hava ein bráfeingis tørv á plássi Boðanesheimið, búpláss..................................................... 59 Boðanesheimið, umlættingarpláss......................................5 Ellisheimið, búpláss............................................................. 25 Umlættingarheimið, umlættingarpláss...............................8 Lágargarður, búpláss........................................................... 46 Lágargarður, umlættingarpláss............................................2 Lágargarður, virkis- og venjingarstova............................. 70 Eldrasambýlið oman Hoydalar, búpláss...............................8 Tjarnargarður, búpláss........................................................ 34 Tjarnargarður, dagtilhald fyri minnisveik......................... 12 Stjørnulon, dagtilhald fyri minnisveik............................... 16 Heimið við Vallalíð, búpláss............................................... 16 Eldrasambýlið í Kollafirði, búpláss.......................................7 Eldrasambýlið oman Mattalág, búpláss..............................8 Vardar íbúðir............................................................................8 Kommunalar íbúðir.............................................................. 30 354 Vanligt við royndartíð Tá fólk fáa eitt av umlættingarplássunum, sum Boðanesheimið hevur til rehabilitering, eru tey onkuntið so illa fyri, at tríggjar tær fyrstu vikurnar eru ein royndartíð, har mett verður, um tey kunnu venjast upp, sigur leiðarin á Boðanesheiminum, Jóngerð Guttesen Hóast at Boðanesheimið hjálpti væl til við sínum 59 plássum til ellis- og røkt­ar­heim legst alla tíð­ ina aftrat, og bíðilistin at koma inn á ellis- og røkt­ ar­heim í Tórshavn er nær við at vera líka langur, sum hann var, áðrenn Boða­nes­heim­ið stóð klárt. Á samlaða bíði­lista­ num standa 143 fólk, og av teimum eru 52 rað­fest, ella á tí sokallaða akutt­ lista­num. Hann umfatar fólk, sum eru visiteraði og mett at hava tørv á plássi bein­an­vegin. Bíðilistin er deildur upp eftir um búfólkið er røktarkrevjandi, de­ment, ella sjálvhjálpin. Boða­ nes­heimið hevur eina serliga deild til de­ment, og tað hjálpti tí­skil serliga á listanum við dementum og røkt­ar­krevjandi bú­ fólk­ið, tá Boða­nes­heim­ið lat upp. Bíðilistin til vanligt ellis­heim er óbroyttur, og her standa 60 fólk í dag. Av teimum eru 7 raðfest. Hesi eru ofta før fyri at búg­va í sambýlum, men tað eru bert trý sambýli í Havn. Bíðilistarnir ikki minkaðir Tað sást ein skáði, tá Boðanesheimið kom, men bíðilistarnir eru við at vera líka langir, sum teir vóru, áðrenn Boðanesheimið stóð klárt SMS boðrenning 24. mai kl. 16.00 Melda til á sms.fo í seinasta lagi hósdagin 22. mai kl. 23.00 Øll lið eru við í lutakastinum um ein døgurða í Áarstovu fyri alt liðið. Virði 1485,- Tað eru 59 búpláss á Boðanesheiminum umframt fimm umlættingarpláss