Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú økir eisini um vandan fyri ov høgum blóðtrýsti og krabbameini í livrini. Sjúkur, ið standast av rúsdrekkanýtslu, økja vandan fyri tunglyndi og koma ofta til sjóndar, áðrenn tú verður sjúkliga hugtung/ur. Tess størri nýtsla, tess størri vandi. Heldur rúsdrekkanýtslan uppat, batnar tunglyndið. Meira enn áttandi hvør av teimum, sum líða av angist, hava eisini sjúku, sum stendst av rúsdrekkanýtslu. Rúsdrekka fær ringt svøvnlag at versna. Um tú drekkur meir enn, hvat mælt verður til, er vandin fyri, at arbeiðsavrikið hjá tær gerst vánaligt og størri vandi fyri arbeiðsloysi. Rúsdrekka er ongantíð vandaleyst. KVINNUR alkoholeindir um vikuna alkoholeindir um vikuna MENN 14 7 Tað er lítil vandi fyri at gerast sjúk/ur av rúsdrekka, um drukkið verður í mesta lagi Á www.folkaheilsa.fo kanst tú lesa meira Har kanst tú rokna út, hvussu nógv alkohol tú drekkur um vikuna. Har sært tú eisini, hvørjir fjaldir vandar kunnu standast av tíni nýtslu. Visti tú, at menn, ið javnan drekka meir enn tríggjar alkoeindir um dagin, t.d. tríggjar pilsnarøl, eru í tvífalt størri vanda fyri heilabløðing enn ein, ið onki drekkur.