týsdagur 20. mai 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
B36 og HB eru nógv fremst
í landskappingini. Tað hev
ur alt árið ligið í kortunum,
at annað felagið í Gunda
dali fer at vinna FM, og 9.
umfar styrkti um sannlíkið
fyri hesum. Høvuðsstaðar
feløgini vunnu, og tey bæði,
sum undan hesum umfar
inum vóru teimum næst – KÍ
og NSÍ – taptu.
Nú hava øll liðini spælt
eina ferð ímóti hvørjum
øðrum, og harvið er fyrsti
triðingurin av ársins lands
kapping
avgreiddur.
B36
hevur 23 stig, HB hevur 21
stig, og næst á listanum eru
Víkingur og KÍ við 13 stigum,
EB/Streymur hevur 12 stig,
NSÍ og ÍF hava 11 stig, B68
hevur 8 stig, AB hevur 7
stig, og Skála er aftast við 4
stigum.
Hetta er tíggjunda árið,
at kappingin fevnir um 27
umfør. Inntil 2004 hittust
liðini tvær ferðir – eina ferð á
heimavølli og eina ferð á úti
vølli. Í 2005 varð avgjørt at
leingja kappingina soleiðis,
at liðini nú spæla tríggjar
ferðir ímóti hvørjum øðrum.
FM í Gundadali
FM heitið endar oftast í
Gundadali. Feløgini, sum har
halda til, hava vunnið seks av
níggju FM í kappingum, sum
fevna um 27 umfør.
HB hevur vunnið fýra
ferðir – í 2006, 2009, 2010 og
2013 – , og B36 hevur vunnið
tvær ferðir – í 2005 og 2011.
Tølini siga, at tað ikki svitast.
Tá ið HB er fremst eftir
fyrsta triðingin, so vinn
ur HB FM, og tá ið B36 er
fremst eftir fyrsta triðingin,
so vinnur B36 FM.
Grundað á søguna hjá
landskappingini í 27 umfør
bendir nógv harvið á, at
B36 fer at vinna FM í 2014.
Gamla søgan um, at B36 er
sum smálombini, sum vaksa
skjótt fyrrapartin av árinum
og verða slaktað um heystið,
varð íspunnin síðst í áttati
árunum og passaði eisini í
níti árunum, tá ið árstals
felagið fleiri ferðir legði
øgiliga bragdliga fyri, men
síðani misti luftina! Soleiðis
er tað ikki longur.
Søgan sigur eisini, at um
fremsta liðið eftir níggju
umfør ikki megnar at halda
tørn um oddasessin til kapp
ingarlok, so er HB tað felagið,
sum oftast vinnur FM.
Í 2006 var EB/Streymur
fremst eftir 9 umfør, og
tey flestu munnu komast
við stóra dramatikkin, sum
tað var, tá ið EB/Streymur
í síðsta umfari tapti 1-0
á heimavølli ímóti KÍ, og
meistaraheitið harvið endaði
í HB, sum í Gundadali vann
á ÍF.
Í 2010 var ÍF fremst eftir
9 umfør, men HB vann FM.
Eftir fyrsta triðingin høvdu
bæði ÍF og HB 18 stig. Eftir
kappingarlok hevði HB 54
stig, meðan tað heilt steðgaði
upp hjá fuglfirðingum, sum
endaðu á fjórða plássi við 43
stigum og harvið framvegis
mugu hyggja 35 ár aftur í
tíðina – til 1979 – fyri at finna
fyrsta og higartil einasta FM
heitið.
FM á bygd
Síðani 2005 hava feløg á bygd
vunnið FM tríggjar ferðir.
Tvær ferðir hevur annað
bygdafelag vunnið FM enn
tað bygdafelagið, sum var
fremst eftir fyrsta triðingin.
Eftir stóra vónbrotið í
2006 mannaði EB/Streymur
seg uppaftur árið eftir. Tá
ið 9 umfør vóru farin, vóru
teir í Sundalagnum ovast,
men tað var NSÍ, sum vann
FM heitið. NSÍ vann FM fyri
fyrstu og higartil einastu
ferð. Eftir 1-0 tap á útivølli
ímóti EB/Streymi í 7. umfari
vann NSÍ úrtøku hvørja ferð,
og FM heitið varð vunnið við
61 stigum, sum tá var metstór
úrtøka. Merkisvert er tað, at
NSÍ eftir fyrsta triðingin ikki
hevði fleiri enn 18 stig ella trý
færri enn EB/Streymur.
Í
2008
eydnaðist
tað
endiliga
hjá
EB/Streymi,
sum tey bæði undanfarnu
árini hevði verið so tætt
við, men endaði við stórum
vónbrotum. Tá vann EB/
Streymur FM. Eisini eftir
fyrsta triðingin var EB/
Streymur fremst. Hetta árið
vann EB/Streymur FM við 55
stigum. Hetta er stigatalið,
sum meistararnir hesi níggju
árini oftast hava rokkið – í
2006, 2008 og 2009.
Í 2012 var Víkingur fremst
eftir 9 umfør, meðan EB/
Streymur vann FM. Eftir
fyrsta triðingin var Víkingur
fremst við 19 stigum, meðan
EB/Streymur
var
næst
fremst við 18 stigum. EB/
Streymur vann FM við 58
stigum, meðan tað eftir
fyrsta triðingin gekk minni
væl hjá Víkingi, sum endaði
á fimta plássi við 45 stigum.
FM í ár
Hægsta stigatal, sum nakað
felag higartil hevur vunnið
FM við, er tað hjá B36 , sum
í 2011 vann FM við 67 stigum.
Tað var merkisvert, at B36 í
2011 megnaði at taka metið
hjá NSÍ í 2007 við heili seks
stigum. Eftir fyrsta triðingin
hevði B36 21 stig, og nú hevur
B36 23 stig. Tað er bara tvær
ferðir áður komið fyri, at
eitt lið eftir fyrsta triðingin
hevur vunnið 23 stig – EB/
Streymur í 2008 og HB í 2013.
Eftir 3-2 sigurin í Streym
nesi
sunnudagin
segði
Víkinga venjarin Sigfríður
Clementsen, at fyri spenn
ingin hevði tað komið væl
við, um feløgini í Gundadali
nú fóru í aldudalin, sum øll
hini liðini longu hava verið í.
Søgan við longu landskapp
ingunum sigur, at sigurs
vandu feløgini í Havn standa
seg væl út á summarið og
heystið. Ein av orsøkunum
man vera, at tey hava fleiri
spælarar at velja ímillum enn
hini, so Sigfríður og fótbólts
dreymurin alla aðra staðni
enn í Gundadali hava søguna
ímóti sær.
Hetta vóru søguligu tølini
og týdningurin av teimum.
Tað er ikki í søguni, at kapp
ingin verður avgjørd, men á
vøllinum. Sunnudagin verð
ur farið undir næsta triðing
in av ársins landskapping, og
tá mugu tey bæði toppliðini
enn eina ferð finna seg í at
verða roknað at vera favo
rittar á útivølli. Skráin sær
soleiðis út: Víkingur - B36,
B68 - ÍF, Skála - EB/Streymur,
KÍ - HB og AB - NSÍ.
joannes@sosialurin.fo
Feløgini í Gundadali kiksa ongantíð
Síðani 2005 hevur Havnin vunnið seks av níggju kappingum,
og tølini siga, at tá ið annað felagið í Gundadali er fremst
eftir fyrsta triðingin, so vinnur tað eisini FM
Landskappingin 2005-2014
Ár
Nr. 1 - 9. umfar
9 umfør
FM vinnari
27 umfør
2014
B36 . . . . . . . . . . . . . . 23
2013
HB . . . . . . . . . . . . . . . 23
HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 54
2012
Víkingur . . . . . . . . . . . 19
EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . 58
2011
B36 . . . . . . . . . . . . . . 21
B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 67
2010
ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . 18
HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 54
2009
HB . . . . . . . . . . . . . . . 22
HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55
2008
EB/Streymur . . . . . . 23
EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . 55
2007
EB/Streymur . . . . . . 21
NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 61
2006
EB/Streymur . . . . . . 20
HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55
2005
B36 . . . . . . . . . . . . . . 18
B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 54
www.faroesoccer.com
Sorin Anghel er mest effektivur
André Olsen
Sorin Anghel er millum topp
skjúttarnar í Effo-deildini
eftir fyrsta triðingin. Sorin
Anghel er ovast saman við
Adeshina Lawal, Jákup á
Borg og Klæmint Olsen.
Men Sorin Anghel er tann
leikarin í deildini, ið brúkar
minst tíð til hvørt mál. Sorin
Anghel hevur leikt 7 dystir
fyri AB í ár og skotið 6 mál.
Sostatt brúkar hann líka yvir
100 minuttir til hvørt mál.
Næstur
Sorin
Anghel
er toppskjúttin hjá B68,
Óli Olsen. Óli Olsen hevur
heldur ikki leikt við allar
dystirnar hjá B68 higartil í
ár. Óli hevur skotið 5 mál í 6
dystum og hann brúkar 108
minuttir til hvørt málið.
Adeshina Lawal 9 dystir,
810 minuttir 6 mál. Skal
brúka 1,5 dyst til hvørt mál.
Og skorar hvønn 135 minutt.
Jákup á Borg 9 dystir, 709
minuttir 6 mál. Skal brúka
1,5 dyst til hvørt mál. Skorar
hvønn 118 minutt.
Klæmint Olsen 9 dystir,
810 minuttir 6 mál. Skal
brúka 1,5 dyst til hvørt mál.
Og skorar hvønn 135 minutt.
Sorin Anghel 7 dystir, 602
minuttir 6 mál. Skal brúka
1,16 dystir til hvørt mál. Og
skorar hvønn 100,3 minutt
Finnur
Justinussen
9
dystir, 800 minuttir 5 mál.
Skal brúka 1,8 dyst til hvørt
mál.
Skorar
hvønn
160
minutt.
Fróði
Benjaminsen
9
dystir 785 minuttir 5 mál.
Brúkar 1,8 dyst til hvørt mál.
Skorar hvønn 157 minutt.
Óli Højgaard Olsen 6 dyst
ir, 540 minuttir 5 mál. Skal
brúka 1,2 dystir til hvørt mál.
Skorar hvønn 108 minutt.
Páll Klettskarð 8 dystir,
687 minuttir 5 mál. Skal
brúka 1,6 dyst til hvørt mál.
Skorar hvønn 137 minutt.
Fleiri mál í seinna
hálvleiki enn fyrra
Her sæst eisini eitt yvirlit
hvussu nógv mál eru skotin
í hvørjum hálvleiki. Tað eru
komin fleiri mál í seinna
hálvleiki enn í fyrra hálvleiki
higartil í kappingini.
Fyrri hálvl.: 67 mál skotin
Seinni hálvl.: 77 mál skotin
Mál 0-30 min:
HB . . . . . . . . . . . . 8
B36 . . . . . . . . . . . 7
Víkingur . . . . . . . 5
ÍF . . . . . . . . . . . . . 4
B68 . . . . . . . . . . . 3
EB/Streymur . . . 3
NSÍ . . . . . . . . . . . 2
KÍ . . . . . . . . . . . . . 2
AB . . . . . . . . . . . . 2
Skála . . . . . . . . . . 0
Mál tils.: 36
Mál 30-60 min:
HB . . . . . . . . . . . . 8
B36 . . . . . . . . . . . 7
NSÍ . . . . . . . . . . . 7
KÍ . . . . . . . . . . . . . 7
EB/Streymur . . . 5
Skála . . . . . . . . . . 3
B68 . . . . . . . . . . . 3
ÍF . . . . . . . . . . . . . 2
Víkingur . . . . . . . 2
AB . . . . . . . . . . . . 1
Mál tils.: 46
Mál 60-90+ min:
B36 . . . . . . . . . . . 9
ÍF . . . . . . . . . . . . . 9
EB/Streymur . . . 8
AB . . . . . . . . . . . . 8
KÍ . . . . . . . . . . . . . 6
Víkingur . . . . . . . 6
B68 . . . . . . . . . . . 5
HB . . . . . . . . . . . . 5
NSÍ . . . . . . . . . . . 3
Skála . . . . . . . . . . 2
Mál tils.: 62
André Olsen
Nógv flest mál skotin
síðsta triðingin av dyst
inum.
Her sæst eitt yvirlit
yvir, nær málini í Effo-
deildini eru komin. Tey
flestu málini í Effo-deild
ini eru skotin tann síðsta
triðingin av dystinum.
Heili 61 av málunum eru
skotin tann síðsta hálva
tíman í dystinum, meðan
einans 36 eru skotin tann
fyrsta hálva tíman.
post@sosialurin.fo
144 mál skotin
Sorin Anghel
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
9
7
2
0
23
10
+13
23
2
HB
9
6
3
0
22
6
+16
21
3
Víkingur
9
3
4
2
13
11
+2
13
4
KÍ
9
4
1
4
15
16
-1
13
5
EB/Streymur
9
3
3
3
16
12
+4
12
6
NSÍ
9
3
2
4
12
12
0
11
7
ÍF
9
3
2
4
16
19
-3
11
8
B68
9
2
2
5
11
19
-8
8
9
AB
9
2
1
6
11
22
-11
7
10 Skála
9
0
4
5
5
17
-12
4