týsdagur 20. mai 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
2
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað er helst fáur, ið kann minnast
skipið Thorshavn við spriti í gron
ini, men sambært orginalu tekn
ingunum og teimum skjølum, sum
fylgdu við, tá suðuroyingar keyptu
skipið frá Ríkisumboðnum, bendir
alt á, at skipið upprunaliga hevur
havt sprit.
Serstøk søga
Jóannes Eidesgaard, sum er ein av
monnunum aftan fyri Thorshavn-
verkætlanina, sigur, at Thorshavn
á tekningunum hevur fulla seglfør
ing.
– Eyðkent fyri seglføringina
á skipinum er, at talan er um so
nevnd spíssegl og ikki gaffilsegl.
Síðan vit keyptu skipið, hevur
onkur sagt okkum, at Thorshavn
upprunaliga hevði sprit, tá skipið
kom til Føroya. Sjálvur kann eg
ikki minnast hetta. Hugsandi er, at
spritið er avmonterað, tí manning
kanska ikki hevur verið til at sigla
við øllum seglunum.
Niðast í bunkanum
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað
var Knút Bjørk, sum hevur verið
húsavørður hjá Ríkisumboðnum
alt sítt lív, ið segði, at tað ikki var
óhugsandi, at gamla spritið á Thors
havn var at finna í Müllers Pakk
húsi í Havn.
– Sum skilst, goymdu gomlu
skipini, sum høvdu heimstað í
Havn, ymiskt í Müllers Pakkhúsi.
Vit vendu okkum tí til Jóhan Sven
son, húsavørð hjá Tórshavnar
kommunu, um at kanna eftir, um
gamla spritið á Thorshavn kundi
liggja varðveitt í bygninginum.
Tað vísti seg, tá Jóhan fór at
leita, at hann fann eitt sprit ovast
uppi, men niðast í bunkanum.
Spritið hevði tey mát og skap, sum
hugsandi var, at gamla spritið á
Thorshavn hevði havt.
– Vit fóru til Havnar og tóku
spritið suður við, og tað víst seg, at
tað passaði sum neglt til Thorshavn.
Hetta er tí spritið, sum skipið hevði,
tá tað í sínari tíð kom til Føroya. Nú
hava vit pussað spritið upp, hava
smurt tað nógvar ferðir og hava
sett tað á Thorshavn. Vit hava eis
ini gjørt tey stag, sum hoyra til - úr
spritinum upp í mastrina og úr
spritinum og niður í stevnið oman
fyri vatnlinjuna.
Ligið í seksti ár
Jóannes sigur, at hetta er gamla
spritið á Thorshavn, sum helst
hevur ligið í Müllers Pakkhúsi í
meira enn seksti ár.
– Thorshavn er 74 ára gamal og
kom til Føroya eftir krígslok í 1945.
Hann sigur, at Thorshavn nú er
klárur at seta øll tey upprunaligu
seglini - og eisini forseglini, klivara
og fokku.
– Vit hava skilt á monnum, sum
hava skil fyri hesum, at tað serliga
eru forseglini, sum geva skipinum
ferð, sigur Jóannes Eidesgaard, sum
er ein av monnunum aftan fyri
verkætlanina við frítíðarskipinum
Thorshavn.
Gulllaksafars
2 kg pr. posa á
100,-
80,-
75,-
75,-
150,-
60,-
Kalvi
1 kg
Reyðsprøkuflak
1 kg posar
Tunguflak
1 kg posar
Hýsuflak
1 kg posar
Toskaflak
1 kg
Norðskálavegur 41 Norðskáli Tel 231601 hm@olivant.fo www.sjogati.fo
STEIKIKLÁRT
Gómagott frá Sjógæti
k r e a
Thorshavn hevur fingið
gamla spritið aftur
Tað hevur sína serstøku søgu, at frítíðarskipið Thorshavn, sum suðuroyingar eiga, hevur fingið sítt
gamla sprit aftur - spritið, sum skipið upprunaliga hevði, tá tað kom til Føroya beint eftir krígslok
Thorshavn hevur nú fingið sítt upprunaliga sprit aftur - spritið,
sum hevur ligið í Müllers Pakkhúsi í meira en seksti ár.
Mynd: Birgir W. Høgnesen