Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 10 Sosialurin Jákup Mørk Tað var tann tíð, tá flakaarbeiði var eitt vanligt frítíðarstarv hjá før­ oyskum ungdómum. Ovmikið var at gera á flakavirkjunum, sum vóru á mest sum hvørjum tanga, og tað var einki óvanligt í, at næmingarnir skulkaðu nakað, tá mest var at gera, so nøkur eyka kundu forvinnast, held­ur enn at spilla tíðina á skúla­ beinki. Gongdin seinnu árini hevur tó verið ein støðug ábending um, at tað er tørvur á alsamt færri hondum innan flakavinnuna á landi. Talið av virkjum er lækkað nógv, og hóast vit í dag síggja eitt stórt uppsveiggj innan uppsjóvarvinnuna – eisini við nýggjum virkjum á landi – so er talan framvegis um afturgongd hjá siðbundnu føroysku flakavinnuni. Støðug tillaging Grannskoðanarfelagið Januar hevur javnan roknskapargreiningar av gongdini innan ymsar vinnur. Í fjør heyst varð latin úr hondum greinan av føroysku flakavirkjunum, og heildarmyndin er púrasta greitt, at her er talan um eina vinnu í aft­ur­ gongd. Sjey virki, sum tilsaman tóku ímóti nærum 70% av ráfiskanøgdini í 2012, eru partur av greiningini, sum soleiðis má sigast at vera um­ boðandi fyri heildarmyndina av føroysku flakavinnuni. Sjálvandi er talan um stór sveiggj millum einstøku virkini. Taka vit tølini fyri 2012 fyri tey sjey feløgini í greiningini, so høvdu Kósin, TG Seafood, Vaðhorn og Delta Seafood yvirskot, meðan Fiskavirkið í Gøtu, Sandoy Seafood og Faroe Origin høvdu hall. Hetta seinasta nertir tó ikki heild­armyndina, sum púrasta greitt vísir eina vinnu, sum fram­ vegis hevur ilt við at tillaga seg fram­haldandi broytingarnar innan vinnu­greinina. Greiningin fevnir um árini frá 2008 til 2012, og í hesum tíðar­ skeið­inum hevur ráfiskanøgdin verið fallandi – eisini hóast ein lítil vøkstur er í 2012 í mun til 2011. Saml­ aða framleiðsluvirðið er hesi árini minkað við 28,3% Sonevnda EBITDA, tað er úrslitið fyri avskrivingar, kapitalkostnaðir og skatt, var í 2012 tkr. 8.813. Knapp­ ar níggju milliónir høvdu virkini altso til rentur, avskrivingar og skatt. Og tá var talan enntá um næst frægasta árið av teimum fimm, sum greiningin fevnir um. Ársúrslitið hevur verið negativt øll árini uttan í 2011. Tó verður í grein­ingini víst á, at raksturin av skip­um, sum í fleiri førum eru knýtt at virkjunum, hevði eina stóra negativa ávirkan árini 2008 til 2010. Og verður úrslitið av skipum frá­roknað, vildi talan verið um yvir­ skot í 2009. Veikt gjaldføri Tunga gongdin í úrslitunum ber eisini eitt veikt gjaldføri við sær. Fleiri ferðir eru virki umskipað í tíðarskeiðinum, soleiðis at nýggj­ur kapitalur er tilførdur, men fram­ vegis er greiða myndin, at gjaldførið er hart spent. Gjøldførislutfallið fyri tey sjey virkini liggur øll árini millum 70 og 77, og tað vil siga, at umsetiligur ognirnar eru minni enn tann skuld­ in, sum fellur til gjaldingar innan eitt ár. Eisini endurspeglast hetta í íløgunum. Hesar seviggjað millum góðar 19 mió kr. og knappar 4 mió kr. um árið. Við einum samlaðum um­setningi, sum lakasta árið var 862 mió kr. vísir hetta, at virk­ini nýta sera lítlan part av um­setn­ ing­inum til íløgur. Av tí sama eru avskrivingarnar eisini fall­andi, og hóast hetta hevur eina posi­tiva ávirkan á niðastu linjuna í rokn­ skapinum, so er hetta ein ábending um, at íløgur verða útskotnar, til ráðini eru betri. Men tað kann ofta viðføra ein stóran framtíðar íløgutørv, sum ber við sær, at virkini illa fáa konsoliderað seg, tey árini, har raksturin er betri. Færri hendur Minni framleiðsla hevur sum náttúrliga avleiðing, at færri hendur eru virknar innan fiskaarbeiðið. Starvsfólkaútreiðslurnar hjá virkj­ unum eru støðugt lækkaðar, og sæð yvir hesi fimm árini er mink­ ingin 35,8%. Fiskanøgdin fyri hvørt starvsfólkið er hinvegin økt, so talan er um øktan effek­tivi­tet, men tað merkir altso, at starvs­fólka­ talið lækkar skjótari enn rá­vøru­ tilgongdin. Tey sjey virkini, sum greiningin fevnir um, høvdu í 2008 íalt 1.072 ársverk. Í 2012 var talið komið niður á 638 ársverk. Hinvegin var meðalinntøkan fyri hvørt ársverkið økt úr 228 tkr. í 246 tkr. Útvald høvuðstøl (tkr.) 2008 2009 2010 2011 2012 Broyting Framleiðsluvirði 1.243.954 1.101.445 996.286 861.836 891.960 -28,3% Virðisøking 397.769 381.592 330.973 236.787 253.147 -36,4% Starvsfólkakostnaður 244.269 230.744 200.323 138.581 156.934 -35,8% EBITDA 42.214 50.327 25.158 34.392 8.813 -79,1% Ársúrslit -58.758 -8.828 -36.987 15.616 -2.411 -95,9% Ársverk 1.072 993 889 587 638 -40,5% Meðal ársløn (tkr.) 228 232 225 236 246 8,0% Ráfiskur (tons)/ársverk 58 59 65 71 69 18,4% (kelda: www.januar.fo) Færri og færri arbeiða fisk Frá 2008 til 2012 hvarv úti við triðingurin av størvunum innan føroysku flakavinnuna