týsdagur 20. mai 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
12
Sosialurin
Jákup Mørk
Meðan pelagiski flotin og flotin
av verksmiðjutrolarum hevur góð
úrslit, stendur verri til hjá restini av
flotanum. Í nøkrum førum er bati
at hóma, men við undantøkunum,
sum eru nevnd omanfyri, er myndin
av føroyska fiskiveiðuflotanum ikki
tann bjartasta.
Hetta framgongur av roknskapar
greiningini av fiskivinnuflotanum,
sum grannskoðanarfyritøkan Jan
uar, hevur gjørt seinnu árini.
Nýggjasta útgávan fevnir um
roknskapirnar fyri 2012, og hendan
varð liðugt gjørd í september í fjør.
Enn eru bert einstakir roknskapir
innkomnir fyri 2013, og tí ber illa
til at staðfesta, hvørjar broytingar
vóru í 2013, men í greiningini verður
víst á, at úrslitið helst er á leið tað
sama, um enn ein lítil bati kankska
er at hóma.
Uppsjóvarfiskurin er álitið
Høvuðstølini fyri samlaða flotan
vísa eina hugaliga gongd. EBITDA,
sum er úrslitið, ið skal forsvara
kapitalkostnaðir, avskrivingar og
skatt, er økt munandi tey fimm
árini, sum greiningin fevnir um.
Fyrst og fremst, so er tað pelag
iska vinnan, sum dregur talið
uppeftir. Hesin parturin av flot
anum hevur nærum tvífaldað av
reiðingarvirðið í árunum 2008 til
2012, og EBITDA-úrslitið er økt úr
góðum 130 mió kr. upp í nærum 329
mió kr. Saman við partrolarum, har
flotin er øktur, er uppsjóvarvinnan
eisini
garanturin
fyri
einum
hampuliga støðugum starvsfólka
tali innan fiskivinnuna. Tað er tó
stórur munur á hýrunum, sum
verða goldnar út innan einstøku
skipabólkarnar. Vit hava ikki tikið
yvirlitið yvir hýrurnar við her á
síðuni, men til sammetingar kann
nevnast, at meðan tey 211 ársverkini,
sum vóru í uppsjóvarflotanum í
2012, fingu útgoldið knappliga 319
mió kr., var tilsvarandi talið fyri 170
ársverk hjá partrolarunum góðar
122 mió kr.
Samlaða úrslitið fyri flotan gevur
eisini somu mynd, har fyrst og
fremst pelagiska vinnan hevur eina
sera stóra framgongd. Rækjuskipini
og verksmiðjutrolararnir hava eis
ini munandi góð úrslit seinnu árini,
meðan gongdin er heldur truplari
hjá restini av flotanum. Fyri línu
skipini er tó galdandi, at 2012 gav
eitt lítið yvirskot, men hetta kemst
eisini av skuldarumlegging í parti
av flotanum.
Loyvir fyri hálva milliard
Spurningurin um tilfeingisgjald
hevur ofta verið frammi seinnu
árini. Skilt á tann hátt, at kvotur í
dag verða handlaðar millum reiðarí,
so er eitt ávíst tilfeingisgjald longu
í vinnuni. Roknskaparliga verður
keyp av kvotum bókað sum good
will, ið síðani verður avskrivað yvir
livitíðina á kvotuni, og á tann ber
til at staðfesta, at samlaða virðið
av keyptum kvotum í 2012 var 532
mió kr.
Nógv tann størsta partin av
hesum kvotum finna vit í upp
sjóvarvinnuni, har bókað goodwill
í 2012 var 392 mió kr.
Hesi tøl umboða tó ikki tann
partin av kvotunum, ið ikki eru
keyptar, og tí er talan ikki um tal,
sum er umboðandi fyri samlaða
flotan.
Pelagiski
flotin gull
verdur
Tað er fyrst og fremst nøkrum framúr
árum í uppsjóvarvinnuni at takka, at
føroyski flotin gevur yvirskot. Saman
við verksmiðjutrolarunum hevur
uppsjóvarvinnan havt góð úrslit,
meðan gongdin hjá at kalla restini av
flotanum hevur verið heldur tung
Útvald lyklatøl
Tal av skipum
2008
2009
2010
2011
2012
Pelagisk skip
11
9
8
11
11
Rækjuskip
3
3
3
2
2
Verksmiðjutrolarar
4
3
4
3
3
Partrolarar
17
26
22
24
24
Lemmatrolarar
11
8
8
8
10
Línuskip
22
19
16
17
16
Garnaskip
7
6
6
4
4
Onnur skip
1
1
1
1
0
Íalt
76
75
68
70
70
Tað er fyrst og fremst
innan pelagisku
vinnuna, at føroyingar
vinna pengar. Samlaða
talið fyri flotan er
positivt, men sera stór
sveiggj eru innan ymsu
partarnar av flotanum