týsdagur 20. mai 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
14
Sosialurin
Leo Poulsen
Sølan av Baader maskinum er ikki
tann heilt stóra av teirri einfaldu
orsøk, at tær halda bara fram við
at koyra.
– Vit hava fingist við Baader
maskinur síðani tær fyrstu komu
til landið fyrst í 70-unum, so tað er
einki at siga til, at okkara starvsfólk
eiga drúgvar royndir innan hesar
maskinur, sigur Rógvi Róin hjá Pet
ur Larsen.
Tað merkir eisini, at boð eru eftir
teimum eisini uttanlands.
– Vit verða boðsendir frá eitt nú
norðurlondum og USA, og tað er
ein sannroynd, at umleið 20% av
okkara arbeiðigongur fyri seg utt
anlands, sigur Rógvi Róin.
Teir hava upparbeitt sær eina
servitan innan Baader maskinurnar,
tí nógvar av teimum eru gamlar,
og teir kenna tær sum sín egna
buksulumma.
– Nógvar av maskinunum í Før
oyum eru eisini av tí góða gamla
slagnum, sum bara halda fram við
at koyra, sigur Rógvi Róin.
Tað var jú tann tíð, tá flakavirki
stóð á hvørjum tanga, og Baader
maskinur vóru á øllum flakavirkj
um.
– Soleiðis er sjálvandi ikki
meira, men tað er kortini ein ávísur
marknaður fyri brúktum Baader
maskinum, hóast hann er heldur
avmarkaður í Føroyum, sigur Rógvi
Róin.
Tað var serliga til viðgerð av hvít
um fiski, at Baader maskinurnar
vórðu gjørdar, men teir hava eisini
ment aðrar maskinur.
Drúgvar royndir
Baader hevur eisini ment maskinur
til bæði laksaslakting og til upp
sjóvarfisk.
– Eitt nú hevur Varðin Pelagic
nakrar av mest framkomnu maskin
unum til uppsjóvarfisk, sigur Rógvi
Róin.
Petur Larsen hevur eisini selt
maskinur til laksaslakting til eitt
nú Bakkafrost.
– Vit ráðgeva eisini í sambandi
við keyp og sølu av maskinum, og
vit hava eina væl útgjørda verk
smiðju, sum ger meira og meira,
serliga innan fiskivinnuna. Eisini
umvæla vit nógv rustfrítt, sigur
Rógvi Róin.
Umframt Baader umboðið, um
boða Petur Larsen eisini Formaco
maskinur, ið verða brúktar til stik
salting av av saltfiski, og somuleiðis
umboða teir Mosca, sum er ein
bandmaskina.
– Baader er tó tað, sum fyllir mest
hjá okkum, og vit selja bæði nýggjar
og brúktar Baader maskinur, bæði í
Føroyum og uttanlands, sigur Rógvi
Róin.
Hann sigur, at starvsfólkið hev
ur drúgvar royndir við Baader
maskinunum.
– Okkara menn hava 20-25 ára
starvssroyndir, meðan aðrir hava
10-15 ára royndir. Við so drúgvum
royndum er skilligt, at vit verða
umbidnir, eisini uttanlands frá,
sigur Rógvi Róin.
Tað starvast átta mans hjá Pet
ur Larsen, har bert hin eini er í um
sitingini.
– Restin arbeiðir í umvælingini
og í søluliðnum, sigur Rógvi Róin
hjá Petur Larsen.
Petur Larsen Baader serfrøðingar
Í 1972 yvirtók Petur Larsen føroyska Baader umboðið, og nú hava synirnir síðani yvurtikið fyritøkuna
LÝSINGARTILFAR