týsdagur 20. mai 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
24
Sosialurin
Leo Poulsen
– Vit levera sápu til tungídnaðin, tað
vil siga skip og virkir. Vil Vit levera
eisini til tann nýggjara flotan, tað
merkir mildari sápu, sigur Debes
Petersen, stjóri á Kemilux.
Kemilux hevur sjálvandi eina
røð av ymiskum sápum og menna
alsamt nýggjar sápur.
– Men tann størsti seljarin hjá
okkum er S1 Extra, sum allir før
oyingar kenna. Seinastu tvey árini
hava vit selt umleið 10 tons um vik
una av S1 Extra, sigur Debes Pete
ren.
Teir hava eisini eitt annð annað
merki, ið nevnist S2.
– Tað er serliga ætlað matvøru
ídnaðinum, flakavirkjum og verk
smiðjutrolarum, tá fabrikkin skal
vaskast, sigur Debes Petersen.
Hann sigur, at fyri umleið tveim
um árum síðani vórðu skipini kann
að fyri, hvørja sápu tey brúktu.
– Og tað vísti seg, at nógv var
okkara sápur, sum verksmiðju
trolararnir brúktu, sigur Debes
Petersen.
Eisini innan bilavask er Kemilux
sera frammarlaga.
– Vit hava eitt evni, ið eitur
S80 H-80, su7 m er ætlað at vaska
bilar við. Vit selja tað til fleiri
blandistøðir, og bæði Effo og Magn
nýta S80 H-80 á sínum bilvaskum.
Føroysku servicestøðirnar hava
sum heild tikið væl ímóti okkum,
sigur Debes Petersen.
Hann sigur, at S80 H-80 er ein
framleiðsla, sum vindur upp á seg.
Útflutningur
Ein annar av klassikarunum hjá
Kemilux, er rustloysarin.
– Ja, rustloysaran hava vit eisini,
og hann selja vit nokk so nógv av.
Hartil kemur so rustvaskarin, sum
er ein mildari útgáva, og sum er
roknaður til nýggjari skip, oman
deks, serliga, sigur Debes Petersen.
Rustloysarin er ógvuliga aktu
ellur eisini.
– Eisini millum fólk og úti í
ídnaðinum, sigur Debes Petersen.
Heimamarknaðurin er størsti
parturin av marknaðinum hjá
Kemilux, men útflutningur er eisini
ein stórur partur.
– Vit selja næstan líka nógv í
Noreg í dag, sum vit selja í Danmark.
Men vit selja eisini í Íslandi, Grøn
landi, Kanada og Skotlandi, so vit
útflyta nokk so væl av sápu, sigur
Debes Petersen.
Og talan er her eisini mest til
ídnaðin, og tað merkir í stóran mun
skip.
Tað eru serliga S1 S-1, rustloysarin
og rustvaskið, umframt H-79, ið tað
gongur væl av.
– Í fjør, sum var eitt serligt ár, fór
32% av okkara framleiðslu av land
inum, og tað hevur nógv at siga í
okkara verð, sigur Debes Petersen.
Útflutningurin
hevur
eisini
nógv at siga fyri ársúrslitið hjá fe
lagnum.
– Nú skal tað sigast, at árið í
fjør var nakað heilt serligt, við tað,
at fyrri parturin av vetrinum var
ógvuliga kaldur, og tað merktist
væl á útflutninginum. Nú verður
so miðað ímoti ímóti at koma upp
á 40-42%, sum var útflutningurin í
2012, sigur Debes Petersen.
Økja um útboðið
Fyri tíð síðani byrjaði Kemulux
eisini av selja arbeiðsklæðir og
pakning.
– Vit uppkeyptu eina fyritku
fyritøku her í býnum og fóru undir
sjálvir at framleiða pakning, og tað
er nakað, ið vindir upp á seg. Vit
selja rættiliga nógv til flakavirkir,
trolarar og til alivinnuna, sigur
Debes Petersen.
Arbeiðsklæðir
innganga
nu
eisini í útboðið hjá Kemilux.
– Tú kanst fara niðan í handilin
hjá okkum á Hjalla og har fær tú
arbeiðsklæðir, sápu og vaskiútgerð.
Tú kanst lata teg í har uppi og fara
út at vaska, sigur Debes Petersen.
Og har er opið frá 8 til 17.30
hvønn gerandisdag.
– Hetta kemst eisini av, at fleiri
vilja hava heildarveitingar, og tí er
gott at kunna hava alt, sum kund
unum nýtist. Tað er eisini gott
fyri kundan, sum sleppur undan
at renna frá Per til Pól fyri at fáa
tað, honum nýtist, sigur Debes Pet
ersen.
Hetta er eisini við til at økja um
útboðið hjá Kemilux.
– Vit eru nøgd við søluna á
heimamarknaðinum í ár, men ætla
at økja útflutningin upp á eini 40%,
sigur Debes Petersen.
Hetta hóast kappingin er hørð
– Vit merkja stóra kapping frá
útlendsku merkjunum, men tað
hevur hjálpt nakað eftir vit fóru
undir átakið, »Keyp føroyskt«, og
tað fer vónandi at vidna upp á
seg, sigur Debes Petersen, stjóri á
Kemilux.
Útflutningur er ein stórur
partur av okkara sølu
Tað sigur Debes Petersen, stjóri á Kemilux, sum serliga eru sterkir innan fyri
reingerð í tungídnaðinum, har S1 Extra og rustloysarin ganga á odda
LÝSINGARTILFAR