Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla Lestrarbyrjan í september 2014 Komandi lestrarhálvu verða hesi modul/útbúgvingar á hægri útbúgvingum á Føroya Handilsskúla: AKADEMIÚTBÚGVING – AÚ Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin ynskir og tørv. Lesandi tekna seg til eitt modul í senn. AÚ er sett saman av 6 modulum. Til ber at velja ymiskar breytir, eitt nú innan búskap, marknaðarførslu og leiðslu. Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út í Tórshavn:  LEIÐSLA Í VERKI  SØLUSTRATEGI  BÚSKAPARSTÝRING Í VERKI  HRM Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út á Kambsdali:  VINNUBÚSKAPUR  BROYTINGARLEIÐSLA HD 1. PARTUR HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus Universitet. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2014. Um tú teknar teg til alla útbúgvingina, tekur lesturin 2 ár. Tú kanst eisini velja stakar lærugreinir ella at taka útbúgvingina yvir longur tíðarskeið. HD 2. PARTUR Til ber eisini at tekna seg til HD 2. part, sergreinirnar ´Roknskapur og fíggjarstýring´ og ´Fíggjarlig ráðgeving´. Útbúgvingarnar eru skipaðar við fjarlesturi á Århus Universitet, við stuðulsvirksemi og møguleikanum at taka próvtøkur á Føroya Handilsskúla. Tilmeldingarfreistin til allar útbúgvingarnar eru 1. juli 2014. Nærri kunning og tilmelding á www.fh.fo Lestrarbyrjan á øllum modulum er treytað av, at nóg nógv tekna seg. FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf 317177 Námsfrøðingur til Barnahúsið Margit www.margit.fo N. Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksv ík I Føroyar I Tel. 410000 I Fax 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik .fo Barnahúsið Margit søkir eftir einum náms- frøðingi at byrja 11. August 2014 Starvstíðin er 30 tímar um vikuna Starvsstaður: Barnahúsinum Margit Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðs stovur, eina serstovan og útibarnagarðurin Fjallafípan. Stovnurin er normeraður til 106 børn. Vit vænta, at umsøkjarar: • arbeiða inkluderandi • eru opnir, erligir og fyrikomandi • leggja seg eftir at geva barninum ein innihalds ríkan gerandisdag • síggja avbjóðingar og møguleikar fram um mørk • ynskja at menna seg námsfrøðiliga og at vera við til at mynda stovnin • hugsa tilvitað um menning fyri tað einstaka barnið • eru týðuligur í samskifti og leggja dent á gott samstarv • ynskja at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin Les meira um okkum á: www.margit.fo Setanaðarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) . Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella umvegis teldupost: margit@klaksvik.fo. Umsóknir: Umsókn saman við avriti av prógvi, ummæli, cv o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagið 3. Juli 2014. Barnahúsið Margit Traðargøta 31 700 Klaksvík Tel. 284530 T-postur: margit@klaksvik.fo