Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit bæði vilja takka øllum hjartaliga, sum gjørdu okkum dagin, tá vit høvdu silvurbrúdleyp og Sólbjørn fylti 50 tann 22. mars, ógloymandi. Hjartans tøkk til teir 370 gestirnar, sum gleddust saman við okkum hetta kvøldið, ein dagur, sum altíð kemur at verða eitt dýrabart minni hjá okkum báðum. Orð kunnu ikki siga, hvussu takksom vit eru. Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Ein serlig tøkk til Trónd Arge, sum leiddi borðhaldið so væl ... Hallur, Kristinu og Beddi fyri sang og spæl undir borðhaldinum og til dansin aftaná ... Eisini ein stór tøkk til Elis Pulsen fyri góðan tónleik til dansin. Túsund takk fyri allar talurnar og øll tónleikayvirraskilsini, túsund takk ! Blíðar heilsanir Ruth og Sólbjørn Thomsen Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og bróðir Magnus Mikkjal Hentze Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Hjartaliga takka vit øllum, ið hjálptu okkum við jarðar­ferðini og ervinum. Takk til Berg Debes Joen­ sen prest fyri góð og troystarrík orð. Ein serlig tøkk til tónleikararnir fyri vakran tónleik í kapellinum og við grøvina. Tøkk fyri blómur, kransar, bakstur og aðra hjálp, og tøkk fái tit, sum fylgdu Magnus til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Familjunnar vegna Jytte, Oddur, Brynhild, Alex, Camilla, Laura og Anna Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Müller Kvívík andaðist og varð jarðaður. Fyrst av øllum vilja vit takka starvsfólki og búfólki á Mørkini fyri tey góðu árini, Hans fekk har. Tøkk til prestar fyri troystarrík orð á Mørkini og kirkjuni. Takk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur og kransar og fyri peningargávur til Mørkina, og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Harrin signi tykkum øll. Familjunnar vegna Herluf, Jákup og Maria Hjartaliga takki eg fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður mín Kaj Juul Rasmussen Strendur andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, sum bóðu fyri honum á sjúkralegu hansara, og til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina og til ervið. Takk fyri blómur, kransar og gávur til krabbameinsfelagið. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Gud signi tykkum øll Sofía Tøkk Hjartaliga takk til tykkum øll, ið vóru við til at gera silvurbrúdleypsdag okkara og veitsluna hugnaliga og ógloymandi. Takk fyri talu, sangir, gávur, blómur og heilsanir. Takk til tykkum, ið hjálptu til á ymskan hátt. Heilsan Meigin og Magni