mikudagur 11. juni 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiði
Málaraarbeiði
Skal húsið, takið ella annað
málast í summar? vit geva
eitt gott tilboð. Kontakt:
malaraarbeiði@hotmail.com
509409
BETONG SAGING Tlf: 560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,
ventilatiónshol o.a,ring og fá ein
góðan prís.www. 2xj-bygging.
com 560056
Málara arbeiði sjótt-gott og
bíligt.
Eg átaki mær alt málaraarbeiði
í Havn. Havi drúgvar royndur
Ring og fá eitt óbindandi tilboð.
592976
Dekkari søkir kjans
Eg eri ein 20 ára gamal maður,
sum søkir kjans sum dekkari.
Allir bátar hava áhuga. Havi
trygdarskeið og heilsuváttan fyri
sjófólk. 511274
Býli í Føroyum
Ynskist: Íbúð/hús í
høvuðstaðarøkinum (helst á
Argjum)
Par í 20unum sóknast eftir
eini íbúð/húsi at leiga í
høvuðsstaðarøkinum (Helst á
Argjum) frá 1. juli. Vit eru
friðarlig og fara væl um. 286960
SOS !!
Einlig mamma søkir íbúð í Havn/
argjum/hoyvik. Helst 2 kømur
og max 6000kr við øllum, fra juli
av. Eri ikki roykjari og gjaldi til
tíðina. 251831
ibud i havn
ibud søkist i torshavn eg eri
trugvandi og fari væl um tlf.
nr:004550264775
004550264775
Kjallarúm til leigu
Kjallarúm 50 kvm til leigu, gott
at koma til og frá
Tlf 722358 ella 4222358
Býli uttanlands
ìbúð á Oyrasundi til leigu í
summar
Eg leigi mína 1-rúms íbúð á
Oyrasundskollegienum út allan
juli mðr. til hálvan august.
framleiga@gmail.com
Íbúð í Keypmannahavn til leigu
í summar.
2v íbúð til leigu í summar, frá 6
til 19 juli. íbúðin liggur bert 10
min frá strøget, Nyhavnini og
Amagercentrinum osfr. Íbúðin
hevur allar hentleikar
004542431461
Fundir
Frá Mentón
Aðalfundur felagsins
verður týskvøldið 17. juni
kl. 19 í hølunum hjá LISA á
Lützenstrøð 4. Skrá sambart
viðtøkum felagsins
Húsarhaldstól
VASKIMASKINA TIL SØLU
So gott sum nýggj GORENJE
vaskimaskina, 1400 snúningar,
orkuflokkur A+++, til sølu vegna
flyting.
313031 aftaná kl. 17
Matur
Gúð turr grind og spik til sølu
Tlf 263111 í Havn
Pløgg
2 Gentubúnar
2 . Gentubúnar komplettir við
sylvur og møttil. Annar 10 - 12
ár og hin 16 - 17 ár, til sølu um
hóskandi prísur fast.
371011 - 571011
Út- & Sjónvarp
LEIGA FLATSKERM V/
KEYPSRÆTTI
32” 40” OG 42” FLATSKERMAR
V.TELEVARP, SMART TV MPEG
4 . EINKI DEPOSITUM. ÓKEYPIS
ÚTKOYRINGUM ALT LANDIÐ.
LEIGA VIÐ KEYPSRÆTTI.
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
Stjóri til Føroya fólkaháskúla
Nú stjórin seinastu 26 árini leggur frá sær, søkja vit eftir nýggjum
stjóra til Føroya Fólkaháskúla.
Sært tú livandi fyri tær, hvussu Føroya fólkaháskúli kann gerast ein týðandi menningar
møguleiki hjá ungum á veg út í lívið? Hevur tú evnini at leiða og skipa fyri? Vilt tú fara
undir eina uppgávu, sum krevur hugflog, skynsemi og góðar samstarvseginleikar?
Høvuðsuppgávur og ábyrgd
Háskúlastjórin skal mynda skúlan inneftir og úteftir í samsvari við endamál skúlans.
Háskúlastjórin hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av Háskúlanum, sum er
sjálvseigandi stovnur, ið partvíst er fíggjaður við stuðli frá landinum og partvíst við
eginfígging.
Hvørt ár hevur Háskúlin nógv skeið við víðfevndum innihaldi. Umframt langa heystskeiðið
frá august til desember, eru javnan onnur skeið sum t.d. seniorskeið, familjuskeið, skrivi
skeið, sjónleikaraskeið, filmsskeið, summarskeið og mong onnur, sum háskúlastjórin
hevur evstu ábyrgdina av.
Førleikakrøv
Royndir við undirvísing, leiðslu ella fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru eingin
treyt fyri at søkja. Í umsóknini skulu standa upplýsingar um starvsroyndir, útbúgving og
stutt lýsing av persónligum viðurskiftum. Tey, ið søkja starvið, verða eisini biðin um at
orða, hvussu ið tey hugsa sær, at endamál háskúlans kann tulkast og røkkast í dag, og
hvussu ið tey hugsa sær, at Føroya Fólkaháskúli framhaldandi kann vera ein viðkomandi
kveikjari í føroyska samfelagnum. Starvið verður sett eftir eini heildarmeting.
Setanartreytir
Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár. Tó er møguleiki fyri at leingja tíðarskeiðið, um báðir
partar ynskja tað.
Starvið verður lønt ájavnt lønarflokk 34 hjá tænastumonnum landsins (í løtuni 36.342),
tó uttan at vera tænastumannastarv. Heraftrat kemur 15% í eftirlønargjaldi at flyta í
góðkenda eftirlønarskipan. Av tí at starvið verður áramálssett í 5 ár, verður harumframt
veitt ikki eftirlønargevandi viðbót, sum er 20% av lønini.
Bústaðarskylda er knýtt at starvinum, og stjórin býr í sethúsunum, sum hoyra til
Háskúlan.
Umsókn og freistir
Starvið er lýst leyst til setan tann 1. august ella skjótast til ber eftir tað.
Freistin at søkja starvið sum háskúlastjóri er úti tann 15. juli 2014.
Samrøður við umsøkjarar verða væntandi í viku 30.
Spurningar
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til verandi stjóra, Róa Patursson, á
tlf.311743, haskulin@haskulin.fo ella til forkvinnuna í háskúlastjórnini, Tótu Árnadóttur,
á tlf. 449446, rom@kallnet.fo.
Umsóknir skulu sendast til:
Stjórn Føroya Fólkaháskúla
Tóta Árnadóttir
Leitisvegur 101
600 Saltangará
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Føroya Fólkaháskúli hevur í meira enn 100 ár verið ein mentað
rødd og týdningarmikil kveikjari í føroyska samfelagnum.
Endamál fyri Føroya Fólkaháskúla, orðað í 1910:
1. At vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum hjá Føroya ungdómi
2. Móðurmálið og Føroya søga eru meginstøðið undir kenslu og øllum starvi skúlans
3. So kann dentur vera lagdur á einstakar lærugreinir ella lærugreinabólkar, men alt
virksemi skúlans skal miða fram ímóti at menna føroyska sjálvsfatan og medvit.
Seria 255 Varelotteriet
Sølan til 3. drátt er byrjað
Lutaseðlar kunnu keypast til 18. juni
Kostnaðurin, nú 1. og 2. dráttur er
drigin, er 206,- við forsendilsi.
Drigið verður um:
1.000.000 hvønn mánað og
2.000.000 í 6. drátti – skattafrítt!
Opið er týsdag millum kl. 14-17
ella eftir avtalu
SeðLar Kunnu KeypaSt frá:
ÓLuVu Dímun perSSOn · áargeiL 21 · tÓrShaVn
teLefOn 232 230 · maiL: OLuVaperSSOn@hOtmaiL.cOm
Seria 214 Landbrugslotteriet
Sølan til 3. drátt er byrjað
Lutaseðlar kunnu keypast til 18. juni
Kostnaðurin nú 1. og 2. dráttur er
drigin er kr. 206,- við forsendilsi
Drigið verður um:
1.000.000 hvønn mánað og
4.000.000 í 6. drátti – skattafrítt!
Opið er týsdag millum kl. 14-17
ella eftir avtalu
SeðLar Kunnu KeypaSt frá:
ÓLuvu Dímun perSSOn · áargeiL 21 · tÓrShavn
teLefOn 232 230 · maiL: OLuvaperSSOn@hOtmaiL.cOm
Lýsingartorgið