Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Tað hevur gingist væl í hond hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flog­bólti, sum í síðstu viku og um viku­skiftið hevur luttikið í EM- undan­kapping fyri smátjóðir í Íslandi, har tær vóru í bólki saman við Liktinstein, Luksemburg og Ís­ landi. Luksemburg Fyrsti dysturin var ímóti Luk­sem­ burg. Tær føroysku spældu væl og stríddu seg á odda 2-0 í tveimum annars jøvnum settum áðrenn Luksem­burg vann triðja sett greitt og harvið minkaði til 2-1 í settum. Í síðsta setti var tó eingin ivi og við 25-14 buldaðu tær føroysku ein 3-1-sigur í hús. Ísland Næsti dysturin var ímóti Íslandi, sum tapti báðar sínar dystir ímóti bæði Liktinstein og Luksemburg. Tær føroysku lótu heldur ongan iva vera um hvat var besta liðið. Tær vunnu dystin greitt 3-0 eftir at hava verið á odda at kalla allan dystin – Ísland var frammanfyri í byrjanini av triðja setti, men annars sótu tær føroysku á øllum. Føroyar vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-16, 25-14, 25-16. Liktinstein Seinasti dysturin í bólkaspælinum hevði ongan týdning, tí greitt var frammanundan, at Føroyar hevði spælt seg víðari. Tær vunnu fyrsta sett 25-17 áðrenn Liktinstein javnaði til 1-1 í settum. Síðani settu tær føroysku í eitt hægri gear og hølvaðu Liktinstein av tvær ferðir 25-14 og vunnu harvið dystin 3-1. Ósigraðar og við samlaðum settúrsliti á 9-2 eru tær føroysku trygt víðari til endaspælið, sum verður næsta ár. Kvinnurnar knústu alla mótstøðu Pætur Albinus Manslandsliðið hjá monnum er júst afturkomið av Kýpros, har teir hava luttikið í EM-undanspælinum fyri smátjóðir. Eftir eina harmiliga byrjan við tveimum tapum á rað, megnaðu teir at vinna síðsta dystin neyðuga greitt fyri at koma víðari við besta settmuninum. Harmiligt tap Fyrsta kappingardagin á Kýpros var mótstøðuliðið Andorra. Eitt lið, sum Føroyar mettist hava ein góðan møguleika ímóti, men hóast teir vunnu eitt drúgt fyrsta sett 29- 27, so fall spælið saman og Føroyar taptu tey næstu trý settini. – Vit spældu ikki serliga væl ímóti Andorra. Serliga ikki síðsta sett, har vit eru á 16 óprovokeraðum feilum – tað eru vit sera ónøgdir við. Tað var heilt sikkurt ein dystur, sum vit burdu vunnið, sigur Suni Juul Pedersen, liðskipari á føroyska landsliðnum. Sterk vertsjóð Á næsta kappingardegnum bíðaði vertstjóðin Kýpros. Har vóru teir føroysku prísgivnir og taptu 0-3. – Sjálvt um vit tapa ruddiliga móti Kypros, so var dysturin ikki so galin fyri okkum. Vit halda eitt høgt støði í móttøkunum og gera øgiliga lítið av óprovokeraum feilum. Vit fingu teir at arbeiða fyri sigrinum. Men eins og í fyrsta dysti, so er okkara "kill%" (vunnin álop) dekan ov lágt, sigur Suni um tann dystin. Vunnu seg víðari Seinasti dystur var ímóti Norður­ ír­landi. Eftir tvey tap á rað var greitt, at Føroyar mátti vinna 3-0 og samstundis vóna at Andorra ikki fekk meiri enn eitt sett ímóti Kýpros. Tað var júst tað, ið hendi. Før­oyar vunnu 3-0 og Kýpros vann 3-0. Harvið kom Føroyar víðari sum 2-ari í bólkinum. – Ímóti Norðurírlandi vita vit, at vit mugu vinna 3-0 fyri at hava møgileikan at koma víðari. Líka burtursæð frá byrjanini í 1. og 3. setti, so spæla vit ómetaliga væl. Í mun til hinar báðar dystirnar, so er kill% væl betri og ein øgiligur vilji var at síggja inni á vøllinum, sigur Suni Juul Pedersen um dystin ímóti Norðurírlandi. Sterkt lið Liðskiparin fegnast um eitt sterkt føroyskt lið, sum í løtuni er mannað við fleiri leikarum, sum spæla utt­ an­lands. – Liðið er væl fyri í løtuni. Fimm av leikarunum spæla uttanlanda. Ein í bestu norsku deildini, tveir í bestu donsku og tveir í næstubestu donsku deildini. Tað er heilt klárt við til at hækka støðið á lands­ lið­num. Tað sæst eisini aftur við at hetta er fyrstu ferð í átta ár, at vit koma víðari. Vit hava spælt endaspælið í 2005, 2007 og nú aftur í 2015, sigur Suni. Landsliðsvenjingarnar byrja í desembur og tá verður vant fram ímóti bæði oyggjaleikum og EM- endaspælinum fyri smátjóðir. albinus@sosialurin.fo Kvinnulandsliðið: Eina S. Kalsø (liðskipari) Annika á Stongum Sofía Purkhús Ruth Thomassen Bára Holm Jacobsen Margit G. Joensen Urd T. Traðará Elisabeth Purkhús Lena í Buð Sóleyð Mørch Poulsen Birgit Guttesen Elsa Sandberg Nielsen Venjari: Boban Ilic Hj. venjari: Bartal Eliasen Flogbóltur: Føroyska kvinnulandsliðið gjørdi veruliga bart í EM-undankappingini fyri smátjóðir. Tær vunnu allar dystirnar og hava spælt seg víðari til endaspælið. Um reppið, men: Menninir eru í endaspælinum Flogbóltur: Tað reið um snarið hjá manslandsliðnum, sum hóast bara ein sigur í trimum dystum megnaði at spæla seg víðari til EM-endaspælið fyri smátjóðir. Manslandsliðið: Ólavur Jensen Thorvald Danielsen Bjarni Larsen Jóhan Petur á Stongum Rói Hentze Steffan Rosenlund Olsen Bárður Jacobsen Oskar í Haraldstovu Weihe Bjarki Enni Trygvi Hansen Suni Juul Pedersen (liðskipari) Bogi Midjord Venjari: Bárður Bendix Mikkelsen Hj. venjari: Ragnar í Haraldstovu Úrslit, kvinnur: Føroyar – Luksemburg 3-1 25-21, 25-22, 16-25, 25-14) Føroyar – Ísland 3-0 (25-16, 25-14, 25-16) Føroyar – Liktinstein 3-1 (25-17, 19-25, 25-14, 25-14) Úrslit, menn: Føroyar – Andorra 1-3 (29-27, 21-25, 23-25, 20-25) Føroyar – Kýpros 0-3 (19-25, 10-25, 14-25) Føroyar – Norðurírland 3-0 (25-23, 25-17, 25-23)