Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Mikudagur 11. juni 2014 42 ár og 39 dagar Tað var aldurin, tá Roger Milla í 1994 gjørdist elsti spælarin og elsti mál­ skjúttin í HM-søguni. Cameroun tapti 1-6 móti Russlandi. Oleg Salenko setti í sama dysti HM-met við fimm málum í sama dysti. Brasil er søguríkasta HM-tjóðin av øllum. Sum einasta landið hevur Brasil verið við í hvørjum tí einasta endaspælið. Við fimm HM-sigrum er Brasil mest vinnandi tjóðin, og í Pelé eigur landið annan av teimum báðum, sum støðugt verða nevndir sum besti spælarin í HM-søguni. Tað er nógv, sum vertstjóðin hevur at reypa av, og tað ber illa til at tosa um fótbólt og Brasilia, uttan at Pelé, Zico, Ronaldo og aðrir eisini verða nevndir í sama andadrátti. Men so stórir sigrarnir enn hava verið, so er ein hending, sum støðugt nívur hjartað hjá brasilska fólkinum. HM-endaspælið í 1950 og vónbrotið, sum fleiri enn 200.000 áskoðarar vóru vitni til á Maracana, tá Uruguay við eini krútsterkari verju tók broddin av fantastiska álopinum hjá Brasil. Trýstið á Neymar & Co. eru tí ovurhonds stórt, og meira enn nakað er spurningurin, hvussu spælararnir á vøllinum duga at handfara hetta trýstið. Sum bóltspælari er hvør tann einasti á brasilska liðnum sum leikum, og eingin er í iva um, at liðið hevur dygdir­nar, sum krevjast fyri at vinna. Men samstundis veit hvør tann einasti av spælarunum, at stórur partur av brasilsku HM-søguni stendur og fellur við avrikunum á vøllinum. Um ikki annað, so hevur gula lands­ liðið havt sjáldsama góðan frið til HM-fyri­ reikingar sínar. Ofta verður tikið til, at í Brasil finnast 200 milliónir landsliðsvenjarar, men við Luiz Felipe Scolari sum venjara og Carlos Alberto Parreira sum hjálpara hevur liðið teir báðar royndastu av slagnum. Báðir hava teir hvør sítt HM-heiti sum venjarar, og tí fáa teir munandi betri arbeiðsfrið, enn so nógvir aðrir landsliðsvenjarar hava fingið. Størstu atfinningarnar eru kanska, at Scolari ikki tykist leggja alt ov nógv í fólks­ liga kravið um dansandi samba-fótbólt í álops­spælinum. Í Brasil er kravið ikki bara, at liðið skal vinna, men eisini at hetta skal gerast við stíli. Veruleikin er tó samstundis, at bæði í 1950 og í 1982 spældi brasilska liðið fram­úr­skarandi fótbólt, men teir vunnu ikki gull kortini, men tað gjørdu liðini hjá Parreira í 1994 og Scolari í 2002, og tey úrs­litini eru tey, sum tryggja venjarunum arbeiðs­frið. Og so er tað kortini ikki so, at Brasil spældir serliga verjukent kortini. Við bakkum sum Danni Alves og Marcelo er eitt av vørkumerkjunum framvegis álopskendu bakkarnir, sum í besta samba-stíli storma upp í síðunum, men við stríðsmanninum, Luiz, á mið­vøllinum, hevur Scolari dagsins útgávu av Dunga. Einum spælari, sum kanska hevði lítið av samba í sínum spæli, men sum hinvegin var hornasteinurin á 90’ara liðnum hjá Brasil. Fram eftir vøllinum eru stjørnurnar bæði nógvar og stórar. Men eingin teirra er tó størri enn Neymar, sum seinasta árið hevur spælt í Barcelona. Hann hevur longu í fleiri ár livað við heitinum sum tann nýggi Pelé, og við framúrskarnadi tekniskum førleiki og mest sum ófatuligu ferð síni hevur hann í løtum víst seg sum ein tann besti fram­ rættaði spælarin í heiminum. Enn restar honum tó at prógva, at hann eisini kann raka toppin, tá trýstið er upp á tað mesta. Og trýstið verður ikki meira enn tað sama, enn tá Brasil spælir HM á heima­ vølli. 1950 skal jarðast Bólkur A Tekstur: Jákup Mørk Neyvan hevur nøkur vertstjóð í HM-søguni áður spælt undir slíkum trýsti, sum brasilska landsliðið ger í summar. Hvør sum ein rokna brasiliumenn við, at landið vinnur HM- heitið, og fram um alt ræður um, at vónbrotið frá 1950 ikki verður endurtikið Tað var ikki hissini uppgáva, sum Cameroun hevði, tá teir í 1990 spældi setunardystin í HM-endaspælinum. Gaman í hevði Cameroun avgjørt ikki gjørt sær fyri skommum, tá teir í 1990 vóru við í Spania, har teir máttu heim uttan at tapa nakran dyst. Men enn hevði hvørki Cameroun ella nøkur onnur afrikonsk tjóð vunnið dyst í HM-enda­ spæli. Hinumegin miðstrikuna stóðu heims­ meistararnir úr Argentina, og á odda fyri teimum stóð heimsins besti spælari – Diego Maradona. Afrikonsku leyvurnar megnaðu tó tað ógjørliga. Teir spældu hart, og Andre Kana fekk reytt kort, tá hann áhald­ andi jarð­legði kvika Caniggia. Men tá ein stútari frá Francois Omam Biyik sníkti seg undir Pumpido í argentinska málinum, var Cameroun á odda.Seinni fekk eisini Benjamin Massing reytt kort, men Cameroun helt fast, og so var fyrsti afrikanski sigurin í HM-endaspælinum veru­leiki. Við 38 ára gamla Roger Milla á odda kom Cameroun enntá heilt fram til 1/4-finalurnar, men teir mistu leiðsluna móti Onglandi og Gary Lineker. Fyrsti afrikanski sigurin