Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Mikudagur 11. juni 2014 Bólkur B Tekstur: Teitur Joensen Tann 29. oktobur 2013 kunngjørdi Diego Costa, at hann vildi umboða Spania í lands­ liðs­høpi í staðin fyri heimlandi Brasil, hóast hann longu hevði leikt ein vinardyst fyri Brasil. Valið hjá sterka áleyparanum fall als ikki í góða jørð í heimlandinum, og ein av størstu kritikarunum var sjálvur landsliðsvenjarin hjá Brasil, sum úttalaði seg í hørðum vendingum um avgerðina: »Ein brasiliumaður, sum ikki vil fara í brasilsku landsliðstroyggjuni og luttaka í eini heimsmeistarakapping í sínum egna landi, verður automatiskt frávaldur,« segði Luiz Felipe Scolari í vikuni eftir avgerðina hjá Costa. Brasilska fótbóltssambandið royndi eis­ini at arbeiða ímóti, at Diego Costa skuldi fáa loyvi at spæla fyri Spania, men hetta eydn­ aðist ikki, og tann 5. mars í ár fekk Costa so endiliga sín fyrsta landsdyst fyri Spania í einum vinardysti móti Italia. Tann heilt stóri jokarin Lagnunnar speisemi vil tað soleiðis, at fyrsta endaspælið hjá Diego Costa verður í heim­landinum, Brasil. Stóra persónliga avbjóðingin hjá Diego Costa liggur heilt víst í at takkla tað mót­ gongd, sum hann uttan iva fer at verða út­ settur fyri frá tí brasilska fólkinum. Hetta er heilt víst ikki nøkur løtt uppgáva hjá einum manni, sum fyri fyrstu ferð skal taka lut í einum stórum endaspæli, men hinvegin man lítil ivi vera um, at stuðulin frá spanska fólkinum og sponsku áskoðarunum verður minst líka stórur, sum ónøgdin er frá brasiliumonnum um statsborgaraskiftið hjá Diego Costa. Diego Costa er nevniliga júst ein slíkur leikari, sum Spania hevur manglað seinastu tíðina. David Villa hevur í mong ár útfylt leiklutin sum týdningarmikli áleyparin, sum skal skora málini fyri Spania, men í og við at hansara kvalitetur á vøllinum hevur verið lækkandi seinnu árini, so hevur Spania manglað skarprættaran, sum skal avgera dystirnar fyri teir. Leikarar sum Fernando Torres, Fernando Llorente, Roberto Soldado og Alvaro Negredo hava heldur ikki víst neyðuga mál­ tevið á spanska landsliðnum í fleiri ár, og tí tykist Diego Costa at vera júst tann rætti maðurin til at loysa álopstrupulleikarnar hjá Spania. Ikki tann fyrsti Sjálvt um hann í dag er alt annað enn væl­ um­tóktur í heimlandinum, so er Diego Costa tó langt frá tann fyrsti brasiliu­maðurin í fót­ bóltshøpi, sum hevur skift stats­borgara­ skap. Hópin av leikarum úr Brasil hava skift til onnur lond fyri at sleppa at spæla lands­ liðsfótbólt, og teir flestu av teimum eru leikarar, sum vit ongantíð hava hoyrt um. Men tað eru tó eisini nakrir heilt kendir leikarar, sum hava skift statsborgararætt frá Brasil til annað land. Av hesum kunnu nevnast Eduardo, sum skifti til Kroatia, Cacau, sum skifti til Týskland, Marcos Senna, sum eins og Diego Costa skifti til Spania, og Liedson, Deco og Pepe, sum allir hava skift til Portugal. Onkrir av hesum hava verið ella eru enn millum størstu profilarnar hjá teirra lands­ liðum, og millum annað var Marcos Senna ein av profilunum á spanska lands­liðnum, sum tryggjaði sær evropa­meistara­heitið í 2008. Hóast hesir leikarar eisini hava skift stats­borgaraskap, so hevur teirra skiftið langt frá verið líka ópopulert, sum tað hjá Diego Costa. Hetta kann tykjast órættvíst, men grundin er sjálvandi tann, at fólkið ikki skilir, hvussu Diego Costa kann skifta til ann­ að land júst nú, tá HM verður spælt í Brasil. Hvussu er og ikki, so hevur Diego Costa valt at skifta, og spennandi verður at síggja, um hann fer at vísa sama form í summar, sum hann hevur víst í Atletico Madrid gjøgnum seinasta kappingarárið. HM á heimavølli við øðrum landi Hann er blivin sera ópopulerur í heimlandinum, eftir at hann frávaldi brasilska landsliðið fyri í staðin at umboða Spania. Sterki áleyparin, Diego Costa, er ikki longur vælkomin í brasilsku fótbóltsfamiljuni, men fyri Spania kann hann gerast ein lyklaleikari í royndunum at endurvinna heimsmeistaraheitið 62 Australia hevur vónir um at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, men á nýggjasta FIFA- listanum er Australia tað HM-landið, sum liggur lægst. Teir liggja nummar 62. Fimm pláss lægri enn Suður Korea, sum liggur næstlægst.