Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin Mikudagur 11. juni 2014 Bólkur E Tekstur: Tróndur Arge Frakland hevur eina heldur skiftandi søgu, tá talan er um HM endaspølini í níggjari tíð. Í 1998 vinna teir HM á heimavølli og í 2006 eru teir aftur í finaluni, men í 2002 og í 2010 vinnur liðið ikki so mikið sum ein dyst, meðan teir als ikki eru við í 1994, tí teir koma ikki víðari úr undankappingarbólkinum. Hetjan Zidane Til HM undankappingina í 1994 er Gerard Houllier franskur landsliðsvenjari. Í sein­ asta dystinum skulu teir bara ikki tapa fyri Bulgari á heimavølli, men í evstu løtu tveitur David Ginoal bóltin vekk. Bulgari fer í mót­ álop og Emil Kostadinov sløkkir fronsku vón­ ina. Franskur fótbóltur er í kreppu. Teir skulu húsa HM endaspælinum í 1998, og undan kappingini er einki, sum bendir á, at verts­ tjóðin hevur nakran møguleika at gera bart. Við Zinedine Zidane á odda vinnur Frak­ land heldur óvæntað HM endaspælið. Mið­ vallarin, sum hevur algeriskan uppruna, er við til at savna saman ein tjóð, ið húsar nógv­um ymiskleika, tá talan kemur um upp­ runa. Franskur fótbóltur hevur vunnið hjørtini á fronsku tjóðini. Niður í botn Tvey ár seinni vinnur Frakland EM endaspælið í Hollandi og Belgia. Frakland er á topp­inum í heimsfótbólti. Nógv verður vænt­að av teimum í HM endaspælinum í Japan og Suðurkorea í 2002. Ávaringin kemur undan kappingarbyrjan, tá Zinedine Zidane gerst skaddur. Kappingin byrjar við einum 1-0 tapi fyri Senegal, hvørs spælarar fyri tað mesta spæla í júst Fraklandi. Frakland kemur ikki úr bólkinum og kritikkurin helgar oman yvir franska lands­liðið. Enn ein stútari frá Zidane Í 2006 er HM í Týsklandi. Frakland vinnur seg í finaluna, sum er móti Italia. Nú sum lið­skipari, boðar Zinedine Zidane, at dysturin á olympiska leikvøllinum í Berlin verður tann sein­asti hjá honum. Hann skorar sjálvur upp á brotsspark, men tað er ein hending stutt fyri tíð, ið stendur eftir í minninum á fólki. Eftir munn­ høggarí velur Zidane brádliga at stúta Marco Materazzi. Hesa ferð vinnur stútarin einki fyri Frakland, men miðvallarin verður fyrigivin av franska fólkinum. Hann hevur tænt fyri seg. Pínligt í Suðurafrika HM í Suðurafrika í 2010 fer í søguna, sum ein marra hjá Fraklandi. Liðið megnaði ikki at vinna ein dyst, men upptaktin var eisini vána­lig og franskur landsliðsfótbóltur er í knúsi. Eyðmýkingin fyri allar fraklendingar kemur, tá franska landsliðið noktar at venja mitt í HM endaspælinum. Søgan ferðast kring allan heimin. Fraklendingar eru í øðini inn á landsliðsspælararnar. Finala ella kreppa? Nú er maðurin, sum lyftið HM steypið í 1998, Didier Deschamps, settur sum venjari. Høvðus­uppgávan er at rudda upp og byggja víðari upp á arbeiði hjá Lauert Blanc. Boð eru ikki eftir eitt nú Samir Nasri, hóast evnini eru nóg góð til landsliðið – serliga tá Franck Ribery hevur meldað avboð vegna skaða. Nú skal samanhaldið sigra. Spurningurin er so um tað verður HM finala ella kreppa fyri Frakland hesaferð? Frá HM gull til kreppu Søgan sigur, at Frakland antin floppar ella kemur í finaluna. Soleiðis hevur tað gingið síðani søguliga sigurin í 1998, tá Zinedine Zidane stútaði HM gullið heim til Fraklands á heimavølli. Tað er tó langt frá avrikunum hjá Zidane í 1998 til skandaluna í HM 2010 endaspælinum 13 Ongin hevur megnað at skotið fleiri mál í eina og sama HM endaspælið enn fraklendingurin Just Fontaine. Í HM endaspælinum í 1958 skoraði hann ikki færri enn 13 mál. Hann átti leiti metið fyri flest mál, men tað hevur brasilski Ronaldo nú.