mikudagur 16. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 112 - 16. juni 2004
Nr. 112 - 16. juni 2004
3
Nevndin í Framtaks-
grunninum ætlar sær
ikki at gera nakað
ítøkiligt søluarbeiði
fyribils fyri at selja
Føroya Fiskavirking,
men tó hevur nevnd-
in samtykt at Fiska-
virking verður selt
sum ein eind
FISKAVIRKING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyri einum ári síðani setti
nevndin í Framtaksgrunn-
inum ein arbeiðsbólk, sum
hevði til uppgávu at gera
tilfar, ið kundi nýtast sum
grundarlag til at arbeiða
víðari við fyrireikan av sølu
av Føroya Fiskavirking.
Arbeiðsbólkurin er komin á
mál við sínum arbeiði, og
nevndin í Framtaksgrunn-
inum hevur eisini viðgjørt
málið.
Arbeiða víðari við at
betra
sølumøguleikarnar
Í einum tilmæli til nevndina
í Framtaksgrunninum mæl-
ir arbeiðsbólkurin til, at
arbeitt verður framhaldandi
við at gera tilllagingar á
teimum einstøku virkjun-
um kring landið við tí enda-
málið at betra um sølu-
møguleikarnar. Hesum til-
mæli
hevur
Framtaks-
grunnurin tikið undir við,
og grunnurin ætlar sær hel-
dur ikki at gera nakað
ítøkiligt søluarbeiði, meðan
hesar
tillagingar
verða
gjørdar.
Tó ger Framtaksgrunn-
urin greitt, at øll partbrøv,
sum
Framtaksgrunnurin
eigur, sum meginregla altíð
eru til sølu, og tí er Føroya
Fiskavirking eisini til sølu,
um nakað áhugavert boð
verður lagt á borðið, sigur
grunnurin í einum tíð-
indaskrivi. Framtaksgrunn-
ur Føroya hevur havt fyri-
spurningar frá keyparum
um Føroya Fiskavirking,
men enn er hetta ikki endað
við nøkrum ítøkiligum
samráðingum.
Hesar seinastu
dagarnar hevur árligi
norðurlendski fund-
urin hjá teimum, ið
vara av sjóar-
tryggingum, verið á
Hotel Føroyum.
Okkurt um 85 fólk úr
flestu norðurlendsku
londunum hava
luttikið á fundinum
NORÐURLENDSKT
SAMSTARV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður árligi aðalfundurin
hjá Nordisk Søforsikrings-
pool hildin í Føroyum. Nor-
disk Søforsikringspool er
felagsskapurin hjá øllum
teimum tryggingarveitar-
um í Norðanlondum, sum
hava við sjóartryggingar at
gera.
Eisini upplivað
Føroyar
Tey
einstøku
norður-
lendsku londini hava hvør í
sínum lag eitt landsfelag
fyri veitarar av sjóartrygg-
ingum, og hesi landsfeløg
eru síðani limir í Nordisk
Søforsikringspool.
Før-
oysku tryggingarveitararnir
eru limir í danska landsfel-
agnum, og hava fleiri ferðir
áður luttikið á slíkum norð-
urlendskum fundum. Í ár
valdi danski landsfelags-
skapurin,
ið
fyriskipar
norðurlendska fundin, at
hava fundin í Føroyum, og
tað tykist teir verða væl
nøgdir við.
Teir báðir danarnir, ið
hava fyriskipað fundin,
Jens Peter Tranberg frá
Forsikring & Pension og
Aage Sørensen frá CNA
Insurance, siga, at fundurin
í Føroyum hevur verið stak
væl eydnaður. Sjálvur aðal-
fundurin var hildin mána-
dagin, men teir 85 norður-
lendsku luttakararnir komu
til landið longu leygardag-
in, so høvi var eisini til at
hyggja eitt sindur nærri at
Føroyum. – Tá ið nú fund-
urin var í Føroyum, hildu
vit tað verða hóskandi, at
luttakararnir eisini loyvi at
síggja tykkara vakra land
eitt sindur nærri, sigur Jens
Peter Tranberg. Tískil var
sunnudagin skipað fyri
einari bussferð til Norð-
oyggjar, og millum annað
var vitjað á Viðareiði, har
vit fingu okkum ein bita,
greiðir Jens Peter Tranberg
frá.
Fyribyrgjandi arbeiði
Tá ið allir veitararnir á tí
norðurlendska tryggingar-
marknaðinum hittast so-
leiðis regluliga, eru tað
altíð nøkur, ið hava lyndi til
at huga, at hetta mest er
álíkt einum kartelli, sum
ger innanhýsis prísavtalur,
og Aage Sørensen sigur, at
tað er væl skiljandi, at fólk
hugsa so, men hann av-
sannar tó, at nakrar prís-
avtalur verða gjørdar. – Tað
hevði ikki nyttað nakað hjá
okkum at gjørt slíkar prís-
avtalur, tí tá ið talan er um
sjóartryggingar,
kann
tryggingartakarin
bara
venda sær til ein veitara
uttan fyri Norðanlond, um
hann heldur okkara prísir
verða ov høgar, tí hann
kann velja frítt, um teknar
trygging hjá einum norður-
lendskum veitara ella onkr-
um uttan fyri Norðanlond,
sigur Aage Sørensen.
– Høvuðsendamálið hjá
okkum við at hava slíkar
norðurlendskar fundir á
hvørjum ári er, at vit á
henda hátt kunnu tosa sam-
an um, hvussu vit á besta
hátt í felag kunnu bjóða
norðurlendska tryggingar-
marknaðin fram til áhugað-
ar kundar. Harafturat brúka
vit eisini ein stóran part av
tíðini til at kjakast um,
hvussu vit kunnu verða við
til at fyribyrgja skaðar til
frama fyri bæði viðskifta-
fólkini og okkum sjálvi,
sigur Aage Sørensen. – Tað
vil siga, at samanumtikið
kann sigast, at vit arbeiða
við at menna tað produkt,
sum vit bjóða kundunum,
og tað týdningarmiklasta
hjá okkum í hesum sam-
bandi er at menna norður-
lendska marknaðin fyri
sjóartryggingar, og tað gera
vit við millum annað at
verða við í I.O.M.I (Inter-
national Union of Marine
Insurance), leggur Jens
Peter Tranberg afturat.
Norðurlendski fundurin
um sjóartrygginar endaði
mánakvøldið, og útlendsku
gestirnir fóru av landinum
aftur í gjár.
Arbeiða fyri at minka um skaðarnar
Fiskavirking verður selt sum ein eind
Jens Peter Tranberg v.m. og Aage Sørensen hava fyriskipað
norðurlendska fundin um sjóartryggingar, sum hevur verið í
Føroyum fyrr í víkuni.
Mynd: Terji Nielsen
Ikki færri enn 85 útlendskir
gestir tóku lut á árliga
norðurlendska fundinum um
sjóartryggingar, ið var á
Hotel Føroyum
Mynd: Terji Nielsen
Danskur felagsskapur
er farin í hernað
ímóti tveimum før-
oyskum frisørum, tí
tær hava Útvarp Før-
oya standandi frá í
salongini
KODA PENGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Skulu vit rinda pengar til
Koda, eiga allir læknar,
tannlæknar og kioskir eisini
rinda pengar til Koda, og
tað gongur sjálvsagt ikki.
Seinastu tvey árini hevur
Tóta Sørensen, sum eigur
Salong Tótu í Havn, keglast
við danska tónleikafelags-
skapin, Koda. Koda krevur
av Tótu, at hon rindar pen-
ing til tónleikafelagskapin,
tí hon hevur Útvarpið
standandi frá í salongini.
Koda er danskur felags-
skapur, sum hevur upp-
havsrættin hjá tónleikarum
um hendi. Felagskapurin
krevur pening fyri tón-leik-
arar, tá teirra tónleikur
verður framførdur á konsert
ella í útvarpi.
Trætan millum Salong
Tótu og Koda snýr seg um,
hvørt Tóta hevur loyvið at
hava Útvarpið, har nógvur
tónleikur verður spældur,
frá, uttan at hon rindar
pening til Koda.
– Trætan er um hvørt, tað
er eg sjálv, sum spæli tón-
leik, ella tað er Útvarpið,
sigur Tóta.
Partarnir hava havt ilt við
at finna eina semju, og mál-
ið er tí enda hjá fútanum.
Fyrsti fyrireikingarfundur í
málinum var týsmorgunin í
málinum.
Tvær útvaldar
Í Føroyum eru um 80 fri-
sørar, men kortini hevur
Koda einans sett seg í sam-
band við tvær av teimum.
Tóta Sørensen greiðir frá,
at hon sýtir fyri at gjalda
tær 700 krónurnar hvønn
ársfjórðing,
sum
Koda
krevur av henni.
– Eg rindi bæði útvarps-
gjald heima og fyri salong-
ina. Tað er ikki so, at eg
havi nakað diskotek, og tí
skilji eg slettis ikki kravið
hjá teimum. Útvarpið koyr-
ir spakuliga allan dagin, og
hevur tú í huga allan larmin
inni í eini hárfríðkanar-
stovu, gevur tað púrt onga
meining, at eg skal betala
hasar 700 krónurnar fyri
hvønn ársfjórðing, sigur
Tóta Sørensen.
Hon leggur afturat, at fyri
miðal fyritøkur er tað ein
ómetaliga tung byrða at
skula gjalda Koda pengar
hvønn ársfjórðing.
Lógin talar fyri
Áðrenn okkara evstamark,
hevði tað ikki eydnast okk-
um at fáa endaliga úrskurð-
in í trætuni millum Koda og
Salong Tótu. Tóta Sørensen
var ikki ov bjartskygd um,
at tað skuldi eydnast henni
at vinna sakarmálið.
– Í upphavslógini stend-
ur, at upphavsrættur fevnir
um frisørar, sólsentur og
handlar, og tí peikar lógin
ímóti okkum. Eg haldi
kortini, at lógin skuldi ver-
ið broytt. Okkara virksemi
er eitt handverk og ikki ein
handil, ið er fevndur av
sølu og tænastu, og tí áttu
við slettis ikki at verið
fevnd av hasi lógini, sigur
Tóta Sørensen at enda.
Í dag, mikudagin 16.
juni verður »nýggi
skúli« tríati og í
samband við tað, fer
skúlin at hátíðarhalda
dagin
HÁTÍÐARHALD
Hátíðarhaldið fyri skúla-
børnini verður mikumorg-
unin og fyri tey tilkomnu
um kvøldið kl. 19.00.
Í samband við dagin
verður ein myndaframsýn-
ing í skúlanum við mynd-
um frá hesum tíðarskeiði -
floksmyndum, myndum av
ymiskum, ið farið er fram í
skúlanum hesi árini og
øðrum myndum, sum hava
samband við skúlan.
Eisini verður nakað av
eldri myndum at síggja.
Høvi verður eisini at
síggja skúlan – og øll eru
hjartaliga vælkomin, sigur
Karl Thomsen, skúlastjóri í
Gøtu skúla.
Frisørar kravdar
eftir pengum
fyri útvarps-
tónleik
Gøtu skúli tríati
Stendur tað til tónleikafelagsskapin Koda, skal Salong Tóta hvønn ársfjórðing rinda góðar 700 kr. í kodapengum
Mynd: Jens Kristina Vang
C
M
Y
K
3
2
:
:
:
:
Starvið
Førleikakrøv
Vit bjóða
Umsóknir
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til høvuðsdeildina hjá Føroya Shell í
Tórshavn.
Tá verandi fíggjarleiðari eftir gott 17 ár í starvinum eftir egnum
ynski hevur valt at taka við øðrum uppgávum í fyritøkuni, hava vit brúk
fyri einum nýggjum leiðara til fíggjardeildina.
Talan er um eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv í einum spennandi
umhvørvi. Leiðarin hevur alla ábyrdina av fíggjardeildini herundir
· ger av ávegis- og ársroknskapi
· rapportering til útlendska móðurfelagið
· fíggjarætlanum o.t.
· dagligari leiðslu og skipan av deildini
· roknskaparlig umsiting og samskifti við avgreiðslurnar og egnar
støðir kring landið.
Leiðarin er partur av leiðslubólkinum við beinleiðis tilvísing til stjóran.
Til starvið krevst holl ástøðilig útbúgving ella onnur viðkomandi
útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðaraevnir og royndir, umframt at
tú ert arbeiðssamur og dugir væl at samskifta. Góður kunnleiki í enskum
er neyðugur.
Eitt fjølbroytt, spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum
fyri persónligari menning, men samstundis eitt krevjandi starv. Vit hava
góðar arbeiðsumstøður og trygg starvsviðurskifti. Góð løn í samsvar við
útbúgving og royndir. Eftirlønarskipan er knýtt at starvinum.
krivligar umsóknir skulu verða innlatnar í seinasta lagi mánadagin 21.
juni og skulu sendast til P/F Rasmussen & Weihe, statsautoriserað
grannskoðarafelag, á Glaðsheyggi, FO-100 Tórshavn, telefon nr
351700, har nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes
Olsen ella Klaus Rasmussen. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
S
Leiðari til fíggjardeildina
www.shell.fo