Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Sosialurin Mikudagur 11. juni 2014 Belgia man vera eitt av teimum landslið­ unum, sum mest hevur verið tosað um fram ímóti hesum HM-endaspælinum. Orsøkin er einføld: har eru so ótrúliga nógvir leikarar, sum hava sligið til í heimsins sterkastu kapp­ ing­um í ár, og sum nú eru savnaðir at mynda eitt krútsterkt lið hjá annars lutfalsliga lítlu tjóðini. Tá ið Vincent Kompany skipar verjupartin er tað eingin, ið setur spurnartekin við verju­ ketuna. Hon er góð. Á miðvøllinum er tað ein sannur luksustrupulleiki. Krígsmaðurin Witsel leggur støðið. Hvørs Dembélé ella Fellaini skulu vera síðumenn hansara, er ógreitt. De Bruyne og Hazard eru framúr­ skarandi vongleikarar og syrgja fyri, at mið­ vøllurin er áraka fullkomin. Um hesir ikki syrgja fyri at geva sítt allarbesta, so er ein long røð av avloysarum klár at trína á vøllin. Mirallas, Chadli, Mertens og Januzaj hava allir havt eitt gott kappingarár. Miðvøllurin er somikið fullsettur av góðum leikarum, at ein av bestu leikarunum í Seriu A í ár, Nainggolan úr AS Roma, ikki hevur fingið pláss í hópinum. Courtouis er mettur at verða millum heims­ins bestu málmenn, og skuldi hent honum nakað, er Mignolet klárur at traðka til. Í álops­partinum hava Benteke og Lukaku stríðst um plássið, men nú Benteke er skaddur, er Lukaku sjálvskrivaður. Allarhelst fer hann at spæla einsamallur sum fremsti maður, men við álopskendum vongleikarum og fram­rættaðum miðvallara kann væntast at hann fær hópin av hjálp. Russland ella Suðurkorea Tað verður mett úr øllum ættum, at Russland og Suðurkorea fara at dystast um hvør teirra kemur víðari saman við Belgia. Hetta er ein spennandi innanhýsis dystur ímillum tvey lið, sum eru ótrúliga ólík á øllum økjum. Við telvaranum Capello á odda hevur Russland ein fyrimun, men hvør fer at sigra – teir royndu, krútsterku og arbeiðssamu russar­ar­nir ella teir lítlu, lættbeintu suðurkoreanararnir við teirra kvika smáspæli? Bæði londini eru dragnað nakað og hevur aldurin yvirhálað yrkisleiðina hjá fleiri av kendu leikarunum hjá hesum báðum londum – Ji-Sung Park, Andrei Arshavin, Roman Pavlyuchenko og Pavel Pogrebnyak bara fyri at nevna nakrar. Hevur Algeria møguleikan? Mong taka fyri givið, at Algeria endar aftast í bólki H. Men tað er kanska vert at hugsa seg um einaferð enn. Algeria hevur seinnu árini fingið fleiri útlendskar leikarar til heimligu deild­ina, sum metist at vera nógv styrkt eftir hetta umskiftið. Tað hevur eisini ført við sær, at fleiri leikarar eru slopnir ígjøgnum evro­peiska nálareygað. Tann, ið er komin longst, man vera Sofiane Feghouli, sum er fastur partur av liðnum hjá Valencia. Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, hevur áður lýst hann at vera ótrúligur og eitt »kropsligt beist«, sum hann tók til um framrættaða mið­vallaran. Fleiri leikarar á liðnum eru føddir og upp­vaksnir uttanlands, men hava tikið av at spæla við Algeria, har teir hava røtur. Tó eisini øvugt – tíverri fyri Algeria, um ein eis­ini hyggur at søguliga partinum. Zinedine Zidane, Karim Benzema og Samir Nasri hava nevn­iliga allir røtur í Algeria, men hava valt at um­boða franska landsliðið. Tveir kendir harrar hava í fjølmiðlunum víst á, at Algeria kann bíta frá sær. Diego Maradona sigur seg vera vísan í, at Algeria fer at fremja í minsta lagi eitt óvæntað úrs­ lit. Rivaldo er samdur og metir, at Algeria hevur møguleikar fyri at spæla seg víðari. Stríðast um at fylgja við Belgia Bólkur H Tekstur: Pætur Albinus Belgiska landsliðið hevur neyvan verið betri nakrantíð, og størsti spurningurin í bólki H tykist vera, hvør skal fylgja við Belgia víðari. Aldrandi Russland við Capello á odda ella Suðurkorea við sínum kvika smáspæli vænta tey flestu, men Maradona og Rivaldo meta, at Algeria er ført fyri at gera ein vørr 11 millónir íbúgvar Tað er alt, sum Belgia hevur at geva av, men talent tróta ikki. Daniel van Buyten er einasti leikari á liðnum yvir 30 ár, meðan restin er nærri teimum 20 árunum enn teimum 30.