mikudagur 16. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 112 - 16. juni 2004
Nr. 112 - 16. juni 2004
5
Nýggi Smyril skal einskiljast
– Fyri at fáa so góða
nyttu sum gjørligt
burturúr nýggja
Smyrli, eigur hann at
verða tikin burturúr
Strandferðsluni, held-
ur samferðslubólk-
urin í Suðuroy
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril eigur at verða
einskildur.
Tað heldur samferðslu-
bólkurin í Suðuroynni.
Á evnisdegnum í Øravík
leygardagin
um
sam-
ferðsluviðurskiftini í Suð-
uroy, segði Jacob Vester-
gaard, at samferðslubólkur-
in í Suðuroy, er komin til ta
niðurstøðu, at besti mátin at
gagnnýta nýggja Smyril
uppá, er at taka hann burt-
urúr Strandferðsluni og at
einskilja hann.
Jacob Vestergaard, sum
er talsmaður hjá sam-
ferðslubólkinum, helt, at
nýggi Smyril sera nógvar
møguleikar í sær.
– Sum leikmaður, dugi eg
sjálvtsagt ikki at síggja
allar teir møguleikarnar
nýggi Smyril gevur okkum.
Men hjá professionellum
fólki, eigur tað at verða sera
áhugaverd
uppgáva
og
avbjóðing at fara í gongd
við helt hann.
P/F Suðurleiðin
Spurningurin er so, hvussu
vit best útnytta hesar møgu-
leikarnar?
–
Samferðslubólkurin
hevur viðgjørt hetta og er
komin til tað niðurstøðu, at
uppgávan
hjá
nýggja
Smyrli best verður røkt í
einum partafelag, P/F Suð-
uroyarleiðini, segði hann.
Í hesum sambandi nevndi
hann møguleikar at leggja
nýggja Smyril í eitt alment
partafelag.
– Er politiskur vilji til at
leggja nýggja Smyril í eitt
alment partafelag, hevði
tað verið besta amboðið til
at gagnnýtt tað stóra aktiv,
sum nýggi Smyril er fyri
Suðuroynna.
Hann vísti á, at Strand-
ferðslan hevur til uppgávu
at røkja flutning av ferða-
fólki og farmi ímillum Suð-
uroynna og Havnina skjótt
og væl. Og har er hon
dugnalig.
– Men onnur øki, liggja
uttanfyri teirra arbeiðsøki.
Og í hesum sambandi hevði
P/F Suðuroyarleiðin, við
heimstaði í Suðuroynni,
alla tíðina vitað hvat rørdi
seg í Suðuroynni og hvønn
tørv suðuroyingar hava. Og
eftir tí kundi felagið rikið
nýggja Smyril.
Hann segði, at hetta er
gongdin í londunum rund-
anum okum. Og hann helt
eisini, at tær royndir, vit
høvdu av hesum í Føroyum,
hava verið góðar.
Hetta er eitt hugskot, sum
samferðslubólkurin tekur í
fullum álvara og sum hann
fer at fyrireika seg so væl
sum gjørligt til at fáa
undirtøku fyri.
Bólkurin hevur nevnilig
sett fakfólk til at arbeiða
við ætlanunum um at
leggja Smyril í eitt alment
partafelag og koma við
ymiskum uppskotum um,
hvussu tað kann gerast.
Samstundis var hann
greiður yvir, at alt hetta
varð sjálvtsagt treytað av, at
politiski mynduleikin tekur
undir ætlanini.
– Men við at fyrireika
ætlanina væl, vóna vit at
politiski mynduleikin vísur
okkum vælvild.
Talsmaðurin hjá sam-
ferðslubólkinum í Suðuroy
segði, at enn var ov tíðliga
at siga nakað um, hvussu
P/F Suðuroyarleiðin kundi
skipast sum best.
Men hann helt, at tað var
ein fortreyt fyri at fáa eina
skipan, sum er nóg smidlig
til at uppgávan kann verða
røkt til fulnar.
Liggja nærmast
Í hesum sambandi vísti Jac-
ob Vestergaard eisini á, at á
samferðsluøkinum henda
sera nógvar broytingar.
– Tað er ikki tí ikki
óhugsandi, at framtíðar-
flutningur millum Føroyar
og meginlandið í Evropa,
verður úr Suðuroy. Vit
liggja næst og tíð er pen-
ingur. So skulu vit gera
okkum vónir um at kappast
á marknaðinum í Evropa,
eitt nú við feskum fiskavør-
um, mugu vit hava so gott
samband við meginlandið
sum gjørligt.
– Umstøður eru í dag í
Suðuroynni hjá stórum
skipum sum Nørrønu at
leggja at, bæði á Tvøroyri
og í Vági, og við nýggja
Smyrli eru ongir trupul-
leikar at føra allar tær neyð-
ugu
útflutningsvørurnar
skjótt og gott til Suður-
oynna, segði Jacob Vester-
gaard.
Mánakvøldið komu
tveir nýggir sløkki-
liðsbilar til Suður-
oynna
SLØKKILIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú eru sløkkiliðini í Suð-
uroy flutt fram í nútíðina.
Mánakvøldið komu tveir
spildurnýggir sløkkiliðis-
bilar til Suðuroynna, har
teir skulu loysa teir elli-
gomlu og ótíðarhóskandi
bilarnar av.
Hetta er eitt sera stórt
framstig fyri brunatrygdina
í Suðuroy, tí teir bilarnir,
sum eru, eru gamlir og als
ikki tíðarhóskandi longur.
Hesir báðir bilarnir eru av
merkinum Scania, men teir
eru bygdir í Danmark.
Annan bilin hava komm-
unurnar í syðru helvt í
Suðuroy, Sumba, Vágur,
Porkeri og Hov, keypt
saman og hann kemur at
standa í bjargingarstøðini í
Vági
Hin bilin hava Tvøroyrar
Kommuna og Hvalbiar
Kommuna keypt saman og
hann kemur at standa á
brandstøðini á Tvøroyri.
Fámjins Kommuna er
ikki við í tiltakinum, ikki
enn í hvussu so er, so enn er
óvist, hvussu verður, kemur
eldur í í Fámjin. Men fyri-
bils verður tað so helst til,
at teir verða noyddir at
leiga bilin, skuldi brúk
verið fyri honum í Fámjin.
Bilarnir
kosta
ímillum
hálvaaðru og tvær milliónir
hvør.
Sløkkiliðið flutt fram í nútíðina
Suðuroyingar hava fingið
spildurnýggjar brandbilar og
tað er eitt stórt framstig
Mynd Leivur Nygaard
Tað einasta rætta er at ein-
skilja nýggja Smyril og at
leggja hann í eitt alment
partafelag í Suðuroy, sigur
Jacob Vestergaard, talsmaður
fyri samferðslubólkin í
Suðuroy
Mánadagin vóru fólk frá
Klaksvíkar Blóðdonorliði
úti við ballónum, t-troyggj-
um og keppum, har Latið
blóð stendur á. Hetta átakið
verður gjørt sum eina roynd
at fáa fleiri fólk at lata blóð.
– Vit standa ikki og
mangla donorar akutt, men
tað er altíð gott at fáa fleiri,
og er hetta samstundis ein
roynd at gera vart við, at
blóðdonorliðið er til , verður
sagt frá Klaksvíkar blóð-
donorliði.
Tey hava verið á fleiri
støðum, har nógv fólk
koma, og meta tey, at tað er
ein góður máti at koma í
samband við møguligar
donorar.
Til dømis høvdu tey verið
í Statoil støðini í Klaksvík,
har starvsfólkið gekk í hes-
um t-troyggjunum og kepp-
unum. Ballónirnar hingu so
uppi yvir kassanum, og á
diskinum lá ein listi, har
fólk kundu tekna seg sum
donor. Og fleiri høvdu nýtt
høvi til tað mánakvøldið,
sást á listanum.
Blóðdonorfelagið úti
um seg
30 bólkar
vilja
spæla á
Ólavsøku
Tað er gravgangur at
sleppa at spæla á Ólav-
søkukonsertini í ár
FUT er farið undir
drúgvu fyrireikingarnar
til Ólavsøkukonsertina,
27. juli í ár. Fyrireiking-
arnar ganga væl, og inn-
an ikki alt ov langa tíð,
er tað mesta komið í
rættlag í samband við
konsertina
Tað er framvegis ikki
greitt, hvørjir bólkar
verða á síggja á pallin-
um í Kommunuskúla-
garðinum dagin fyri
Ólavsøku í ár.
Formaðurin í FUT, Kaj
Johannesen sigur, at
fleiri enn 30 bólkar
liggja framvið at sleppa
at spæla á Ólavsøku-
konsertini, men enda-
ligu nøvnini verða ikki
almannakunngjørt fyrr
enn fyrst í juli mánað.
-páll
Ferðin hjá lítla Peturi útsett
– Seinast, vit hoyrdu
nakað frá landsstýris-
manninum tóktist
hann sinnaður at
leggja nógv fyri, at eitt
tilboð verður veitt
Peturi, so hesin
framhaldandi kann
búgva í Føroyum,
greiðir Bára Johansen
frá
LÍTLI PETUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eftir ætlan skuldi nógv um-
røddi lítli Petur verið sendur
á danskan viðgerðarstovn
7.juni. Omma og abbi Petur
fingu útsett avgerðina til
mánadagin 14. juni, men í
dag, 16 juni, er 5 ára gamli
Petur framvegis at finna í
Føroyum.
Bára Johansen er for-
kvinna í MBD/Damp fel-
agnum, og hon greiðir frá, at
avvarðandi myndugleikar
hava gjørt av at útseta
avgerðina enn einaferð.
– Tað einasta, eg veit er, at
flogbillettin hjá honum til
Danmarkar
er
útsett.
Landsstýrismaðurin, Tórs-
havnar býráð og Karup
kommuna royna nú at finna
eina
endaliga
loysn
í
málinum, sigur forkvinnan í
MBD/Damp felagnum.
Hon hevur góðar vónir
um, at 5 ára gamli Petur
sleppur at halda fram við at
búgva í Føroyum.
– Seinast, vit hoyrdu
nakað til landsstýrismannin
tóktist hann sinnaður at
leggja nógv fyri, at eitt
tilboð verður veitt Peturi,
so hesin framhaldandi kann
búgva í Føroyum, greiðir
Bára Johansen frá.
Familjur bjóða seg til
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, hevur
áður sagt, at tað fer at taka
nøkur ár, áðrenn eitt stovns-
tilboð verður veitt smábørn-
um við atferðartrupulleikan.
Hann nevndi tí møguleikan
fyri at útbyggja núverandi
fosturforeldraskipanina,
áðrenn ein stovnur verður
klárur til atferðartruplu
børnini í Føroyum.
Tað er framvegis ikki
greitt, hvør endaligi úr-
skurðurin verður í málinum
um lítla Petur. Sambært
forkvinnuni í MBD/Damp
felagnum
hava
fleiri
familjur bjóðað seg til at
taka sær av Peturi, so fimm
ára gamli drongurin fær
møguleikan at veksa upp í
Føroyum.
Bára Johansen, forkvinna í
MBD/Damp felagnum, sigur,
at fleiri familjur hava bjóðað
seg til at taka sær av Peturi,
so fimm ára gamli drongurin
fær møguleikan at veksa upp
í Føroyum
Starvsfólkini í Statoilstøðini í Klaksvík høvdu skift vanliga búnan út við t-troyggjurnar frá
blóðdonorliðinum
C
M
Y
K
5
4