Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Herálvur jacobsen Kjak síða 10 Hvør hevur av­ gjørt tað? Magnus Tausen Nar­ cissus! – Formaðurin í Sambandsflokkinum eig­ur at gera tað, sum er best fyri flokk­in, og hatta er ikki besta loysn­ in fyri flokkin, sigur Lisbeth L. Pet­ er­sen. Soleiðis sigur Lisbeth L. Petersen, sum er fyrrverandi forkvinna í Sam­bands­flokkinum. Hon heldur lít­ið um, at Kaj Leo Johannesen hev­ur Jørgen Niclasen sitandi sum lands­stýr­is­mann eftir alt rokið í toll­mál­inum. Tað sama sigur Bárður Nielsen, løg­tingsmaður. Helgi Abrahamsen vísti týs­dagin á, at løgmaður ger beint í­móti tí, sum ein samdur ting­ bólk­ur hevur mælt honum til. Tískil er líkt til, at ein upp­gerð er á veg innanhýsis í Sam­bands­flokk­i­ num. Slíkar uppgerðir eru ikki óvan­ lig­ar í Sambandsflokkinum seinnu ár­ini – eftir at Pauli Ellefsen legði frá sær um floksformaður í 1990. Edmund Joensen hevði sítt stríð, tá hann sat sum løgmaður frá 1994 til 1998. Hann møtti so nógv­ari mótstøðu, tá hann skuldi skipa sam­ gong­una í 1994, at Lisbeth Petersen, sum tá var borgarstjóri í Havn, fekk í boði at gerast løgmaður. Men hon tók ikki av. Í síni løgmanstíð hevði Edmund Jo­en­sen nógv mótstøðu innanfloks – eisini í sínum egna lokalfelag í Eyst­ur­oy. Tað var vandi fyri, at hann ikki varð afturvaldur á valinum í 1998, men tað gekk. Í 2001 var stríðsval í Sam­bands­ flokk­i­num, tá nøkur valfeløg still­ aðu Lisbeth Petersen upp í móti sit­andi formanni, Edmund Joensen. Tað stríðið tapti Edmund. Listbet Petersen førdi tí val­stríð­ ið hjá flokkinum í 2002 tá flokkurin gekk næstan átta prosentstig fram. Flokk­urin fekk 26 prosent á átta ting­fólk. Men á valinum í 2004 gekk galið. Hó­ast Sambandsflokkurin tóktist at standa seg væl, so misti flokkurin 2,3 pro­sent­stig og ein tingsess. Or­ søk­in varð søgd vera duldi skatt­ a­lætt­in, sum flokkurin fór til val upp­á. Dagin eftir valósigurin í 2004 legði Lisbeth Petersen frá sær sum forkvinna, og Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur til for­ mann á næsta landsfundi. Nú tykist aftur órógv at vera. Kaj Leo Johannesen hevur kanska ikki varn­ast trupulleikan, men tingfólk floks­ins halda nú, at sjálvt Kaj Leo sær trupulleikan. Tí er ein uppgerð væntandi, og Kaj Leo hevur sett seg í eina tví­ støðu. Annar møguleikin er, at hann koyrir Jørgen Niclasen frá – og har­við útloysir eitt nýval. Hin er, at hann verður frákoyrdur sum for­mað­ur. Uppgerðin er nú á veg Øll eru vælkomin at leiga frá mær, eis­ini Sea Shep­herd Tað sigur Bogi Andreasen, bý­ráðslimur í Havn. Hann eigur eini hús í Skála­vík og tey húsini hevur um­hvørv­is­felagsskapurin, Sea Shep­herd nú leigað í meðan tey eru í Føroyum í eini roynd at steðga grinda­ drápi. Og tað hevur vakt ans í Sand­oy, at ein býráðslimur hýs­ur umboðum fyri Sea Shep­herd. Men sjálvur leggur Bogi Andr­e­asen einki í, hvat fólk halda í hesum føri. Tað er rætt, at vit eiga eini hús í Skálavík. Talan er um hús­ini hjá verfaðir, sum vit hava keypt og sum vit leiga út, sig­ur Bogi Andreasen. Hann sigur at tað er kunn­ ing­ar­stov­an í Sandoy, sum um­sit­ur húsini. – Nakað síðani ringdu tey á Kunn­ing­ar­stovuni til mín og søgdi at tey høvdu fingið ein fyri­spurning frá Sea Shep­herd um at fáa húsini til leigu í summar. Bogi Andreasen sigur, at á Kunn­ing­ar­stovuni hava tey helst hild­ið, at hetta var eitt sind­ur umstrítt leigumál, og tí vildu tey ikki leiga teimum hús­ini, fyrrenn tey høvdu spurt. – Eg svaraði, at eg havi als einki ímóti at leiga teimum hús­ini, sigur Bogi Andreasen og sostatt búgva umboð fyri Sea Shepherd í teimum í hes­ um døgum. Býráðslimurin í Havn sig­ ur, at fyri tað um hann hevur leig­að Sea Shepherd húsini, merk­ir ikki, at hann tekur und­ir við felagsskapinum. – Tað geri eg undir ongum um­støð­um, og eg taki heldur ikki und­ir við teirra framferð, legg­ur hann afturat. Men hann sigur, at øll eru væl­komin at leiga frá sær, eis­ini Sea Shepherd. – Eg havi einki ímóti at leiga húsini út. Tað er eisini ein fíggj­ar­ligur spurningur at leiga húsini út og har eru øll vælkomin, eisini Sea Shep­herd. Bogi Andreasen sigur, at hann tekur fult undir við teim­um sum siga, at vit skulu vera blíð ímóti Sea Shepherd fólk­u­num og taka væl ímóti teim­um. Hann er eisini vísur í at hevði hann noktað at leiga teimum húsini, høvdu tey eisini brúkt tað ímóti før­oy­ ing­um. Bogi Andreasen heldur, at vit skulu ikki gera okkum inn á Sea Shepherd á nakran hátt. Tvørturímóti tekur hann undir við teimum sum halda, at føroyingar áttu at far­ið í hernað fyri at bjarga grinda­ hval­i­num ­undan all­ari dálk­ ing­ini, sum er við at for­koma hon­um. Býráðslimur í Havn hýsir Sea Shepherd hús Men heldur pol­ itiska órógvið fram, so verður ein nýggj støða, sig­ur løgmaður – Tingbólkur og lands­stýr­ is­fólk hjá Sam­bands­flokk­ i­num hava í dag hildið ein inn­an­hýs­is fund, har løg­ mað­ur greiddi frá grund­ar­ lag­num fyri sínari støð­u­tak­ an í mál­inum viðvíkjandi lands­stýr­is­mann­i­num í fíggj­ar­málum. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi beint áðrenn blaðið fór til prentingar Í tíðindaskrivinum sigur løg­mað­ur, at tingbólkurin tók frá­greiðingina hjá for­ manni sínum til eft­ir­tekt­ ar. – Tó vórðu ikki øll samd um avgerðina, men tóku hana til eftirtektar, sigur hann. – Tað er ongin ivi um eftir fundin í dag, at ein samd­ur tingbólkur og lands­stýr­ismanning gev­ur for­mann­inum í Sam­bands­ flokk­i­num sín fulla stuðul og á­lit, sigur Kaj Leo Holm Jo­hann­esen og leggur aft­ ur­at­: – Løgmaður fer, sum áð­ ur fráboðað, at fylgja pol­ it­isku gongdini neyvt og vónar at fáa politiskan ar­ beiðs­frið, soleiðis at politisk mál í framtíðini í størri mun verða sett framum per­sóns­ mál. – Um tað framhaldandi verð­ur ov nógv politiskt ó­rógv, sum forðar fyri pol­ i­tiska arbeiðinum, so fyri­ ligg­ur ein nýggj støða. Tingbólkurin stuðlar nú Kaj Leo Tvinnir eru kostirnir – hvørgin teirra mjúkur... Fyrst varð Edmund koyrdur frá, so fall Lisbeth, og nú ridlar undir Kaj Leo