Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 112 - 16. juni 2004 Nr. 112 - 16. juni 2004 7 Summarstevnurnar eru tann stóra inn- tøkukeldan hjá ítrótt- arfeløgunum á staðn- um, har stevna verður hildin. Sundalags- stevnan, sum Hval- víkar Sóknar Róðrar- felag í ár skipar fyri, er einki undantak SUMMARSTEVNA Edvard Joensen Hvalvík: Summarstevnurnar skapa hugna og vekja serligar kenslur í fólki. Men tær eru eisini í fleiri førum fíggjar- liga grundarlagið undir teimum feløgum, sum skipa fyri teimum. Sundalagsstevnan verður í ár hildin í Hvalvík, og er tað Hvalvíkar Sóknar Róðrarfelag, sum skipar fyri sjálvari stevnuni. Tað skilst á Marjuni Fríðálvsdóttir, sum er for- maður i Róðrarfelagnum, at tiltøkini, sum skipað verður fyri, eisini í rímiliga stóran mun eru slík, sum væntandi skulu geva inntøku til felagið. Høvuðstiltakið á Sunda- lagsstevnuni er FM kapp- róðurin, ið sum vanligt verður leygardagin klokkan 15.00. Men so eru tað onnur til- tøk, sum stevnubingo, dansur, tivoli og neytalorta- kapping, ið beinleiðis eru ætlað at geva inntøku til felagið, sum mynda stevnu- skránna. Men eisini mentanartil- tøk, kirkjugongd og sunnu- dagsskúli eru við í almennu skránni fyri Sundalags- stevnuna. Hølisviðurskiftitni í so lítlari bygd sum Hvalvík avmarkað av sær sjálvum tiltøkini, sum havast kunnu, sigur Marjun Fríðálvsdótt- ir, formaður í HSR, sum róðarafelagið verður nevnt. Almenna srtevnuskráin byrjar hóskvøldið við stór- um stevnubingo í Hvalvík, og heldur so fram til út á sunnudagin. Róðrarfelagið hevur fingið til vega eitt sórt stevnutjald, sum verður sett upp í skúlagarðinum, og har verða so tiltøk sum dansur og annað undirhald, sigur Marjun Fríðálvsdóttir. Fríggjakvøldið verða til- tøkini meira beinleiðis ætl- að teimum ungu, sigur hon. Leygarkvøldið sleppa børn- ini upp í part, tá Trøllapætur kemur at vitja. Og seinni fara Tvøramenn at spæla til dans fyri tí tilkomna ættar- liðnum, sigur hon. Leygardagin verður eitt umfar í Grand Prix renn- ingini fyri bæði vaksin og børn runnið í Hvalvík Hóast sjálvur fótbólts- vøllurin er liðugur, verður eingin fótbóltur í Streym- nesi kortini. Stevnudystir- nir, har undir landskapp- ingardystir hjá EB-Streymi, verða tí eisini á Sunda- lagsstevnuni leiktir norðuri á Eiði. Seinnapartin sunnudagin verður kappsigling við segl- um á Hvalvíkini. Bátarnir, sum luttaka, møta í báta- hylinum klokkan 15.00, sig- ur formaðurin í HSR. Klokkan 16.00 sunnu- dagin verður byrjað við ponyríðing og tivoli í skúla- garðinum. Tá verður eisini sangløta á skúlaloftinum, har skúla- børnini fara at føra fram ymiskt, tey hava vant, bæði við sangi og tónleiki. Til skemtunar verður eis- ini skipað fyri togtogan mil- lum streymnesmenn og hvalvíkingar. Togast verður tvørtur um ánna niðanvert brúnna við skúlan. Og ætl- andi skal haldast á, til annar parturin er farin í ánna. Sunnudagin verður eisini tann afturvendandi neyta- lotakappingin, sum plagar at vera á Sundalagsstevnu í Hvalvík. Sundalagsstevnan verður sett í leygardagin klokkan 14.00 av Heidi Petersen, løgtingskvinnu í Norður- streymoy. Beint aftan á verður so FM kappróðurin. Klokkan 23.00 um kvøldið fara fólk aftur at savnast til felagssang, kór- sang, midnáttarrøðu og fýr- verk. Á hesi midnáttarsam- komuni fer Sundalagskórið at syngja, og Heðin Zach- ariasen, borgarstjóri og løg- tingsmaður, fer at halda midnáttarrøðuna. Sunnudagn á middegi verður guðstænasta í Hvalvíkar Kirkju, har Inga Poulsen Dam, prestur, fer at prædika. Klokkan hálvgum trý verður sunnudagsskúli á vanligum stað, siga tey, sum skipa fyri Sundalags- stevnuni í ár. Neytalortar og bingo Vælkomin á sundalagsstevnu Borgarstjórin í Hval- víkar Kommunu býður øllum væl- komnum á Sunda- lagsstevnu. Hesa seinastu, ið hildin verður í Hvalvíkar Kommunu. Næsta ár verða tvær av trim- um bygdum, sum hýsa Sundalags- stevnuni, í Sunda Kommunu, og tann triðja verður í Havnar Kommunu STEVNA Edvard Joensen Hvalvík: – Vælkomin til Hvalvíkar. Hjartaliga vælkomin á Sundalagsstevnu. Borgarstjórin í Hvalvík- ar Kommunu tekur í móti á kommunuskrivstovuni, sum um nakrar mánar ikki verður kommunuskriv- stova í Hvalvíkar Komm- unu meira. Hetta er seinasta Sunda- lagsstevna, sum hildin verður, meðan Hvalvíkar Kommuna er veruleiki, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Umframt Hvalvík hoyrir eisini Streymnes til kommun- una, eins og Nesvík ger tað. Tað er trivnaður í kommununi, greiðir borg- arstjórin frá. Í dag búgva 407 fólk í Hvalvíkar Kommunu. Tað er tað mesta, sum nakrantíð hev- ur verið skrásett í komm- ununi, sigur hann. Kortini heldur hann tað ikki vera skeiva avgerð at hava tikið at leggja saman við hinum kommununum, sum í felag mynda komm- unusamtakið, ið eftir nýggjár fer at eita Sunda Kommuna. Heðin Zachariasen met- ir ikki, at Hvalvík hevur mist ella fer at missa nakað við hesi samanlegg- ingini. Heldur hinvegin, er hann sannførdur um. Umsitingin verður bí- ligari, vísir hann á, og lættari verður hjá eini kommunu við ferfaldum íbúgvaratali at gera seg galdandi á ymsum økjum, heldur hann. Hvussu gongdin hevur verið í kommunalpolitikki seinnu árini, sigur Heðin Zachariasen, at einki kann undirstrika hesa gongdina sum júst Sundalagsstevn- an. Sundalagsstevnan byrj- aði í sjeytiárunum sum ein bygdarstevna í Hvalvík. Síðan hevur hon ment seg til at gerast ein ítróttar- stevna við FM kappróðri, sum hildin verður á skift í trimum bygdum. Og hes- ar tríggjar eru nú allar farnar frá at vera sjálv- støðugar komunur til at vera lagdar saman í og við størri eindir. Hvalvík og Hósvík ganga saman við øðrum saman í Sunda Kommunu, og Kollafjørð- ur er farin upp í Havnar Kommunu, vísir hann á. Tað er tó hóast alt við eitt sindur av sorgblídni, at seinasti borgarstjórin í Hvalvíkar Kommunu býð- ur øllum gestum, høgum sum lágum, at vera hjarta- liga vælkomin á Sunda- lagsstevnu í Hvalvík og Streymnesi 2004. Heðin Zachariasen verður tann seinasti borgarstjórin í Hvalvíkar Kommunu. Tá nýtt bygdarráð tekur við á nýggjárinum, er tað samanssett av fóki úr fleiri bygdum, sum allar eru partur av Sunda Kommunu Mynd: Álvur Haraldsen Avtaka kommunu í menning Hvalvíkar Kommuna er ein kommuna í menning. Kortini verður hon tikin av á nýggjárinum. Men tann avtøkan fer helst at vera við til at menna økið upp aft- ur meira, heldur seinasti borgar- stjórin í Hvalvík KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Hvalvík: Tað sprettur og grør í Hvalvíkar Kommunu. Fólkatalið er vaksandi. Bygt er og verður til bæði tann yngra og eldra endan. Og eisini til tey í miðjuni er nógv byggilendi klárt, og fleiri hús eru ávegis. Góð gróðrarlíkindi eru fyri felagslívinum, sum hoyrir frítíðini til, so her sær út til at vera eitt livi- ligt stað. Og kortini verður Hval- víkar Kommuna ikki at finna á kortinum um eitt gott hálvt ár. Fólk í Hvalvíkar Kommunu hava arbeiði, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri. Hóast tað hoyrist um ábendingar til lækkandi konjunktur í samfelagnum, er hetta ikki nakað, fólk í Hvalvíkar Kommunu merkja, sigur hann. Fyri tann, sum feðrast gjøgnum bygdirnar, ella fyri tað mesta uttan fyri tær, kann tykjast, sum her er reiðiliga deytt, tá hugs- að verður um arbeiðspláss. Og tað er í grudnini ikki einki um tað, tí tað trad- itionella flakavirkið, sum er lívæðrin í so mongum føroyskum bygdum, er ikki í Hvalvík. Hinvegin er stóra snið- húsavirkið Norðsetur í Hvalvík. Eisini er fóður- goymslan hjá Skretting á havnarlagnum, eins og OK Heilsøla, sum kanska er tann, sum í løtuni er tann leiðandi gravimaskinsølan í landinum, á havnarlagn- um í Hvalvík, vísir Heðin Zachariasen á. Men hann ásannar, at meginparturin av fólk- inum í Hvalvík og Streym- nesi kortini fer aðrastðani at arbeiða um daganrnar. – Kanska er júst tað tann stóra styrkin hjá okkum, heldur hann. Fólk eru ikki, sum so mangastaðni, mið- savnað á einum arbeiðs- plássi, men spjadd víða. Kemur so hóttafall á, merkist tað ikki so ógv- usligt, sum tað ger, har kanska eini 60-70 prosent av arbeiðsmegini í bygdini verður rakt samstundis, sigur hann. Hvalvík liggur væl fyri geografiskt, og tað er ein grund til, at fólk velja at seta búgv her, sigur Heðin Zacariasen. Eisini fólk, sum annars ikki hava til- knýti til bygdirnar. Men eina aðra ógvuliga týðandi orsøk heldur hann vera góðu møguleikarnar fyri barnaansing í komm- ununi. Hvalvíkar Kommuna hevur spildurnýgjan dag- stovn, sum hýsir bæði vøggustovu- og barna- garðsbørnum, eins og frí- tíðarskúli eisini er í Hval- vík. Bíðilisti er eingin og tað ger uttan iva, at ungfólk velja at búseta seg her, sigur borgarstjórin. Tí ein sannroynd er, at tá fólk spyrja eftir grundstykkjum, spyrja tey eisini í sama andadrátti eftir barna- ansingarmøguleikum. – Vit kunnu siga teim- um, at teir eru góðir her hjá okkum, og millum annað tí velja tey at seta seg niður her. Byggiøkið er gott og, 28 grundstykki er gjørd klár í Streymnesi. Í Hvalvík eru harumframt umleið 10 stykki tøk. Tað standa seks hús í gerð í kommununi, og heili 14 stykki eru seld. Fleiri eru eisini útgrivin. Hvalvíkar skúli er frá 1962. Hann lýkur ikki øll tey krøv, nýggja skúlalóg- in ásetir, so har skulu ábøt- ur gerast, sigur borgar- stjórin. Í dag ganga 49 næming- ar í barnaskúlanum í Hval- vík. Lærararnir eru fimm í tali. Tá børnini fara í fram- haldsdeildina fara tey i Fel- agsskúlan á Oyrarbakka. Og tá so fólk eru komin í ovara endan á stiganum, verður eisini pláss fyri teimum í Hvalvíkar Kommunu. Kommunurnar hava tik- ið seg saman um at byggja eitt ellisheim í Streymnesi. Talan verður um eitt heim við plíssi til 32 bú- fólk, sum væntandi fer at kosta einar 37 miliónir krónur, sigur Heðin Zach- ariasen. Av hesum kostnaði ber landið tær16 miliónirnar, og so skulu kommunurnar sjálvar klára restina. Eftir ætlan skal ellis- heimið í Norðurstreymoy standa klárt í mei 2006, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Hvalvíkar Kommuna hevur góðar ansingarumstøður til yngra ættarliðið. Eingin bíðilisti er, og tað er eisini við til at fáa fólk at flyta til Hvalvíkar, sigur borgarstjórin Mynd. Álvur Haraldsen Tann ivaleyst størsti fótbóltsvøllurin í landinum í dag er júst liðugur í Streymnesi. Men enn verður landskappingin spæld á Eiði, tískiftingarrúm mangla í Streymnesi FRÍTÍÐ Edvard Joensen Streymnes: Hóas teir kláraðu at fáa sjálvan graslíkisvøllin í Streymnesi lidnan til Sundalagsstevnuna, verður eingin stevnudystur spæld- ur har kortini. Reglurnar eru strangar, og av tí, at næsta hús við líkinda skiftingarmøguleik- um er Felagsskúlin á Oyr- arbakka, verður eingin fót- bóltur á vøllinum í Streym- nesi. So einføld eru boðini. Hvalvíkar Kommuna hevur júst fingið lagt gras- líki, sum er til víddar sum eitt gott hálvt kúfóður, á fótbóltsvølin innan fyri innastu húsini í Streymnesi. Sjálvur vøllurin er 7.668 fermetrar til víddar. Tað er 120 ferðir 71 metrar til longdar og breiddar, og við økinum rundan um er saml- aða víddin 8.520 fermetrar. Vøllurin kostar higartil einar tvær milliónir krónur, sum kommunan hevur goldið. Tað næsta, sum nú liggur fyri í hesum sambandi er at fáa bygt eitt góðkent hús við fótbóltsvøllin, so hann eisini kann brúkast til landskappingar. Tað verður sum vera man mest hugsað um felags fót- bóltsliðið EB-Streym í hesum sambandi. Men allur ítóttur, sum knýttur er at Hvalvík og Streymnesi, er ikki fót- bóltur kortini. Ítróttarfelagið Streymur er eisini kent fyri annað enn fótbólt. Serliga hava tey gjørt seg galdandi á høgum støði í borðtennis- kappingunum bæði her á landi og eisini við umboð- um uttanlands, eitt nú á Oyggjaleikum. Og stoltleiki teirra her á víkini man uttan iva vera Róðrarfelagið, sum við sínum bátum, serliga Hvessingi, hevur vunnið nógvar sigrar til bygdirnar. Hálvt kúfóður undir plastikki Marjun Fríðálvsdóttir er for- maður í Hvalvíkar Sóknar Róðrarfelag, sum er høvuðs- fyrireikari av Sundalags- stevnuni, sum hildin verður í Hvalvík um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Nýggjasti og helst størsti fótbóltsvøllurin í landinum er tann í Streymnesi. Hann kann kortini ikki nýtast til kappingar sum er, tí einki góðkent skiftingarrúm er við vøllin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6