hósdagur 12. juni 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Námsfrøðingur
til Barnahúsið Margit
www.margit.fo
N. Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík I Føroyar I Tel. 410000 I Fax 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik .fo
Barnahúsið Margit søkir eftir einum náms-
frøðingi at byrja 11. august 2014
Starvstíðin er 30 tímar um vikuna
Starvsstaður: Barnahúsið Margit.
Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur.
Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðs stovur,
eina serstovu og útibarnagarðin Fjallafípan. Stovn-
urin er normeraður til 106 børn.
Vit vænta, at umsøkjarin:
• arbeiðir inkluderandi
• er opin, erligur og fyrikomandi
• leggur seg eftir at geva barninum ein innihalds -
ríkan gerandisdag
• sær avbjóðingar og møguleikar fram um mørk
• ynskir at menna seg námsfrøðiliga og at vera
við til at mynda stovnin
• hugsar tilvitað um menning fyri tað einstaka
barnið
• er týðiligur í samskifti og leggur dent á gott sam -
starv
• ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið
sett eru fyri stovnin
Les meira um okkum á:
www.margit.fo
Setanaðarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya (KAF).
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon
284530 ella umvegis teldupost: margit@klaksvik.fo.
Umsókn:
Umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum,
cv o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi
3. juli 2014.
Barnahúsið Margit
Traðargøta 31
FO-700 Klaksvík
Tel. 284530
T-postur: margit@klaksvik.fo