mikudagur 16. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 112 - 16. juni 2004
Nr. 112 - 16. juni 2004
9
Guttesen og Stakksberg:
Hetta er ein gomul ætlan
Ónøgd við byggiloyvi í Hoyvíkshaganum
– Høvdu eigararnir í
Torkilsgøtu farið om-
an á býráði, so høvdu
teir sæð tekningarnar
av byggiætlanunum.
Vit hava havt hetta
stykki síðani 1989, og
ætlanin hevur so at
siga verið tann sama
allatíðina. Tað sigur
Eyðfinn Guttesen frá
Guttesen og Stakks-
berg, ið eigur økið í
Maritugøtu. Teir gera
jørð og betong ar-
beiði, og eru nú farnir
undir at byggja rað-
hús í tveimum hædd-
um, beint framman-
fyri húsini í Torkil-
gøtu
HÚSABYGGING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin
– Vit hava gjørt onkra smá-
broyting í mun til upp-
runaligu ætlanina, m.a. var
ætlanin at hava eitt parker-
ingspláss, men tann ætlanin
er nú slept. Annars er ætl-
anin júst tann sama, sum
bleiv samtykt í 1989. Vit
áttu hetta styki langt áðrenn
Høgni Mikkelsen, sum
bygdi húsini í Torkilsgøtu,
keypti økið har uppi. At
eigararnir ikki eru kunnað
um ætlaninar er kanska
harmiligt, men tey kundu
altíð farið oman á býráði at
spurt sjálvi. Ætlaninar hava
ligið har niðri líka síðan 89,
sigur Eyðfinn Guttesen.
Hann heldur víðari, at um
tú ynskir at búgva í býnum,
so kanst tú ikki vænta tær
nakað útsýni.
– Tey vistu øll, at her lá
eitt stórt stykki niðanfyri,
sum okkurt allarhelst fór at
verða bygt á, fyrr ella
seinni, sigur hann.
Hann greiðir frá, at
Guttesen og Stakksund
hava hildið seg innan fyri
byggisamtyktina, og hava
einki ólógligt gjørt.
– Vit søktu um byggi-
loyvi og fingu játtandi svar.
Tí kann býráðið ikki bara
soleiðis uttan víðari broyta
samtyktina, greiður Eyð-
finn frá.
Tey í Torkilsgøtu skulu tí
ikki vænta sær nakað av
mótmælisskrivinum.
Bý-
ráðið hevur heilt einfalt ikki
heimild til, at taka loyvið
aftur nú, sigur Eyðfinn
Guttesen. Hann vil tó ikki
gera viðmerkingar til, hvørt
tað er dupult av býráðnum
at nokta teimum reising
uppá 45 stig, tá Guttesen og
Stakksund kunnu byggja
við tveimum hæddum.
– Hatta veit eg einki um.
Eg veit bara, at eg havi
fingið loyvi til tað arbeiðið,
sum vit gera nú, og tað hava
vit havt síðani 1989. Hvørj-
ar aðrar síður eru í málin-
um, sum tey í Torkilsgøtu
eru ónøgd um, veit eg ikki,
sigur hann at enda.
Tey, ið hava keypt sær
eittplans raðhús í
Torkilsgøtu í Hoyvíks-
haganum, eru í hesum
døgum sera ónøgd við
byggiætlaninar hjá
býráðnum. Tey fara
nevniliga í næstum at
fáa nýggjar grannar, at
kalla beint uttanfyri
vindeygað. Beint nið-
anfyri eittplans rað-
húsini, í Maritugøtu,
eru nú reistir múrar
til eitt nýtt raðhús, ið
skal hava tvær fullar
hæddir
HÚSABYGGING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í Hoyvíkshaganum vórðu
fyrst raðhúsini í Jørundar-
gøtu reist. Síðani vórðu
raðhúsini í Torkilsgøtu
bygd, tó ikki sum uppruna-
liga ætlað. Fyri ikki at taka
nakað av útsýninum frá
húsunum í Jørundargøtu,
sum tó standa væl hægri,
varð ikki givið loyvi at
byggja húsini við eini
reising á 45 stig, sum ætlað.
Reisingin skuldi lækkast til
28 stig.
Nú er triðja byggistig
farið í gongd í Hoyvíkshag-
anum. Talan er um eini
nýggj raðhús, í Maritugøtu.
Hesi húsini verða í tveim-
um fullum hæddum, og
koma at standa ógvuliga
nær lágu húsunum í Tork-
ilsgøtu. Íbúgvarnir í Tork-
ilsgøtu eru sera ónøgdir við
ætlaninar, og kanska serliga
við framferðarháttin hjá
býráðnum, sum tykist vera
púra burturvið.
Stór ónøgd
Marian á Borg og Dan
Kjelnæs eru tvey av mongu
ónøgdu húsaeigarunum í
Hoyvíkshaganum.
– Eg haldi tað vera løgið,
at loyvið verður givið at
byggja
eigaraíbúðir
í
tveimum hæddum so kloss
upp at okkara eittplans-
húsum. Tey koma at síggja
beint niður í okkara stovu,
og vit koma ikki at síggja
nakað sum helst. Høvdu
hesi nýggju húsini av illum
verið eittplanshús eisini,
men tey verða í tveimum
fullum hæddum. Tað fer at
myrkja ótrúliga nógv um
inni hjá okkum, sigur Mari-
an á Borg, sum í næstum
fer at fáa nýggjar grannar
tætt uttanfyri stovuvind-
eygað. Hon undrast á, at
teirra hús ikki fingu loyvi
at hava eina reising á 45
stig, tá ið loyvi verður givið
at byggja so høgt beint
frammanfyri.
Dan Kjelnæs, ið eisini er
húsaeigari í Torkilsgøtu
heldur við Marian.
Tað tykist ótrúliga ólog-
iskt at byggja øll húsini her
uppi í einum ávísum lágum
stíli, og so byggja tey nið-
astu húsini í tveimum full-
um hæddum. Vit koma at
fáa ein veldigan kassa beint
frammanfyri vindeyguni,
men vit sluppu ikki at hava
eina hægri reising. Hetta
tykist sum tað reina idioti,
sigur hann.
Eingin kunning
Men tað, sum nervar Mari-
an og Dan mest av øllum,
er, at tey einki hava hoyrt
um
byggiætlaninar
frá
býráðnum.
– Vit vórðu ikki kunnað á
nakran hátt. Eg haldi, at tað
skuldi verið tað minsta, at
vit fingu kunning um hetta.
Vit vistu ikki av, fyrr enn
hesir stóru múrarnir vórðu
reistir beint frammanfyri
stovuvindeyguni. Longur
niðri eru eisini raðhús av
hesum slagnum bygd, og
tey tóku eisini nógv av okk-
ara útsýni. Men tað ger
minni, tí tey eru so langt
burtur. Men so hava teir
bygt tættari og tættari, og nú
hava vit teir beint uttanfyri.
Tað minsta býráðið kundi
gjørt, var at kunna okkum
um hetta, heldur Marian.
Hon greiðir frá, at tá ein í
Torkilsgøtu ætlaði at byggja
sær ein kvist á húsini, varð
tað málið lagt út til granna-
hoyringar. Øll í Torkilsgøtu
skuldu skriva undir uppá, at
tey góðtóku hesa bygging-
ina, hóast hon als ikki kom
at verða nakar bági. Tí tyk-
ist tað serliga løgið, at
Guttesen og Stakksberg,
sum eru farnir undir at
byggja høgu blokkarnar í
Maritugøtu, skulu hava
fingið loyvi, uttan so mikið
sum at kunna nábúgvarnar í
Torkilsgøtu um tað.
– Hetta er ræðuliga keði-
ligt, og vit eru øll líka
ónøgd við einki at hava
frætt. Hetta vísir bara
hvussu lítið man hevur at
siga, tá man keypir eitt rað-
hús, sigur Marian. Eg havi
tosað við eigarafelagið her
uppi, og eg havi skilt á
lagnum, at ein klaga verður
borin oman á býráðið í
næstum. Tað er fyri neyð-
ini, tí eg haldi ikki, at teir
skulu sleppa óátalaðir í hes-
um málinum. Hetta tykist
sera dupultmoralst, at so
stórur munur skal verða
gjørdur á byggiloyvunum á
so tøttum grundøkjum uppá
so stutta tíð. Hetta kann als
ikki
góðtakast,
heldur
Marian. – Eg vóni, at teir
eisini innsíggja tað niðri á
býráðnum. Mín dreymur er,
at
byggiloyvið
verður
broytt, so húsini framman-
fyri
verða
eittplanshús
ístaðin, sigur hon.
Dan og Marian eru bæði
ivasom, tá tey verða spurd
hvørt tey høvd keypt hús-
ini, um tey vistu, at tað fór
at verða bygt í tveimum
hæddum so tætt uppat
teirra stykki.
– Tað er ringt at svara
uppá, men so høvdu vit
kanska umhugsað tað eitt
sindur longri. Tað, sum tó
fellur okkum tyngst, er, at
tað verður so stórur munur
gjørdur á byggiloyvunum
hjá grannum. Og at so lítið
verður gjørt við at kunna
fólk um, hvat fyriferst á
økinum rundanum húsini.
Eingin
viðmerking
frá
býráðnum
Sosialurin hevur roynt
at fingið viðmerking frá
býráðnum, men hetta
hevur ikki borið til.
Michael Viderø, býar-
arkitektur, hevur ikki
verið tøkur vegna fund-
arvirksemi og Heðin
Mortensen, formaður í
býar- og bygginevndini
hevur ikki verið at hitt.
Sum skilst, fer Eigara-
felagið í Torkilsgøtu at
bera eina klagu um
byggingina í Maritugøtu
oman í býráði í dag.
eys
Beint niðanfyri eittplans
raðhúsini á Torkilsgøtu 12-
24 verða nú nýggj raðhús
bygd í tveimum fullum
hæddum. Húsaeigararnir í
Torkilsgøtu eru sera ónøgdir
við hetta og við handfar-
ingina av av málinum
Kelda: www.kortal.fo
Enn eru bert múrarnir reistir, men tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn húsaeigararnir í
Torkilsgøtu fáa nýggjar grannar, sum síggja inn í stovur teirra
Mynd: Jens Kristian Vang
Nøkur fólk hava vent
sær til løgregluna í
Runavík í sambandi
við neyðtøkuna av
eini 18 ára gamlari
gentu sunnunáttina.
Eisini eigarin av
einum silvurgráum
bili hevur vent sær til
løgregluna
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Enn eru ikki so nógvir upp-
lýsingar at heinta frá løg-
regluni um hetta málið. Og
tað letur til, at tað eru fleiri
orsøkir til tess.
Fyri tað fyrsta eru tað
ikki so øgiliga mong, sum
hava vent sær til løgregluna
hesum viðvíkjandi. Og fyri
tað næsta vil løgreglan vísa
serlig fyrilit fyri gentuni,
sum má sigast at vera stak
illa fyri eftir hesa skelkandi
hendingina á eystanstevnu.
Men Per Skov Christensen
sigur tó, at tað eru nøkur,
sum hava boðað løgregluni
frá, at tey kenna persónar,
sum svara til lýsingina av
gerningsmanninum. Hesar
fráboðaninar
skulu
nú
kannast, og løgreglan fer at
seta seg í samband við
persónarnar fyri at tosa við
teir.
– Vit hava fingið fráboð-
anir frá fólki, sum siga seg
kenna persónar, sum líkjast
ella minna um lýsingina,
men tað er jú alt so óvist, so
tað skal kannast, sigur Per
Skov Christensen.
Eisini eigarin av einum
silvurgráum persónlbili er
komin fram, men enn er
ikki staðfest hvørjir per-
sónar vóru við í bilinum.
Løgreglan er eisini farin
at umhugsa tann møgu-
leikan, at persónbilurin
mest sum av tilvild hevur
minkað um ferðina júst har
og í veruleikanum hava
persónarnir kanska ikki
hugsað um, hvat fyrifórst
við Statoilstøðina. Men enn
eru hetta bert gitingar, og
sum tað letur til, so hevur
løgreglan enn ikki nøkur
ítøkilig spor at ganga eftir.
Kanningar
Løgreglan arbeiðir fram-
vegis við at kanna málið.
Nógvar kanningar hava
verið gjørdar á staðnum, og
klæðini, sum gentan var í
skulu eisini kannast.
– Eg fái ikki sagt so nógv
sum nú er. Bæði tí at helst
skulu vit ikki avdúka alt í
fjølmiðlunum og eisini tí, at
gentan er stak illa fyri, og tí
kann hetta ávirka hana sera
nógv,
sigur
Per
Skov
Christensen, sum tó væntar,
at málið verður yvirtikið av
kriminaldeildini.
Hetta váttar leiðarin á
kriminaldeildini, Bergleif
Brimvík. Hann sigur, at
deildin er komin inn í
myndina, og fer hon at av-
hoyra gentuna aftur.
Eisini skulu aðrar kann-
ingar gerast, sigur hann.
Bergleif eins og Per er sera
varin við at siga nakað, tí
fyrilit skulu vísast fyri
ofrinum.
Almenningurin til
hjálpar
Tað kann ikki sigast at vera
ofta, at slíkar eftirlýsingar
verða sendar út frá før-
oysku løgregluni.
Bergleif Brimvík sigur, at
so er, men tað verður um-
hugsað í hvørjari einstakari
sak, um eftirlýsingar skulu
sendast út ella ikki.
– Í hesum førinum var
tað mett at vera av stórum
týdningi fyri uppkláringina
av sakini, at fáa hjálp frá
møguligum vitnum. Tá ikki
so nógvir ítøkiligir upplýs-
ingar eru um gernings-
mannin, og ein bilur er
sæddur koyra framvið, so
er tað upplagt at royna at
fáa upplýsingar tann vegin,
sigur leiðarin á kriminal-
deildini.
Løgreglan fer sum sagt at
avhoyra gentuna umaftur
og onnur, sum møguliga
vita eitthvørt um hendan
tilburðin.
– Tað skulu nágreiniligar
avhoyringar til, men tá tað
er sagt, so er tað sanniliga
eisini okkara skylda at
verja ofrið, sigur Bergleif
Brimvík, leiðari á krim-
inaldeildini hjá løgregluni.
Kokkurin á Pizzaria
Napoli í Klaksvík,
Niels Aage Bjerre, ella
betur kendur sum
Pizza Aage noktar at
gera mat til týsk og
fronsk ferðafólk.
Hetta kemst av støð-
uni hjá stjórnunum í
báðum londunum til
kríggið í Irak
BOYKOTTING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Um týsk ella fronsk ferða-
fólk leggja sær leiðina inn á
Pizzaria Napoli, skulu tey
ikki vænta at fáa nakað at
eta, um tað er Pizza Aage,
sum skal gera matin. Hann
tekur undir við støðuni hjá
USA
viðvíkjandi
Irak
krígnum, og av tí, at
franska og týska stjórnin
ikki gera tað, so vil hann
heldur ikki matgera fyri
teirra veljarum.
– Týskland hevur veittrað
farvæl til ein gyltan møgu-
leika fyri at sleppa sær úr
skugganum frá nazitíðini
við at taka undir við USA í
Irak støðuni. Og tí nokti eg
at gera mat til týskarar og
fransmenn, sum jú eru teir,
ið hava valt stjórnarlimir-
nar, sigur Pizza Aage púra
avgjørdur á málinum.
Hann heldur ikki, at tað
er nakað sum helst løgið
við støðu hansara til hetta
málið, og lýsir tað sum eitt
prinsipp, sum hann heldur
fast við. Og samstundis
leggur hann dent á, at hann
greiðir bara ferðafólkunum
frá sínari støðu. Hesi skilja
hann væl, og tað hevur ikki
verið nakar stórvegis trup-
ulleiki av tí, sambært Pizza
Aage.
Men spurdur, um hann
veruliga sendir fólk útaftur
úr Pizzarianum svong, svar-
ar Pizza Aage bara, at tað
finnast
onnur
støð
í
Klaksvík, har tey kunnu eta.
Virðing í revsingini
Í fjør átti sami Pizza Aage
eitt pizzaria á Fanø í Dan-
mark. Har var sama prin-
sipp galdandi, og hann
noktaði at gera mat til týsk
og fronsk ferðafólk. Hetta
endaði við, at hann var
meldaður og ákærdur sam-
bært rasudiskriminatións-
lógini í Danmark. Dómur
varð feldur yvir hann, og
hann skal sita átta dagar í
fongsul fyri hetta lógarbrot.
– Eg havi fingið at vita,
at eg skal inn at sita eina-
ferð í 2005, so tað bíði eg
bara eftir. Eg umhugsaði at
kæra
dómin
inn
fyri
Hægstarætti, men eg helt,
at tað var størri virðing í at
fara inn at sita heldur, so
tað fari eg, sigur hann. Og
tað er ikki eitt gran av
skemti í hansara rødd, so
ongin ivi er um, at maðurin
meinar tað, sum hann sigur.
Men
hinvegin
heldur
fryntiligi pizzamaðurin tað
vera kostligt, at hann varð
dømdur eftir rasudiskrim-
inatiónslógini, tí sjálvur
heldur hann, at rasur koma
bert
undir
húðalit
og
religión. Tað hevur onki at
gera við politiskar ósemjur.
So tí flennir hann bara at.
Og nú arbeiðir hann so í
Klaksvík, har enn fram-
vegis stendur við sítt prin-
sipp um, at týskarar og
fransmenn ikki fáa mat frá
honum.
Ikki føroyingar
Tá Aage verður gjørdur
varugur við, at Føroya
Løgting samtykti í mars
mánaði í fjør eitt mótmæli í
móti Irak krígnum, sigur
hann, at Føroyar eru eitt av
teimum smáu londunum.
– Mín boykotting fevnir
bert
um Týskland
og
Frankaríki, tí at tey eru tvey
stór limalond í ST, og tey
hava stóra ávirkan á onnur
lond sum til dømis Belgia
og Russland. Tey hava
eisini sagt nei, men tey
boykotti eg ikki fyri tað. Og
sum sagt er tað serliga
Týskland, sum eg haldi
hevur gjørt ein brølara her,
tí tey tóku ikki av einum
gyltum møguleika til at
bøta um teirra keðiliga
umdømi í fortíðini. Men
føroyingar skulu verða
hjartaliga vælkomnir higar,
og eg havi ongar trupulleik-
ar við at gera mat til teirra,
slær Pizza Aage fast.
Ikki góðtikið
Eigarin av Pizzaria Napoli
hevur sambært heimasíðuni
hjá Norðlýsinum onga við-
merking til hetta. Men tað
hevur leiðarin á norðoya
kunningarstovu, Christian
Olsen har afturímóti. Hann
sigur, at tað at ein danskur
kokkur við rasistiskum
tendensum vísir ferðafólki í
norðoyggjum durðafjórð-
ingin er sera óheppið fyri
allar norðoyggjar.
– Tá vit sum kunningar-
stova hava faldara frá mat-
støðum í býnum og geva
teir víðari til ferðafólk,
vænta vit, at tey sum geva
okkum faldararnar, eisini
geva ferðafólkunum góða
viðferð. At kokkurin hjá
Pizzaria
Napoli
hevur
rasistiskar tendensir rakar
ikki hann, men allar norð-
oyggjar. Tað verða vit sum
standa eftir við Svartaperi,
og tað kann eg als ikki góð-
taka. Hetta havi eg eisini
gjørt greitt fyri eigaranum
av Napoli, og um hann ikki
fær skil á sína fyritøku,
verður faldarin hjá teimum
ikki longur á skránni hjá
okkum, sigur Christian Ol-
sen við heimasíðuna hjá
Norðlýsinum.
Neyðtøka í Runavík:
Kanningarnar halda fram
Løgreglan kannar framvegis
málið um neyðtøkuna av
einari 18 ára gamlari gentu
á eystanstevnu seinasta
vikuskiftið. Tilburðurin fór
fram við Statoilstøðina í
Runavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Svong ferðafólk í Klaksvík
Danin Pizza Aage noktar at matgera fyri týskum og fronskum
ferðafólkum, tí at stjórnirnar í hesum báðum londunum ikki
taka undir við Irak krígnum
Mynd: SáH
C
M
Y
K
9
8