hósdagur 12. juni 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: meisterbrau.com
Onkuntíð halda tey sonevndar konsenusráðstevnur í øðrum londum. Nøkur av
týdningarmestu spurningunum í samfelagnum verða viðgjørdir, ein hópur av
serfrøðingur og eins nógv vanlig fólk skifta orð um hesar spurningar í nakrar
dagar, og so skulu øll finna fram til eina semju, ein konsensus um júst tann
spurningin. Nevnast kunnu evni sum umhvørvið, brótskrabbi og heimloysi.
Ofta havi eg hugsað, at vit skulu hildu ein konsensusráðstevnu um mentanar
lívið í Føroyum. Eg eri um at sálast, tí eg í heilum er mitt í einum endaleysum
kjaki um listastuðul, tá lógaruppskot, sum eg havi óteljandi ferðir aftur vera løgd
fyri tingið, tá eg síggi somu spurningar stinga seg upp umaftur og umaftur, tá eg
stúri fyri overviðkvæmi av øllum endutøkunum. Tá alt melur í ring og ikki flytur
seg av fetanum.
Tá tykist tað snilt! Lat okkum senda nøkur fólk inn í eitt rúm og ikki sleppa
teimum útaftur, fyrr tey eru komin til onkra semju. Lat okkum finna konsensus.
So hava vit okkurt at vera felags um, og sleppa vit undan vónleysu orðaskift
unum, sum bara eru endurtøkur. Tá høvdu vit tikið eitt fet framá.
Men sjálvt um orðaskiftið tykist gamal og kent, og ringt kann verða at
fáa eyga á broytingar, so haldi eg kortini, at broytingar eru og fleiri enn tær
høvdu komið eftir eina konsensusráðstevnu. Eg haldi yvirhøvur ikki, at tann
pragmatiski máti at loysa knútar, sjálvt um hann kann vera snildur, tænir
mentanarlívinum. Júst ósemja og vantandi konsensus, er partur av orkuni í
mentanarlívinum og endaleysa orðaskiftið er ein íbygdur eginleiki.
Mentanarlívið skal ikki koma til eina loysn, tað skal koma til nógvar loysnir,
sum kunnu broytast, mennast og flyta seg aftur og fram. Mentanarlívið skal ikki
vera einsháttað, ikki at rokna út ella skilvíst, tað skal vera torgreitt, ótillagað og
balstýrið.
Og tað er júst tað, sum mentanarlívið er. Endaleysa orðaskiftið um trupul
leikar við listini og mentanini, sum endurtekur seg sjálvt í heilum, ber ikki boð
um stillstøðu, men um at listin og mentanin eru torgreidd, ótillagað og balstýrin
og harí liggur ein ovurhonds megi í, sum ikki skal temjast við onkrum slagi av
konsensus. Kanska er so galið, at vit eiga at stúra fyri ov breiðum semjum um,
hvar list er, hvussu hon skal stuðlast og stýrast og viðgerast politiskt. Kanska
hevði tað verið tekin um stillstøðu, um vit brádliga loystu allar trupulleikar og
samdust um alt.
Hesum uggi eg meg sjálva við, tá endurtøkurnar í mentanarkjakinum troytta
meg mest. Tí troyttandi er tað, haldi eg, men vónandi eisini týdningarmikið.
ritstjóri
Inger Smærup Sørensen
Oddagrein
Alt kann vendast á høvdið!
Professjonell og provokerandi kabarett í Klaksvík
Vit flyta ikki eftir mentan
Ein góð bók til summarið
Tekstur og myndir: Carl Jóhan Jensen
Heimlandstónar av botninum- og garantar fyri smakloysi í æviga dystinum um hin góða smakin
Barnamentanarsíðan
Bókmentir eru pulsurin í einhvørjari mentan
Markleys list í markleysum heimi - Bjørn Nørgaard í Steinprenti
Hví eru bókmentir partur av lærugreinarrøðini í skúlaverkinum?
4
22
18
16
12
8
10
6
14
20
Samrøða:
Plakat:
Ummæli: