Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2004 15 UTTAN ÚR HEIMI Dýrt í Keypmannahavn Á hvørjum ári ger fyritøkan Mercur Human Resource Consulting eina sammeting av, hvat tað kostar at búgva í nógvum býum ymsastaðni í heiminum. Fyri tveimum árum síðani var Keypmannahavn nummar 62 á listan- um, men júst hesi bæði árini eru viðurskiftini nógv broytt. Í fjør var Keypmannahavn á 15. plássi, og nú er hann nummar 8. Tað merkir millum annað, at tað er dýrari at búgva í Keypmannahavn enn í New York. Tokyo er tann dýrasti býurin at búgva í, og í Evropa er tað London. Tann bíligasti býurin í Evropa er rum- enski høvuðsstaðurin Bukarest, og tann næstbíligasti er Limasol á Kýpros. Heimsins bíligasti býur at búgva í er høvuðsstaðurin í Paraguay, Asunción. Sammetingin ímillum býirnar er grundað á prísin á millum annað bústaði, flutningi, mati, klæðum og undirhaldi. Flýggja undan Mugabe Felagsskapurin hjá teimum menningartarnaðu í syðra parti av Afrika hevur gjørt av at rýma úr Zimbabwe or- sakað av stýrinum hjá forsetanum. Har á leiðini verða tey menningartarnaðu lítið vird, og men í Zimbabwe er serliga ringt, tí har sleppa tey ikki at finnast at teimum umstøðum, sum tey liva undir. – Tann, sum roynir at siga, hvussu tey menningar- tarnaðu her hava tað, verður lagdur undir at finnast at Robert Mugabe, forseta. Tí tora fólk ikki at fýlast á viðurskiftini, sigur aðalskrivarin í felagsskapinum hjá teimum menningartarnaðu í syðra parti av Afrika, Alexander Phiri, við tíðindastovuna AFP. Felagsskapurin hevur nú gjørt av at flyta sína skrivstovu úr Zimbabwe til grannalandið Botswana. Ungfólk royna rúsevni Ein kanning ímillum danskar ungdómar vísir, at nógv teirra hava roynt rúsevni sum hasj og amfetamin. Í kanningini vórðu dreingir og gentur ímillum 16 og 20 ár spurd, um tey høvdu roynt rúsevni. Tað vísti seg, at 44 prosent av dreingjunum svaraðu ja, og tað gjørdu 36 prosent av gentunum eisini. Í einari tilsvarandi kanning fyri trimum árum síðani svaraðu 40 prosent av dreingjunum og 31 prosent av gentunum, at tey høvdu roynt rúsevni. Anne-Amrie Sindballe í heilsustýrinum sigur við Jyllandspostin, at kanningarúrslitið er ørkymlandi, tí tað vísir, at tey seinastu fimtan árini eru tað altsamt fleiri og fleiri danskir ungdómar, sum hava roynt okk- urt rúsevni. Hon fegnast kortini um, at sambært kann- ingini hava tey flestu bara roynt rúsevni, men at tey ikki nýta tað. Ísbjørn doyði í New York Seinasta vikuskiftið noyddust djórapassararnir í Centr- al Park í New York avlíva ta átjan ára gomlu ísbjørnina Lily. Lily hevði krabbamein, og kanningar høvdu víst, at tað bar ikki til at skurðviðgera hana. Sjúkan bleiv stað- fest fyri tveimum mánaðum síðani, og kanningarnar avdúkaðu, at Lily hevði ein krabbameinsvøkstur á maganum, og at sjúkan hevði breitt seg til livrina. Lily kom til New York úr Týsklandi í 1989. Saman við tveimum øðrum ísbjarnum, Gus og Idu, var hon sera væl umtókt ímillum tey mongu, sum komu til Central Park. Nú hon doyði, var hon átjan ára gomul. Ísbjarnir liva vanliga umleið tjúgu ár, sama um tær eru í djóragøðrum ella úti í náttúruni, skrivar AP. Børn í túsundatali svølta Støðan har eysturi í afrikanska landinum Kongo er syndarlig, og tørvur er á nógvari hjálp NEYÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann eystari parturin av Kongo er um at gerast eitt tað ringasta vanlukkuøki í heiminum nakrantíð. Hild- ið verður, at 3,3 milliónir fólk hava tørv á mati og aðrari neyðhjálp. Teirra millum eru nógv túsund børn. Neyðhjálparsamskiparin hjá ST, Jan Egeland, segði á einum fundi við trygdarráð- ið hjá ST mánadagin, at kring heimin hava 10 milli- ónir fólk í 20 londum tørv á hjálp, men at bara tey fægstu fáa ta neyðugu hjálp- ina. Nógv tey flestu av hes- um eru í Kongo, segði hann. Í seinastuni hevur ofta verið tosað um tey neyð- støddu í sudanska lands- partinum Darfur, men sambært Jan Egeland er støðan uppaftur verri har eysturi í Kongo. Kríggj og ófriður hava gjørt, at ST og aðrir hjálparfelagsskapir sleppa ikki at veita teimum neyðstøddu ta neyðugu hjálpina, segði hann. Esbjerg fær hægsta húsið í Danmark Eitt 125 metrar høgt hús skal byggjast við havnarlagið í Esbjerg. Tað verður hægsta húsið í Danmark BYGGING Árni Joensen fartekst@mail.dk Nýggi bygningurin, sum hevur fingið navnið "Dokk- en", skal hýsa einum hot- elli, sum verður í 33 hædd- um, og har verða eisini ein ráðstevnudepil, skrivstovur, handlar og ætlandi eisini eitt savn.. Prísurin er 700 milliónir krónur. Í løtuni verður ar- beitt við at útvega ta neyð- ugu fíggingina, og koma tey viðurskiftini upp á pláss í ár, byrjar sjálvt arbeiðið um ársskiftið. Hetta verður tað størsta byggiarbeiði í Esbjerg nakrantíð. Nógv orðaskifti hevur verið um byggiætlanina, men mánakvøldið samtykti býráðið í Esbjerg at geva ta endaligu tilsøgnina. Nú fáa irakar Saddam Amerikanararnir ætla at lata irakar fáa Sad- dam Hussein og aðrar fyrrverandi irakskar leiðarar IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært forsætisráðharr- anum í iraksku fyribils- stjórnini verður Saddam Hussein latin iraksku myndugleikunum innan fjúrtan dagar. – Um Guð vil, byrja rætt- armálini ímóti Saddam Hus- sein og hinum, so skjótt tað letur seg gera, sigur Alawi við sjónvarpið Al-Jazeera. Amerikonsku myndug- leikarnir hava ikki váttað tíðindini, men ein embæti- smaður segði í gjár, at vilja irakar hava gamla einaræð- isharran, fáa teir hann. Saddam Hussein hevur verið fangi hjá amerikanar- unum, síðani hann varð tik- in tann 13. desember. Roknað verður við, at hann kemur fyri ein serdómstól í Irak. Herfyri samtykti ir- akska stjórnarráðið at seta deyðarevsing aftur í gildi í serligum førum. Tí kann Saddam fáa deyðarevsing, verður hann funnin sekur í at hava forfylgt shiamus- limunum í áttati- og níti- árunum. Hann verður ætl- andi eisini ákærdur fyri krígsbrotsverk í sambandi við álopið á Kuwait. Saddam Hussein verður nú latin irakum 15 14 Nr. 112 - 16. juni 2004 Fríggjadagin var mót- tøka í hølunum hjá P/F Beta í Saltangará í samband við, at Ragnar Olsen hevur tikið við sum stjóri í felagnum eftir pápan, Olaf Olsen. Við stjórastarvinum fylgir eisini starvið sum virkandi reiðari í felagnum STJÓRASKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund Jacobsen Hóast Olaf Olsen nú ikki longur er stjóri í Beta, er hann framvegis virkin á skrivstovu felagsins. Olaf er eisini stjóri í landing- armiðstøðini, Kongshavn, sum Beta eigur allan parta- peningin í. Nevndarfor- maður í landingarmiðstøð- ini er Ragnar Olsen. Tað er eitt ognarfelag, sum eigur allan partapen- ingin í Beta, og hetta ognar- felag er systurfelag til Skipafelag Føroya. Í nevndini í ognarfelagn- um sita Líggjas í Bø, sum er formaður, Hans Andrias Dam og Julianna Klett, sum er advokatur. Tað er nevndin, ið hevur sett Ragnar Olsen sum stjóra í Beta. Meira enn 150 fólk vóru til móttøkuna fríggjadagin, og tey fingu pinnamat, kaffi og juice. Ragnar Olsen sigur seg vera ovfarnan av, at so nógv fólk komu til móttøkuna, sum ikki varð fráboðað fyrr enn dagin fyri. – Eg hevði ikki væntað so nógv fólk. Her vóru vinir og kenningar, umboð fyri vinnuna, keyparar og seljarar, viðskiftafólk og umboð fyri fíggingarstovn- ar. Nýggi stjórin í Beta, sum í fleiri ár starvaðist í Føroya Banka, sigur seg vera ógvu- liga spentan uppá hesa av- bjóðing. – Eg havi verið í starvi hjá felagnum í skjótt tvey ár, men virksemið hjá fel- agnum hevur verið ein part- ur av okkara lívi. Hetta hevur givið mær høvi at fylgt við, og áhugin fyri virkseminum hjá felagnum hevur verið stórur. Ragnar leggur dent á, at hetta starvið tískil ikki er fremmant fyri honum. Hann væntar, at pápin, Olaf, sum í so mong ár hev- ur fingist við reiðaravirk- semi, verður honum ein hollur stuðul í byrjanini. – Hóast hann er væl fyri, er Olaf ikki blaðungur maður longur. Næstu ferð, hann fyllir, verður hann 70, men tað verður so ikki fyrr enn í apríl mánaða komandi ár, leggur Ragnar aftrat. Gott mót Nýggi stjórin í Beta vónar, at árið í ár verður heldur frægari fíggjarliga, enn árið í fjør var. – Skiparaksturin og land- ingarmiðstøðin høvdu eitt samlað hall í fjør sum var um 4 miljónir krónur. Spurdur, um hetta er at liva við í eitt ella tvey ár, sigur Ragnar: – Tað er, sum man tekur tað. Vit fara ikki av knóran- um, hóast úrslitið í fjør ikki var nøktandi, men hetta for- purrar okkara framtíðarætl- anir. Hetta ger, at vit eru ikki líka væl fyri til eitt nú at skifta okkara gomlu skip út við nýggj. Ragnar heldur tað ikki vera haldbart í longdini, at tey gomlu skipini ikki verða skift út við betri skip. – Vit hava nú nakrar manningar, sum sigla við nýggjum skipum og nakrar, sum sigla við gomlum skip- um. Tað vísir seg, at tey gomlu skipini ganga heldur verri, sum árini ganga. Eitt er, at skipini eldast. Annað er so, hvørja ávirkan tað hevur, at nakrar manningar eru umborð á nýggjum skipum og nakrar eru um- borð á teimum gomlu. Ragnar vísir á, at umsetn- ingurin hjá felagnum mink- aði í úr 78 miljónum í 2002 niður í 50 miljónir í 2003, hóast fiskanøgdin var á leið tann sama bæði árini. – Prísirnir á upsa, sum skipini serliga fiska, hava verið í botni, og eru tað enn. Men tað eru ávís við- urskifti sum benda á, at vit fáa eina uppgongd í prísun- um til heystar. Hann vísir á, at upsaprís- irnir framvegis eru ógvu- liga lágir, men teir eru ikki lækkaðir uppaftur meira, eins og vit síggja tað við prísunum á teimum dýraru fiskasløgunum. – Nøgdirnar eru nakað minni í ár enn somu mán- aðir í fjør, og tí er eingin vend í gongdini at síggja beint nú, men vónirnar eru har, sigur hann. Nýggi stjórin sigur seg ikki rokna við, at hallið hjá felagnum verður størri í ár enn í fjør. – Men sjálvsagt. Prísirnir á upsa eru alt avgerandi fyri raksturin, og soleingi vónir eru um prísøking, hava vit eisini betri vónir fyri árið í ár, enn úrslitið var í fjør, sigur Ragnar Olsen. Tøl og hagtøl Heilt síðan sonevndu Kuba-trolararnir vórðu um- bygdir og fóru í vinnu fyri 25 árum síðan, hevur reiða- ríið goymt alt taltilfari, sum hevur við skipini og rakst- urin hjá skipunum at gera. Olaf Olsen hevur havt stóran áhuga fyri hesum taltilfari, og nú hann er farin frá sum stjóri í Beta, er hugsandi, at hann meira miðvíst fer at taka sær at hesum taltilfari. – Tað munnu vera fá reiðaríir, sum hava havt 8 skip siglandi í 25 ár – á somu leiðum og í sama fiskiskapi. Hetta gevur eitt ómetaliga stórt og áhuga- vert taltilfar, ið fevnir um allar tættir, sum hava við skipini at gera. Ragnar heldur, at hetta tilfar óivað hevði verið áhugavert í granskingar- høpi. – Her er talan um nógv skipað hagtøl og ein upp- aftur størri part, sum enn ikki er skipaður í hagtøl, men framvegis liggja sum data yvir allar tættir, sum viðvíkja skipunum. Tað veri seg veiða, fiskasløg og prísir. Hann heldur, at tað sakt- ans ber til at fara heilt niður í smálutirnar við hesum tilfari, soleiðis at eitt nú kann staðfestast við hagtøl- um, hvønn proviant mann- ingin hevur etið hesi 25 árini, skipini hava verið í vinnu. Eitt annað er olju- nýtslan, menningin við elektroniskum tólum – ella, hvat tað nú kann vera. – Eg vil siga, at møgu- leikarnir at brúka hesi data næstan eru óavmarkaðir, um tølini verða skipaði. Ragnar sigur, at sum tøknin hevur ment seg, hev- ur felagið ein størri og størri part av hesum tølum liggjandi á elektroniskum skipanum. – Eg vænti, at Olaf fer at leggja seg eftir at gera upp- aftur meira burtur hesum tølum, sum felagið eigur, sigur Ragnar Olsen at enda. Ragnar Olsen hevur gott mót Ragnar, konan, Sigga, Hanna, kona Olaf og Olaf Mynd: Vilmund Jacobsen Olaf við eitt ára gamla abbasoninum, Olafi Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen Hanna, kona Olaf Olsen, saman við nøkrum av ommu-og abba- børnunum hjá henni og Olafi Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 14