Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tordis Skaalum Síða 26-27 Country merkir bygd Áki L. Hansen síða 10 Marjus riggaði væl í kirkjuni Vit skulu taka væl ímóti fremm­ and­a­fólki, sum vitja í Føroyum. Eis­ini teimum, sum nú eru komin til land­ið fyri at vísa sína ónøgd við, at vit fram­vegis drepa grind. Tað er ikki skilagott, at geva teim­um høvi at vísa umheiminum, hvussu ólátað vit kunnu vera. Hin­ veg­in skulu vit siga teimum okkara hugs­an, tá vit koma í prát við tey. Men sið­i­liga og fólkaliga sjálvandi. Tað gav at bíta, tá ein am­er­ik­u­ mað­ur í teldubrævi til okkum her á red­ak­ti­ón­ini segði okkum – heldur enn ikki ó­høv­isk­liga – hvat hann helt um okk­um og um grindadráp. Vit spurdu aftur – høviskliga – um hans­ara land var hildið uppat við at drepa fólk? – við greiðari til­ sip­ing til deyða­revs­ing og øll krígg­ ini, sum USA er blandað upp­í. – Men nei, tað kundi man ikki sam­an­bera, helt hann. Kríggj og deyð­a­revs­ing var nakað annað... Men har vóru vit sjálvandi ikki samd. Vit kundu siga honum, at sein­asti deyðadómur í Føroyum varð eks­i­kver­að­ur í 1706, tá skæl­ ings­syst­k­ini vórðu hálshøgd fyri blóð­skemd. Eftir tað komu før­oy­ ing­ar á aðrar tank­ar og hildu uppat at drepa fólk. Menn enn drepa vit djór. Tað gera amerikumenn eisini, men teir drepa framvegis fólk – fólk í hópatali. Um vikuskiftið segði leið­ar­in hjá Sea Shepherd í Føroyum, Scott West, at hann er klárur at lata lív fyri at bjarga einum grindahvali. Ein slík útsøgn sigur okkum, hvussu illa grund­að fólk kunnu vera, og hvussu lítið tey í veru­leik­a­num leggja í ella skilja av djóra­vernd. Tað er í lagi, at fólk eru ímóti grinda­drápi. Men at vilja láta lív fyri ein hval... Og um hann er bang­in fyri at verða dripin av illum grind­ a­monn­um, so hevur hann púrt einki skilt. Maðurin sigur seg vera løg­regl­u­mann. Hann átti kanska at um­hugsað sama spurning, sum lands­maður hansara fekk – um land hans­ara er hildið uppat við at drepa fólk. Jú, fyri okkum hevur tað nógv at siga, at summi lond virða manna­ rætt­indi so lítið, at tey við lóg drepa fólk. Eitt land, har ungir menn gerast hetj­ur av at verða sendir út í verð at drepa ella verða kanónføði. Heldur enn at koma til Føroyar at spæla glantrileik – sposoreraðir av høgra­ekst­rema franska sjón­leik­a­ra­ num, Brigitte Bardot, sum er hollur stuð­ul hjá Front National og Marie Le Pen, so átti Scott West at farið við læru­sveinum sínum til USA at vart skúla­ung­dóm. Tí í amerikanskum skúl­um er stórur vandi fyri at verða skot­in. Bara í ár og í fjør hava verið 74 skot­til­burð­ir. Men tá verður tað ov álvarsamt. Glantri­lek­ur­in í Føroyum er helst lættari og stutt­lig­ari... drepa grind ella drepa fólk Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur og rekur hár­fríðk­ anarstovuna Royal Inter­ coiffure, er í hesum døgum á einum heilt serstakum skeiði í Oslo. Talan er um Intercoiffure Nordisk Kongress, sum fer fram í norska høvuðsstaðnum í hesum døgum. Her savnast elitan innan hárfríðkarar, sum allir eru limir í eks­ klusiva felagsskapinum Inter­coiffure. Umframt fyrilestrar, hár­mótashow, ymisk skeið og annað, ið skal geva hár­ fríðkarunum kring heimin íblástur, skal vetrar­mótin 2014 eisini finnast. Fýra hárfríðkarar, ið aliir eru limir í Intercoiffure, eru bidnir um at menna ymisk hársnið, sum vit fara at brúka í vetur. Millum teir fýra hárfríðk­ ararnar eru føroyska Mari­ ann Klein Ivansdóttir, ið sum vera man er ógvuliga fegin um at hava fingið henda møguleikan. – Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg. Eg eri ógvuliga glað fyri møgu­ leikan, at eg kann veruliga vera við til at skapa altjóða hármóta. Harafturat kann hetta møguliga eisini føra til aðrar avbjóðingar uttan­ lands, sigur Mariann Klein Ivansdóttir. Tað verður tó ikki fyrr enn í september mánaði, at hársniðini fyri veturin 2014 blíva almannakunngjørd, og vit síggja úrslitið av tí, sum Mariann Klein Ivans­dóttir og hinir tríggir hárfríðik­ararnir gera júst nú. Kollek­tiónin verður víst fram í París í september til eitt árligt tiltak hjá Intercoiffure felagsskapinum, ið eitur The Night of the Stars. – Tá hittast allir Inter­ coiffure limir til eina røð av skeiðum og fyrilestrum. Kvøldið endar við eini stór­ ari mótasýning, har vit skulu á pallin og vísa fram vetrarmótan innan hársnið og greiða frá. Tað plagar at vera eitt stórt show, so tað gleði eg meg sjálvandi til, sigur Mariann Klein Ivansdóttir. Mariann ger altjóða hármóta Fyrst í næsta mánaði fara 36 súklarar og 11 hjálparfólk súkklandi allan vegin úr “Rynkeby” í Klaksvík til París – alt samalt fyri at stuðla stríðnum ímóti barnakrabbameini. Millum teirra, ið fegin rætta Team Rynkeby Før­ oyar eina hjálpandi hond, er Lions Club Tórshavn, sum júst hevur stuðlað føroyska súkkluhópinum við pengum til samskiftisútgerð. Tað vil siga, at tað tí ber til hjá Team Rynkeby Før­oyar at keypa 10 pro­ fessionell “walkie-talkie” við oyratelefonum og mikro­ fonum, so munandi lætt­ari verður at samskifta innan­ hýsis á ferðini. Talan er um so mikið góða útgerð, at hon kann brúkast í fleiri ár, so trygdin hjá súkklarunum tær næstu ferðirnar á París-ferðini er enn betri, enn hon annars vildi verið. Gongst sum ætlað, verð­ ur fráferðin úr Klaksvík hósdagin 3. juli, og saman við 1.100 øðrum súkklarum verður koyrt í kolonnu til Triumfbogan í París fríggjadagin 11. juli – í gulum troyggum og við Merkinum í hondini. Lions Club Tórshavn fegn­ast um at kunna lætta um og hjálpa til, tá slík stór tøk verða tikin, so ferðin í allar mátar skal kunna eydnast væl og málið røkk­ ast. Lions stuðlar Team Rynkeby Farið heldur heim til USA at verja børn frá byrsuskotum Aksel Haraldsen, Finn Danberg og Alfred Hummeland taka vegna Team Rynkeby Føroyar ímóti stuðlinum frá Lions Club Tórshavn, sum forsetin, Poul Geert Hansen, handar teimum